mikudagur 8. februar 1978síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Skattaspurningar
Havi eg fingið
ov nógvan skatt?
Eg fari at biðja tykkum
um at svara mær uppá
niðanfyristandandi spurn-
ing:
Skattskylduga inntek-
an hjá mær í skattaári-
num 1976/77 var kr.
14.400,00. Eg bleiv hækk-
aður upp til kr. 62.200,00.
Av hesum fekk eg ein
samlaðan skatt uppá kr.
23.000,00.
Spurningurin er um eg
ikki havi fingið ov nógvan
skatt, og um hækkingin
ikki er ov stór.
Eg hevði verið fegin um
tygum hevdu svarað
mær.
18 ár
Svar:
Út frá spurningi tygara
kann verða gingið út frá,
Regin Thomsen svarar
at tygum búgva í eini
kommunu, har skattapro-
centið er 15, og har eingin
kirkjuskattur verður
roknaður. Roknað verður
við at tygum eru ikki
uppihaldari. Utrokningin
av skattinum verður gjørd
soleiðis:
Sjálvuppgivin innteka kr.
44.400,00, Skattainntek-
an (+ 40%) kr. 62.100,00,
Kommunuskattur — 15%
kr. 9.315,00, Landsskatt-
ur kr. 12.658,00, Pensi-
onsgjøld — 2,5% av
44,400,00, kr. 1.100,00.
Skattur tilsamans kr.
23.087,00.
Henda útrokningin er
galdandi fyri skattaárið
1976/77, t.v.s. tað tidar-
skeið, har skatturin av
inntøkuni í 1975 verður
goldin. Fyri inniverandi
skattaár, 1977/78, vildi
skattaheildin, orsaka av
at landsskatturin er lækk-
aður, verið kr. 23.027,00.
Av hesum sæst, at ålikn-
aði skattur tygara helst er
beinur.
R.T.
Pensionista-
felagið
Vanligur fundur verður
hóskveldið kl. 19,30 á
Hotel Hafnia.
Ungir telvarar
Framhald frá forsíðuni
Grundarlag er skapt
fyri hesum í samráðingum
við Kanada, men góð-
kennir stjórnin har bert
slíkar sáttmálar, sum eru
gjørdir beinleiðis millum
foroyskt og kanadiskt vin-
nulív, hetta liggur sostatt
ikki longur á stjórnar-
pláni.
Grønlandsrættindi
— Rækjukvotan er åsett i
samrådingum millum Før-
oyar og EEC, vil tad siga,
at i framtidini skal sam-
rådast vid Briissel um all-
an fiskiskapin i Grøn-
landi?
— Samrådingarnar um
rækjurnar i Grønlandi og
sildina i Skagerak eru
fyrst og fremst førdar við
donsku stjórnina, men tað
er greitt, at tað eisini er
talað um hesi viðurskifti í
Bruxelles, uttan at bein-
leiðis hevur verið sam-
ráðst um tað.
Tað er greitt, at felags-
marknaðurin nú er med-
ognari av hesum rækjum
og at kvoturnar skulu
registrerast á einum stað,
tí slepst ikki undan at tala
um tær, men eisini í fram-
tíðini vilja vit halda fast
um, at meginsamráðing-
arnar um grenlandsrætt-
indi vilja vit fera við
donsku stjórnina og gren-
lendska landsráðið.
Sum sagt ein fjórði
partnari er nú inni í mynd-
ini og hevur hann mun-
andi ávirkan.
— Hvussu stór er saml-
aða rækjukvotan við
Vesturgrenland í 1978?
— Eftir samráðingarnar
millum Kanada og felags-
marknaðin góðtóku hesir
tilmæli fiskifrødinga um
eina heildarveiðu uppá
40.000 tons á økinum mill-
um Kanada og Grønland.
Av hesum vilja kanadiu-
menn byta ut 1000 tons,
meðan felagsmarknaðurin
skal taka sær av hinum
39.000 tonsunum.
Licensskipan skal set-
ast í gildi, soleiðis at bæði
Kanada og felagsmarkn-
aðurin geva skipum loyv-
isbrev. Um tað verður
grenlandsmálaráðið, sum
her kemur inn í myndina,
er ikki avgjert enn.
— Hvussu við aðrari
føroyskari veiðu undir
Grenlandi í 1978?
— Ja, loyvt er at veiða
innanfyri tær rikisdonsku
kvoturnar av kongafiski,
svartkalva og eðrum, men
toskaveida er so fyribils
bannað fyri aðrar enn
grønlendingar.
Vid Eysturgrønland
verður vónandi møguligt
at veiða væl av summar
lodnu, nakað av rækjum
og kanska nakað av svart-
kjafti á Dohrn bankanum,
og síðan vónandi nakað av
svartkalva og toski, men
hetta seinasta er ógvuliga
óvist enn.
Býtislutfallið
— Er lutfallið millum tað
vit lata og tað, EEC letur
eðrvísi enn tað hevur ver-
ið, og um so er, til fyrimun
fyri hvenn er tað?
— Tað er torført at
siga, fyri bådar partar er
galdandi at loyvda veidan
er munandi minni enn
veruliga veidan hevur ver-
ið árini frammanundan,
men í virði er tað, sum
foroyingar fáa á pappir-
inum væl sterri enn tað
EEC fær, um tú hevur
Grenland inni í myndini.
Hinvegin kann sigast, at
er Grenland uttanfyri, fær
EEC á pappirinum nokk
nakað meira enn feroying-
ar.
Hesar virðismátingar
kunnu setast upp á tús-
und ymsar mátar, og fyri
mær er tað sum hevur
mestan týdningin, at tað
ein fær er nóg mikið til
Landsynningur megi 4
til 6, skýggjað ella
samdrigið og regn ella
vátakavaælingur.
Annars gott sýni. Hit-
in millum 2 og 4 stig. Í
kveld regn av útsynn-
ingsleiðini, lýggjari,
hitin millum 4 og 6 stig
Í og toluligt sýni.
tørvin, og at tað, ein letur,
hevur ein ráð at lata.
Sum kunnugt kunnu
vit, sum er, fiska allan
tann upsa, kongafisk og
blálongu okkum hóvar,
uttan at heimaflotin er
nervaður av EEC fiski-
skapi innan hesar stovnar.
Ødrvisi er vid toskinum og
hysuni, her lata vit veru-
liga nakað, sum vit sjålvir
kundu veitt.
Her lå eisini hin størsti
meinbogin fyri semju,
høvdu vit kunnað latið
10.000 tons av hesum
stovnum, vildi sáttmáli
verið lættari at fingið.
Bretar mótmæla
— Er samráðingarúrslitið
merkt av, at partarnir nú
vildu hava hetta frá hond-
ini og tí ikki stóðu so fast
við teirra upprunaligu
krøv?
— Nei, tað haldi eg
ikki. Líkindi vóru ikki fyri
semju fyrr enn nú. Haldi
tað er fyrstu ferð komm-
issionin veruliga hevði
mandat (heimild) at gera
sáttmála. Men úrslitið var
merkt av, at í hesi vikuni
eru samráðingar við norð-
menn, og bæði teir innan
EEC, sum eru veruliga
hugaðir fyri sáttmála við
Feroyar og vit, máttu
hava í huga, at tað er sami
fiskur norðmenn og vit
veiða. So ikki var vist, at
alt tað, sum nú var undir
borði til Feroyar, fram-
vegis var tað í næstu
viku. Her er at hava í
huga, at bretar eru lítið
hugaðir fyri sáttmála við
Feroyar, tá so lítið bleiv
av toski og hýsu, meðan
teir eru altráir eftir einum
sáttmála við Noreg. Fisk-
urin EEC skal lata er sum
kunnugt nærum allur á
bretskum eki.
— Vóru bretar við í
samráðingunum?
— Ja, og teir hava mót-
mælt úrslitinum, men hini
8 londini og vit vænta, at
tá sáttmálar eru undir
borði bæði við Noreg,
Sveríki og Spania, so góð-
tekur ráðið allar, eisini
hendan millum Feroyar og
EEC.
Hendir tað, at ráðið let-
ur hesar sáttmálar falla,
standa vit sjálvandi ó-
heftir.
Fleiri samráðingar
— Hverjar samráðingar
eru eftir í 1978?
— Póland, Eysturtýsk-
land og Svøriki hava biðið
um samráðingar um
svartkjaftafiskiskap.
Vit hava biðið USA um
samráðingar, serliga við-
víkjandi hemaraveiðu og
kanska fyri at kanna
Alaska meguleikarnar
nærri, hóast hesir ikki
tykjast liggja fyri í næstu
framtið.
Nakrar samráðingar
skulu verða við Kanada
um veiðu innan teirra
fiskimark í sokallaðum
.»Others« kvotum, serliga
viðvíkjandi = toski og
lodnu.
Harumframt verða
framhaldandi samráðing-
ar gjøgnum árið í teim.
sonevndu >blandaðu<
nevndunum, sum skulu
fylgja við, at veitt verður
eftir avtalaðum reglum.
Slíkar nevndir eru av-
talaðar við Noreg, Sovjet
og EEC.
BLAÐTALVIÐ
Hvítur
Andrias Ziska
B b2—c3
24.
Svartur
Luitjen Apol