Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1978síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefonmálið Undir orðaskiftinum á tingi viðvíkjandi uppskotinum um at flyta Telefonverkið út um býin gav Atli Dam, løgmadur hesa frágreiðing: Tað er eyðsæð, at neyðugt er at útvega telefonverki- num heli í Havn til at seta nýggju automatsteðina í. Automatsteðin í Havn varð tikin í nýtslu 1. mai 1953. Verandi automat- hell er fullsett við útgerð til 4500 telefonnummer. Í verandi bygningi kann hetta talið ikki økjast. I letuni eru 4100 felagar í Havn. Sostatt eru 400 nummer eftir; men hesi eru longu lutað til um- sekjarar og verða tikin í nýtslu so við og við kom- andi 2 árini. Misnegdin í sambandi við ov lítla trafikkorku, ið telefonfelagar merkja við ongan tóna at fáa og langa bíðitið at koma igjøgnum er stórt og hetta stendst av landsautomatiseringini og av automatiseringini til útheimin, sum hevur eina sterri stød sum fyritreyt. Ikki óvæntað Í Havn kann telefon- verkið ikki ganga nýggjum umsóknum á meti fyrrenn nýggja staðin er uppsett. Tá ið heli eru tek tekur uppsetingin umleið 3 ár. Fyri telefonverkið er hesin útviklingur ikki ó- væntaður. Longu 18. febr. 1969 skrivaði telefonverk- ið til Tórshavnar Býráð og gjørdi vart við, at tørvur fór at taka seg upp fyri nýggjari automatsteð í Tórshavn. Í hesum brævi dagfest 18. febr. 1969 stendur millum annað skrivað: »Sostatt má telefon- verkið longu nú útvega grundøki til eina nýggja innanbiggjastød, um ikki steðgur skal koma í at gera telefonir til býins borgarar og virkir. Tað verður neyðugt, at tann nýggja steðin kemur at liggja so nær tí núverandi sum gjørligt.« Telefon- verkið sekti um í sama skrivi at fáa til keyps Sloans og Heinesens hús. Tá átti Tórshavnar kom- muna hesar ognir. Telefonstød og meinigheitshús undir sama taki Meira enn 2 ár seinni 2. april 1971 fekk telefon- verkið skriv frá býráð- num, at umreddu eki vóru latin til annað endamál. Síðan fóru fram kann- ingar og samráðingar mill- um telefonverkið og mein- igheitshúsið um eina me- guliga bygging í felag. Men hetta varð av ongum, ti ein felags bygningur gjørdist stórur og kostn- aðarmikil umframt, at telefonverkið skuldi gjal- da allan kostnaðin. Tá ið hetta var dottið niðurfyri sekti telefon- verkið um byggiloyvi at hækka verandi telefon- stað, so pláss kundi út- vegast til nýggja auto- mathell í ovastu hædd. Í hesum sambandi var neyðugt at flyta alla fyri- siting, skrivstovur og goymslu í annað høli. Hetta var í febr. 1974. Tórshavnar byråd gav einki byggiloyvi og segði eisini nei til at lata tele- fonverkinum øki til goym- slu og fyrisiting í útjað- aranum av býnum. Makaskifti ikki góðkent Sostatt stóð aftur í botni. Síðan vendi telefon- verkið sær aftur til mein- igheitshúsið. Í /skrivi dagf. 9. des. 1974 sigur sakferari telefonverksins frá, at formaðurin fyri meinigheitshúsið = hevur upplýst, at hann meguliga fær eitt annað grund- stykki til tað ætlaða mein- igheitshúsið, og tá roknar hann við, at stýrið fyri meinigheitshúsið vil selja matr. 428 b, tað var Slo- ans og Heinesens hús, til telefonverkið. Eftir hetta tók sakin seg upp viðv. makaskifti- num millum kommununa og meinigheitshúsið, har kommunan skuldi lata part av skúlanum á Frúu- trød til meinigheitshúsið og fáa Sloans og Heine- sens hús afturfyri. Hetta makaskifti varð ikki góðkent, og á býráðs- fundi 19. jan. 1978 verður viðtikið at mæla lands- stýrinum frá at ognartaka umredda eki. -- Stoð til 12000 felagar Tað hevur altíð verið ynski telefonverksins, at byggja eitt minni hús á umredda eki. Henda bygging skuldi verið samb. galdandi byggi- samtyktir, t.v.s. at húsið var í byggilinju við gomlu húsunum og ikki hægri enn hesi. Í tilikum bygn- ingi er pláss fyri útgerð til umleið 12000 felagar og tað skuldi verið nokk til aftaná ár 2000. Harum- framt ber til í samband við nýggju steðina at gera undirstødir aðrastaðni í býnum. Sostatt skuldi ikki verið fyri neyðini at bygt meira í miðbýnum. Hesin meguleiki, at gera undirsteðir, er ikki til staðar í samband við ta gomlu automatsteðina. 80 mill. kr. Fleiri ferðir hevur verið frammi at flyta telefon- verkið út um býin — so er við hesum máli, løgtings- mál nr. 22/1977, lagt fram av Kjartani Mohr. Telefonverkið hevur gjørt eina meting, hvat ein tilik flyting kostar. Prisurin fyri nýggju lokal- steðina er ikki við í met- ingini, men ell onnur út- gerð, ið keypt er seinastu 10 árini skal keypast eina- ferð afturat, setast upp og roynast, áðrenn ein kann taka gomlu útgerðina úr nýtslu og flyta yvir til ta nýggju. Samb. metingini er kostnaðurin at flyta: 1. Nýggj millumbygda- steð 18 mill. kr., 2. Nýggj berifrekvensstød 4 mill. kr., 3. Nyggj streymveit- ing 1 mill. kr., 4. Nytt krossfelt 1 mill. kr., 5. Nýggjur borðsalur 1 mill. kr., 6. Nýggjur steðar- bygningur 15 mill. kr., 7. Nýggir kaðalar 5 mill. kr. Tilsamans 45 mill. kr. Hetta er í dagsprísum. Um roknað verður við eini prishækkan uppá 10— 15% um årid, og at flyt- ingin tekur o.u. 6—7 ár, so verður samlaði kostn- aðurin einar 80 mill. kr. Um telefonverkið kann byggja í verandi eki verð- ur kostnaðurin umleið 4 mill. kr. Harumframt má ein hava í huga, at tað kann verða torført at fáa nóg nógvar teknikarar til tílíkt stórarbeiði. Í minsta lagi má roknast við, at øll onn- ur vanlig telefonútbygg- ing steðgar í eini 6—7 ár meðan flytingin fer fram. Oli í Åarstovu Nationalbankin ætlar at geva ut nyggjar 10 krónuseðlar i Føroy- um. Virðið á teimum er ikki avgjert enn. * Eg havi ein spurning til teir skattakenu: kunnu teir pengar, man sparar við at keypa á útselu, drag- ast frá í skatti? * Eg havi hoyrt, at Pauli Ellefsen hevur søkt um undantaksloyvi til at selja gassballónir 1. mal. * Eg haldi, at tað hevði verið ein góð loysn uppá tey saniteru við- urskiftini í Klaksvík, um tey, sum ganga í ítróttarhellina høvdu nýtt toilettini í Atlant- is Bio og øvugt. * Hoyrt í kveðuljómu- num: ... og her er ein heilsa, sum heilsan er skredd burtur av...! Hesar fýrarnar hittu vit í vesturbýnum — teir søgdu seg spæla í einum orkestri FIREBALL Burturstødd håtidardagin hvi ikki i ÍSANSGARÐI? TLF. 61004 3811 SANDUR OPIÐ ALT ARIÐ Takk Hjartaliga takki eg øll- um, ið gleddu meg á 80 | ára fødingardegi min- . um 11/1. Heilsan Niels Hjemsteen BLADTALVID Hvitur Andrias Ziska Svartur Luitjen Apol Ri e4—d2