leygardagur 28. januar 1978síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 28. januar 1978
sosial
| —
lesarabrøv
Aftursvar til
D. J. Sørensen
Harra blaðstjóri. Hysi
mær hesum reglum.
Javnadarflokkurin = er
ikki fyri loysing, og loys-
ing er als ikki talan um.
Vert kann vera at spyr-
ja, hvi ongin sambands-
maður talaði um yvirtøk-
una av sjóverjuni, undir
viðgerðini av løgmansrød-
uni, ti tað vóru júst sam-
bandsmenninir, sum yvir-
tóku sjóverjuna.
Gamalt orðatak sigur,
at sekur er hann, ið at sær
tekur. Sjóverjan er stersta
yvirtøkan, sum framd er.
Hon kostar i dag 7,5 mill.
kr.
Végi 23. jan. 1978
arbeiðsmaður
x KK
Ein rættleiding
til løgtingsmann
Jåkup Mortensen
Jákup, tú veit hvussu ofta
eg havi heitt á formans-
skapin í tinginum, um at
útvega tinginum ein band-
upptakara, soleiðis at
hvert orð, ið verður sagt
frá tingsins reðarapalli
varð fest á band og harvið
tað sagda próvfast, og
ikki sagt kom ikki við.
Saknurin av einum slik-
um pråvførandi bandupp-
takara hevur ofta verið
stórur, serliga hesi sein-
astu 3 árini, síðani tú,
Jákup, kom á ting. Tí tú
hevur víst teg at vera eks-
pertur i at venda øllum á
høvdid, so tað passar í títt
kramm. Ekspertur í at pá-
standa ósannindi, at menn
skulu hava sagt so og so
frá pallinum. Ferð eftir
ferð at koma við botnleys-
um pástandum, uttan at
blunka.
Eg rokni við, at tú hev-
ur normala hoyrn, og nor- '
malan intelligens til at
fata tað, tú hoyrir, so eg
meti hetta titt eyðkenni á
tinginum: At endurgeva
tað tú hoyrir í heilt eðrum
líki sum eitt ómansligt út-
slag av undurlutakenslu.
Ein óvitug undirluta-
kensla, sum ofta kemur at
bera dám av óndskapi.
Eitt nú undir hesi við-
gerðini av løgmansrøduni,
hvar tú fullvæl visti, at eg
ikki fekk orðið aftur, tí
min talutíð var úti. Hvar
tú uttan iva sá megu-
leikan at rættiliga venda
ellum við, sum eg segði.
Men Jákup, har brendi
tú teg. Ti hesaferðina
bleiv alt, sum bleiv sagt,
fest á band, officielt band.
Eisini míni orð.
Uttan at endurgeva ein
setning ella eitt orð av tí
eg segði, harmaðist tú
yvir min sera ljóta atburð:
At so fúlt spilla út yvir-
læknan á Suðuroyar Sjúk-
rahúsi. Fleiri ferðir pástóð
tú fyri opnari mikrofon,
hvussu ljótt og illa eg var
farin við hesum lækna,
sum onki hevi hevði at
verja seg.
Jákup, tað eg segði
undir viðgerðini av sjúk-
rahúsinum har suðuri um
hendan yvirlæknan, vóru
hesi orð. Orðrætt, sum
bandið prógvar, nevni-
liga: >Væl hava okur ein
yvirlækna av og á, og í
letuni — ein vælkvalifi-
ceraðan skurð-yvirlækna.
Tað er ongin ivi í ti. Men
maðurin skilur ikki eitt
orð, ikki bara av føroysk-
um, men ikki skandinav-
iskt. Og kontaktin millum
læknan og sjúkling kann
sostatt ikki koma í lag.
Tað ber ikki til.«
Hetta vóru so orðini, og
so kann ein og hver døma,
um eg við hesum orðum:
>At maðurin — yvirlækn-
in var sera væl kvalificer-
aður skurðlækni. Tað var
tað ongin ivi í, men skilur
ikki føroyskt eila skandi-
naviskt,« fari illa við
manninum og spilli hend-
an læknan út?
Nei, Jákup Mortensen,
sum vaksin maður, so halt
teg til sannleikan. Hann
varar longst.
Við tekk fyri upptek-
una.
Vági 23. jan. 1978
Ove Mikkelsen
AAA
Terrorisma, parlamentarisk
yvirgongd — ella Leninisma?
>Tó eru nakrir i Føroyum,
sum kalla seg kommunist-
ar, men i veruleikanum
eru anti-kommunistar, ið
hava terroratsóknir á
skránni og hava verið í
Noreg og lært seg at
skjóta — tað er hin sekt-
eriski maoistabólkurin
OFML.< (OFML stendur
fyri Oyggjaframa, marx-
leninistar. Tað er felagið,
ið gevur út blaðið >Ar-
beidid«).
Nei hetta er ikki eitt
brot úr Dagblaðnum,
heldur ikki er tað tikið
burturúr nakrari odda-
grein hjá Dimmalætting.
Tað er sjálv >Tiðin<, sum
hevur tað á fyrstu síðu í
blaðnum fyri 28 septem-
ber 1977.
»Tidin« er sum kunnugt
málgagnið hjá felagnum,
ið nevnir seg Kommunist-
iski Flokkur Føroya. End-
urgivnað brotið er endin á
eini grein við yvirskriftini
»Terrorisma — eingin
gongd leid«, og vid at lesa
greinina fær ein ta fatan,
at »Tidin« skuldsetur
OFML fyri at hava ætl-
Treytin fyri at fåa les-
arabrøv upptikin undir
hesum teiginum er at
blaðstjórin veit, hver
hevur skrivað lesara-
brevini.
anir, ið kunnu sammetast
við terroristisku tiltekini í
Vestur-Týsklandi og eðr-
um londum.
Ein má spyrja: hevur
henda skuldsetingin mót-
vegis Oyggjaframa nakað
hald í veruleikanum?
Ella er hetta propa-
gandaskriving av ti slag-
num, vit kenna frå nazist-
isku jagstranini av jødum
og framburðssinnaðum
fólki í tríati- og fýratiár-
unum?
Fólk, ið standa uttan-
fyri tað felagið, >Tíðin< er
málgagn fyri, og sum ikki
kenna til virksemið hjá
felagnum Oyggjaframa,
hava krav uppá eitt greitt
og týðuligt svar — bæði
frá »Tidini« og felagnum
Oyggjaframa, marxist-
leninistunum.
Hvat sigur
v>Arbeiðið<a?
Men er tað nakað, ið týðir
á, at blaðið »Arbeidid«,
málgagnið hjá felagnum
Oyggjaframa, marxist-
leninistunum, hevur talað
fyri terrorismu? Er tað
nakað, ið týðir á, at >Ar-
beiðið< ikki hevur hildið
seg til leninistisku læruna
um leiðina til sosialistiska
samfelagið? Eg haldi ikki.
Einhver, ið hevur lisið
tað minsta sindrið av,
hvat Lenin hevur skrivað
um leiðina til sosialistiska
samfelagið, má ásanna, at
>Arbeiðið< hevur hildið
seg til tað, Lenin sigur á
hesum økinum.
Lat meg taka eitt demi.
Í »Arbeidinum« fyri 2. juli
1977 vidger blaðið spurn-
ingin um kollvelting. Og
har verður skrivað:
>Niðursteðan hjá Len-
ini, og eðrum kommunist-
um, er, at borgarliga eina-
ræðið undir kapitalismuni
má kollrennast við valdi
Stríðið um, hver stættin
skal hava valdið er í síðsta
enda avgjert av, hver ið
hevur våpnini.«
So at siga hver einasta
útgávan av »Arbeidinum«
hevur innihildið líknandi
sjónarmið. So er at spyr-
ja: er hetta sjónarmiðið
anti-leninistiskt? Er
OFML anti-kommunist-
iskur, sum >Tíðin< pá-
stendur, tá talan er um
kollvelting? Hvat sigur tá
Lenin?
>Arbeiðið<, blaðið hjá
OFML, hevur eisini í
skriving síni drigið fram
demi. Vist hevur verið á,
at tað er hitt sitandi vald-
ið, ið fyrst tekur til vápn.
Tað var »ArbeiSid«,
sum avdúkaði løgreglu-
menninar, sum skutu til
máls eftir fólkadukkum
úti í Havnardali í summ-
ar. Í sama viðfangi vísti
>Arbeiðið< á, at undir
verkfallinum í 1951 sam-
arbeiddi vápnað løgregla
við borgarasveinar í
D)
BJÓÐA IKKI MÆRI!
EG KOYRI ÉR
RAÐIÐ FYRI FERDSLUTRYGD
fø: +