Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Høgni Djurhuus Jogvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar úr SOSTALINUM uttan loyvi frá blaðnum. Nýggj krøv SEINASTU mánaðarnar hava vit havt fleiri greinar um bygdamenn- ing í panelteigi blaðsins. Seinasta sunnudag skipaði Vága Javnaðar- felag eisini fyri almennum panel- fundi um sama evni. SPURNINGURIN er, um vit kunnu -skipa so fyri, at tað gerst liviligt hjá fólki úti um landið, soleiðis at vit kunnu varðveita eitt fjølbroytt bú- setingarmynstur í Føroyum, heldur enn at koma i ta stóðu, at fólkið trunkar seg saman á nøkrum fáum stórplássum. AT GERA TAÐ liviligt týðir ikki ein- ans tað, at arbeiðsskapandi virkir verða sett á stovn. Tað er sjálvandi ein avgjørd fyritreyt. Men tað er eis- ini neyðugt at skipa so fyri, at fólk kunnu nýta sína frítíð, at tey kunnu koma til og frá plássunum o.s.fr. ÁSANNAST má, at á fleiri økjum er nógv gjørt runt um í landinum. Samferðsluviðurskiftini eru mun- andi bøtt. Í fleiri oyggjum og í fleiri plássum, har tað áður var øskukalt, eru fyritreytir skaptar fyri trivnaði og menning, men kortini er partur av landinum eftir, har tílíkar fyri- treytir ikki enn eru skaptar. EITT ANNAÐ er, at tá slíkar fyri- treytir eru settar, kemur vend í. Fólkaflytingin av plássunum heldur uppat, og í staðin fer fólkið at økj- ast: Hetta setur aftur nýggj krøv, serstakliga til teir kommunalu myndugleikarnar, og gerst tað ofta fíggjarliga trupult hjá teimum at loysa allar teir spurningar, ið ein félkavøkstur ella ein bygdamenning setir. EIN SPURNINGUR er tí at fáa gongd á eina bygdamenning, með- an ein annar spurningur er, hvussu kommunurnar kunnu gerast førar fyri at loysa allar teir spurningar, sum ein bygd ella bygdir í menning seta til ta kommunalu fyrisitingina. HETTA ER ein týðandi spurningur sum avgjørt má takast við, og sum kommunalu myndugleikarnir og landsmyndugleikarnir eiga at tosa saman um. sosialurin lesarabrøv Dyrur madur Í Tórshavnar uttanbiggj- ar Kommunu er steðan so- leiðis, at teir triggir, sum eru valdir í norðara parti, í ellum málum av sterri týdningi verða at lúta fyri fýra sum valdir eru í sunn- ara parti av kommununi. Tað álvarsamasta av hesum málum er spurn- ingurin um at seta í verk ta útstykkingarætlan, sum Feroya Jarðarráð lat gera í 1972. 1. og 2. partur av hesi ætlan er framdur í 1973, og 83 stykki eru seld, men tá núsitandi meirluti kom til í 1974 kom stødgur i, og eingin umsøkjari hevur fingið nakað stykki síðani. Spurningurin er so: Hvussu nógv hevur tað kostað teimum, sum fegin vilja byggja, at hendan avgerð er útsett? Fyri at svara hesum spurningi er neyðugt at kanna, hvussu nógv grundstykkja- og tilfarsprísir, arbeidsløn o.a. er farið upp á havna- leiðini seinastu árini. Tað er ikki ov høgt mett, at talan er um einar 20.000 kr. um árið. Higartil er hendan bygging seinkad i try år. Hvør tann sum ikki er sloppin at byggja kann ti takka ti fjórða manninum fyri hendan miss uppá 60.000 kr. Tað eru alt í alt eini 100 húski, sum standa í hesi stødu, og samlaðu útreiðslur teirra eru so- statt 6 milliónir krónur. Sigast kann ti av sonnum, at tann 4. maðurin er ein dýrur maður. Tibetur tykist tað eins Nr. 8 — 1. februar 1978 og hesi fólk eru farin at kvaklast við og ikki long- ur vilja lata sær hesa við- ferð lynda. Eitt tekin um hetta er at tey nú eru gingin saman í ein felags- skap fyri at útvega grund- stykkir. Tað skuldi verið litið at ivast í, at ein so stórur bólkur kundi fingið undirtøku fyri sínum sjón- armiðum. Zakarias Wang kk KK Happadråtturin Nu uppskot um at broyta happadråttin er komið á tingborð, havi eg nakrar viðmerkingar, tó eg fyrr havi skrivað í blaðnum um hetta sama. Fyrst: Hver situr i happadråttarnevndini? Alt talar fyri, at fólkið, har situr, ikki fylgir við. Uppsteðgað. Og fái hesar smáu vinn- ingarnar, sum forarga hvert mansbarn, burtur. Vinna við 1/4 og fáa heilar 25 kr. Syrgið fyri, at eingin vinningur er niðanfyri 1000 krónur, so skulu tit eisini síggja, at selan fer at vaksa. Og latið fólk í góðum árum sita í happadráttar- nevndini, sum dugur at síggja, at viðhvert er tað nakað, ið eitur at fylgja tíðini og at broytingar eru neyðugar. HH dagbókin Missiónsvikan í Havn Missiónsvikan fram í Kommunuskúla- høllini í kveld kl. 20, Martin Hammer, trúboð- ari, talar og Streingjakór- ið í Rituvík syngur. Hós- kveldið kl. 20 talar Weihe, prestur, og Tofta Streing- jakór syngur. heldur Missiónshúsið við Landavegin Einki meti í kveld vegna missionsvikuna í Komm- unuskúlahellini. | Barna- ringurin kl. 19 hóskveldið. Filadelfia Systurmissiónin í kl. 20. kveld Frelsunarherurin, Tórshavn Fundur kl. 20 hvert kveld hesa vikuna. Kadettar úr Noregi tala. Barnafundur hvenn dag kl. 17. Hebron, Argjum Páll Poulsen hevur barna- meti í dag og í morgin kl. 17. Meti hóskveldið kl. 20. Sion, Vági Evangeliskt meti í kvold kl. 20, Dennis Burnett tal- ar og syngur. Tvøroyri Sjómanskvinnuringurin kemur saman hóskveldið kl. 20 í Missiónshúsinum, fleiri kunna koma við. Skála håusmødrafelag Fundur verður i Losjuni í kveld kl. 20. Várkonfirmatión Konfirmatión verður í Havnar kirkju 2. april. Konfirmantarnir byrja at ganga til å Eysturskula- num månadagin 6. februar kl. 15.30. Ungmannadeildin i KFUM Álvheygg vitjar fundin i kveld kl. 20. Annars verð- ur framhaldssegan, filmur og andakt. Várgleði Fundur í dag kl. 16 í KFUK, bibliutimi. Kollafjardar handverkarafelag Årsadalfundurin verdur i KIF-húsinum hóskveldið 2. februar kl. 20. Fyrilestur Hóskveldið verður annar fyrilesturin á Fróðskapar- setrinum um navnframar gudfreðingar úr okkara eld. Tá talar Petur Martin Rasmussen um Rudolf Bultmann. FØROYA VANLUKKUTRYGGING 1. TVUNGIN (hjálparfólk og sjómenn) Tey, ið hava fólk í arbeiði á sjógv ella á landi hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið vanlukkutryggj- að. Tey, ið vinna meira enn 1/5 av ársinnleguni av sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu. Eig- arar av skipum og bátum yvir 4 tons hava skyldu til at vanlukkutryggja mannskapið. 2 SJÁLVBODNAR (arbeiðsvanlukkutrygging, fritidarvanlukkutrygging og kollektivar ítróttarvanlukkutryggingar) Vanlukkutryggingin teknar nu try sløg av per- sónligum sjålvbodnum tryggingum: 1) Arbeidsvanlukkutrygging, id fevnir um alt per- sónligt arbeiði hjá viðkomandi og eisini yvir vanlukkur, ið henda beinleiðis á veg til og frá arbeiðsplássinum. 2) Frítíðarvanlukkutrygging teknast sum uppi- skoyti til arbeiðsvanlukkutryggingina, so við- komandi eisini er vanlukkutryggjadur i allari fritidini. 3) Kollektivar ítróttarvanlukkutryggingar kunna nú teknast gjøgnum nevndina i viðkomandi i- trottafelagi. Hesar itréttar-vanlukkutrygg- ingar fevna um vanlukkur, ið henda á ítróttar- økinum undir venjing og dystum. Oll skilafólk og allar skilanevndir hava sínar vanlukkutryggingar í lagi. Vanlukkutryggingin gevur nærri upplýsingar og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella stokkið inn á gólvið. FØROYA VANLUKKUTRYGGING S/F J. H. Schretersgeta 1. Tórshavn Heldur tú ikki