Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. februar 1978síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Ljós í myrkri „Sí, vit eru á ferð nidan til Jerusalems, og alt tað, sum skrivað er av profetunum, skal full- búgvast menniskjusoninum. Tí at hann skal verða givin upp í heidna manna hendur og spottaður og háðaður og áspýttur, og teir skulu húðfleingja hann og drepa hann, og triðja dagin skal hann rísa upp.« (Lukasev.18,31—34). Flest øll hava vit roynt at verið stongd inni í bølamyrkri og kanska at kent okkum rædd av hesum sama, helst á barnadøgunum. Men so minnast vit eisini, at um bara ein pinkulitil riva var í einari hurð ella einum brósti, so at eitt sindur av ljósi kom inn og stóð sum ein geisli inn í myrkrið, so kendist myrkrið ikki nívandi meir, og óttin rann av okkum; tað var ljóst úti, og eitt sindur av ljósinum rakti við okkum, og kanska vit hómaðu eisini so mikið, at vit kundu trilva eftir hurð og lási og sleppa væl útaftur. Síðan vórðu vit tilkomin og ræddust ikki í myrkum rúmi. Men nú kundi tann kenslan koma á okkum, at lívið her á foldum er sum at sita í myrkri. Nú á døgum hava nógv eina so- vorðna kenslu, síðan hin mikli bardagin brast á og alt ilt fór at nørast enn meira enn áður. Dag- liga verða menn dripnir í nøgd, summir av tí, at teir vildu verja land sítt, summir av tí, at aðrir marsaðu teir fram, summir av tí, at teir sigldu eftir foðslu til land sítt. Fólk vilja stjala land og jørd frá ødrum, og fáur leggur í, hvussu mikið ið fer til spillis. Oll eru vit í vanda, eingin veit, hvussu leingi vit hava tey, sum vit eru góð við; eingin veit, um hann sjálvur gongur av ári, ella hvussu leingi hann eigur sær nakran góðan. Hevur fólk áður kunnað hildið, at foldin var sum e:* myrkur sorgardalur, sum neyð og deyði valdaðu, so má foldin kennast kolmyrk nú og ræðandi at liva á. Ætt undan ætt hava tey ungu altíð hildið, at heimurin er ljósur og lívið bæði langt og vakurt, men tá ið tey vóru tilkomin, kendu tey seg í myrkri. Tað var ofta nakað inni í manna hjarta, sum voldi hetta sama, og meira lívið fór at renna út í hin mikla fossin, har alt fær enda, meira nivandi varð henda kenslan. Nú ganga vit inn í føstuna og skulu uppaftur hoyra um Jesu seinastu ferð niðan til Jerusa- lems, har hann varð givin upp í heidna manna hendur og spottaður og háðaður og áspýttur og húðflongdur og krossfestur og kirkja hansara hevur altid í føstuni roynt at minna børn síni á at fylgja Jesusi í hugsanum sínum á hansara seinastu ferð her á foldum. Í teimum londum, har fólkið illa dugir at lesa, hava teir beinan vegin á kirkjuveggjabróstið sett nógvar myndir úr pínslusegu Jesusar, so at fólkið kundi hava líðing hansara í huga, tá ið tað helt ben í fost- uni, og vit, sum kunna lesa orðini í skriftini, áttu ikki at gjørt minni burturúr. Men kann hetta hjálpa okkum? Tá ið vit hoyra um líðing Jesusar, so hoyra vit júst um alt tað myrkrið, sum var og er í hesum heimi. Enntá hann, sum nevndi seg heimsins ljós, mátti inn í tað. Um okkurt menniskja fær sera stóra sorg og neyð at bera og suffar: >Hví skal alt hetta vera mær lagað, tó at eg altíð havi viljað verið Guðs barn?< so kann tað kanska vera ein lítil uggi at hugsa um, at enntá Jesus mátti inn í tað daprasta myrkrið. Men um pínslusegan einki annað kundi sagt okkum, so hevði hesin uggin bert verið lítil og stokkutur. „Eingin fer væl av ti, at annar fer illa.« Men pinslusøgan hevur meira at siga okkum. Hon sigur ikki eina frå ti, sum Jesus mátti líða, men hon sýnir okkum eisini, hvussu hann bar líðing sína. Hann var sum í belamyrkri, men altíð kom ein geisli av ljósi inn í hitt myrka rúmið og skyggdi á hann, og tí kendi hann tað ikki kolmyrkt. Hann trúði ikki, at myrkrið hevði vunnið sigur av ljósinum, men hann hómaði ljósið alla tíðina, enntá meðan hann pindist á krossinum, og tey orð, sum hann segði, meðan hann hekk í andaleypi, vísa okk- um at hann sá ljósgeislan, og um tað kann eydnast okkum at síggja hann skyggja á Jes- usar hevur, so kenna ikki heldur vit heimsins myrkur so nívandi meir. Vit skulu royna at síggja, hvussu hitt himmalska ljósið er yvir honum alla ta tíð, tá ið hann hongur í deyða- kvølum. Jesus helt bøn, tá ið hann i Gethsemanu visti, at líðingartímin var nær, og tað fyrsta orðið, sum hann mælti á krossinum, var ein ben. Tí kundi hann eisini enda líðing sína við bon og geva ség upp í faðirhendur. Bert tann, sum fer inn í sorg og freisting og líðing við ben, sleppur væl út úr við bjarging. Men at Jesus í tungum myrkri helt ben, tað sýnir okkum, at ljósglæm- an skyggdi inn í myrkrið, so at hann visti, at himna ljós var uppi yvir. Og tað var ikki bert eitt lítið bil, hann hómaði ljósið ella trúði á tað, tí at einki av hesum sjey orðum á krossinum kundi verið sagt, um hann hevði hildið alt at vera niðamyrkur. Fólk, sum er í líðing og pínu, hugsar mest um seg sjálvt og heldur eingi onnur at hava roynt nakað tílíkt. Tað skaldið, sum hevur yrkt Harmljóð í tí Gamla Testamenti, letur hitt pinslada Jerusalem siga: »Øll tit, sum ganga framvid, gevið gætur og síggið, um kvøl er ti! sum hon, ið er mær til handa< <Harmljóð 1, 12). Ønd menniskju, sum pínast, hugsa um hevnd, betri menniskju ella meira veik menniskju sekja várkunn frá eðrum og vilja, at oll tey, sum at varða, bara mega hava seg í hugsan. Ødrvisi er Jesus. Tó at tær lidingar, sum ein krossfestur maður mátti tola tann liðulanga dag, vóru so óferar, at hann oftast skjótt gekk av viti og skili, kundi Jesus tó ikki annað enn kærliga at hugsa um onnur og síggja tey í ljós- inum úr erva. Fyrst hugsar hann um figgindar sínar, sum hevdu demt hann og meinslað hann, tí at teir høvdu dømt seg sjálvar og vóru í glatunnar vanda. Hann roynir at orsaka teir og biður Guð fyrigeva teimum. Tað mátti verða fyrsta bønin. Móðir hansara og lærusveinar hansara stóðu við sorg og trega, men tey kendu tó ein faðir at venda sær til; tað gjørdu fíggindarnir ikki. Men so hugsar hann um móður sína eisini, og tó at hann sjálvur skal fara um deyðans gátt inn í ævinleikan, kann hann hugsa eisini um tað tímiliga, sum er henni fyri neyðini. Við skilnað- in frá barnaheimi sínum má hann syrgja fyri, at hon kemur upp í góðar hendur. Lívsverk hansara á foldum er lokið, men við skilnaðin frå ti metir honum eina ferð afturat ein syndari, sum nú iðrar seg eftir gerningum sín- um, ein ræðuligur ránsmaður, og ikki kann hann annað enn eina ferð afturat at bera boð frá Nr. 9 — 4. februar 1978 eftir Gudmund Bruun ti ljósa ríki, sum hann sær eisini í myrkrinum: »I dag skalt tú vera við mær i páradis!< Eingin hoyrir hesi trý orð uttan at kenna, at Jesus sá ljós í myrkrinum og hevði vón í deyða- num. Men so hoyrdist eitt orð, sum sýnist at vísa okkum, at ljósið hvarv ella var krógvað: >Guð min, Guð mín, hví fort tå frá mær.« Vit kenna mangt ymiskt myrkur á foldum, men tað tungasta er tað at vera burturi frá Guði, ikki tora at trúgva á hann, ikki hava hann við. Og hetta er tað myrkur, sum er um allan heimin, av ti at vit øll hava syndað og øll hava stóra skuld. Allur heimurin er syndasekur og tí fatar hann ikki Guð og sær ikki ljósið frá honum. Og hetta sama skuldi Jesus royna eina lítla letu, tá ið hann — sjálvur syndaleysur — hevði tikið heimsins skuld uppá seg og skuldi verða freist- aður á allan hátt líka við okkum. Hví tað skuldi verða so, at tað eina stund barst honum fyri, at Guð var burtur, vita og skilja vit ikki. Men so mikið síggja vit, at eisini tá varð tað ljós á hevur hansara. Hver kann kenna tað nívandi, at Guð er burtur? Aldri hin gudleysi. Hann hevur myrkursins frið í hjarta sínum. Men meira maður hevur kent og elskað Guð, meira kenst tað nivandi, um Guð verður sum fjaldur eina tíð. Og Jesusar pína, tá ið ljósið hvarv, sýnir okkum, hvussu klárliga hann annars sá tað. So var Jesus, men tað kann ikki gagna okk- um. Hann var meir enn eitt menniskja, hann var sonur Guðs. Eg veit tað, men tó var hann menniskja sum vit og pina hansara lika tung. Vit hoyra tað, tá ið menniskjusonurin rópar: »Eg eri tystur!< Hann var menniskja, og hann vil frelsa øll menniskju til at verða børn Guðs og geva okkum sonarkor, sum hann átti, og bjarga okkum heim í ljós sítt. Ljósgeislin skal skína eisini í okkara myrkri, og hann skínur her, tá ið vit trúgva á hann. Vit síggja tað, at ljós hans- ara eisini skal náa okkum, tá ið vit hoyra orðið: >Tað er fullgjørt!« So andaðist Jesus, og teir hildu, at nú hevði myrkrið lagt seg heilt um hann, men vit, sum trúgva á hann, vita, at nú fór hurðin at opnast til allljósan dag, tí at hann við trúgv og gleði kundi siga: >Faðir, í tínar hendur gevi eg anda min!« Og um vit trúgva á hann, ganga vit ikki meira í nivandi myrkri. Tá ið teir elstu kristni- boðarar vóru í Fraklandi og hevdu talað um Jesus í hellini hjá einum hevdinga, segði hann: >Um tað er satt, sum tú sigur, munkur, so vóru vit áður sum smáfuglurin, sum úti frá myrkr- inum flýgur inn í hellina og freir seg eina letu í ljósinum, men so má flúgva út í myrkrið aftur; men nú eru vit ljósins børn, ið fara hiðani inn í annað ljós.< Ja, inn í ljós fara vit, sum ber av ellum, sum vit kenna her á fold. Og um enn vit her ofta skulu sita í myrkri, so vita vit, at ljósið er til, og vit síggja geislan frá tí falla á Jesusar hevur. Og so kenst tað ikki niðamyrkt meir í hesum ónda og vandafulla heimi. Hver dýrmæt er, Guð, tín miskunn! Undir skugga veingja tína sekja mannabernini skjól! Tí hjá tær er lívsins kelda, í tínum ljósi vær skoðum ljós.