leygardagur 28. januar 1978síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 28. januar 1978
sosialurin Síða 15
4
vera »fyri« friðarligari
kollvelting. Tað hevur
»Tidin« ikki gjørt.
Lenin ímóti
terrorismu
Men er orsekin til, at
>Tíðin< skýrir kollvelting-
arligu propaganduna hjá
»Arbeidinum« fyri at lik-
ast terroratsóknum, tann,
at »Tidin« ikki skilur mill-
um leninistisku læruna
um valdliga kollvelting og
terrorismu? Ella er tað
pacifisma, ið »Tidin« al-
ment ger seg til talsmann
fyri?
Lenin, sum var tann
idnasti talsmaðurin fyri at
fyrireika arbeiðandi fólkið
til at niðurberja eitthvert
álop frá kapitalistisku og
imperialistisku aftur-
haldskreftunum — eisini
teim valdligu álopunum
— var samstundis tann
harðasti talsmaðurin í-
móti terrorismu.
Í bókini >Hvat skal ger-
ast?< viðger Lenin m.a.
miðlarnar hjá terroristu-
num og teirra politiska
grundarlag. Hann aftur-
vísir terroristunum, tá ið
teir siga, at terrorin hevur
»vekjandi megi«, og hann
skrivar:
>... er tað ikki greitt, at
tey, ið ikki vakna og ikki
kunna vakna av teimum
tilvildarligu vidurskiftu-
num í Russlandi eisini ró-
liga >við hondunum í
lummanum« fara at hygg-
ja at striðnum millum
stjórnina og einum lítlum
bólki av terroristum?<
Vit, sum hesi seinastu
árini hava fylgt við í teim-
um mongu terror-atsókn-
unum, ið hava verið,
kunnu bert geva Lenini
rætt í ti, hann segði.
Valdlig kollvelting
er ikki terrorisma
Høgra-ekstremistarnir og
ny-nazistarnir i fleiri Eu-
ropeiskum londum, eitt nú
í Vestur-Týsklandi, hava
roynt at fingið læruna um
kommunistisku kollvelt-
ingina skýrda sum terror-
ismu. Men hetta hevur
ikki eydnast teimum, ti
eitthvert hugsandi menn-
iskja skilur, at har er als
onki samband.
Terroristarnir skilja seg
frå leninistisku læruni å
øllum økjum. Teir vilja
skjóta seg til málið uttan
stuðul í fjøldini av fólki-
num. Hóast teir siga, at
frigeringin av arbeiðara-
klassanum er hansara
egna verk, so stridast teir
í veruleikanum fyri at náa
sosialismuni uttan arbeið-
andi fjøldina.
Nakrir terroristar siga
seg stridast fyri eini kon-
frontasjón við stjórnirnar,
soleiðis at tær verða
noyddar at seta ymisk til-
tek í verk, ið skulu »av-
dúka< tær sum valdstól
hjá borgarastættini yvir-
fyri arbeiðandi fólkinum.
Teir stríðast soleiðis bein-
leiðis fyri nazistiskum við-
urskiftum.
Alt hetta lá fjart frá
Lenini.
Terroristarnir og
høgra-
ekstremistarnir
Terroristarnir eru i veru-
leikanum slóðbrótarar fyri
nazistiskum viðurskift-
um. Og hegra-ekstremist-
arnir — eitt nú teir ráð-
andi í Vestur-Týsklandi
vita eisini, hvussu teir
skulu nýta stríðið mót-
vegis terroristunum til at
avmarka tey demokrat-
isku rættindini við >Be-
rufsverbot« (vinnufor-
bod), avlurtan av telefon-
um hjá vanligum borgar-
um, 0.s.fr.
Valdsharrarnir i Vestur-
Tysklandi hava eisini nytt
møguleikan til ålop å sosi-
alistar, kommunistar og
framburðssinnað folk yv-
irhevur. Tað sigur kanska
nøkrum eitt sindur, at rit-
høvundurin og nobelpris-
vinnarin og katolikkurin
Heinrich Bøll er ein av
teimum, sum stendur fyri
skotum í Vestur-Týsk-
landi í dag.
Men nú letur til, at
Franz Josef Straus hevur
funnið sínar líkar í Fer-
oyum — og tað ger tað
ikki betri, at tað er >Tið-
in<, málgagnið hjá einum
sokallaðum kommunist-
iskum flokki, ið stendur á
odda í slíkum álopum.
Fólk hava
krav upp á svar
»Tidin« skyldar sínum les-
arum eina greiða og ná-
greiniliga frágreiðing.
Hevur »Tidin« nekur
*x*xx
Ova'sa skomm
Tað var nógv fyri hjá suð-
uroyingum at hoyra Ova
Mikkelsen undir seinasta
útvarpaða orðaskifti.
At Ovi vil gera sær og
sínum veljarum fyri
skommum, verður hans-
ara sek. Men lat okra
nýggja skurðlækna fáa
frið. Hann hevur nú virk-
að í eitt hálvt ár, og ell eru
glað um hann — sjúkling-
ar eins og starvsfólk, og
kemst hetta av, at hann er
av bestu skurðlæknum.
Tað er tað, sum okur hava
so hart brúk fyri her.
Vónandi letur hann seg
ikki provokera av æru-
meiðandi útspillingini hjá
Ova Mikkelsen.
Vágbingur
prógv fyri sínum pástan-
di, mugu tey leggjast
fram. Hevur »Tidin« ikki
nekur prógv, er alt bert
sjúkligur heilaspuni, er
minsta kravið, at »Tidin«
kemur við eini almennari
umbering.
Eisini hevði tað verið ”
ynskjandi, um Oyggja-
frami, marxist-leninistar,
komu við einum greiðum
Utsøla
Utsøla byrjar mikudagin 1. februar kl. 9.00
svari til ålvarsomu skuld-
setingina frå »Tidini.«
skelkadur
Kjólar og frakkar, buksur, troyggjur, blusur, skógvar og annað 50% avslåttur.
Jógvan Nolsøe,
Tvøroyri, tlf. 71044
SKARRIDSØ? miljø
— fleiri hf modellir
køkar, klæðiskáp,
baðiverilsir, kjallari,
forstova, stova
Bygningsmontering
v. Ernst Meienburg,
3815 Kollafjørður,
tif. 21169