leygardagur 11. februar 1978síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 11 — 11. februar 1978
sosialurin
lesarabrøv
Síða 11
Atli Dam besti
samráðingarmaður
Sum ellum kunnugt hevur
hetta landsstýrið havt úr
at gjørt við at samráðst
um fiskirættindi føroy-
inga, eftir at fiskimarkini
eru útflutt, men eitt eru
vit ell somul samd í, og
tað er, at uttan Atla Dam
sum samráðingarmann
hevði ikki verið so frægt
komið burturúr, sum tað
er. Tað bleiv dyggiliga
undirstrikað av sjálvum
Paula Ellefsen í útvarpi-
num seinast, tá orðaskift-
ið bleiv útvarpað, tí er tað
Jú, rætt hevur Nepper
Cnristensen landfúti, tå ið
hann heldur, at stersti
vandin fyri einari stórari
vanlukku er við flogvellin
í Vágum, men eg vil
halda, at vandin er ikki
minni í sjálvari Servágs
bygd, vegna tess, at tað
dagliga verður flogið fleiri
ferðir yvir sjålvari bygdini
við ymiskum flogførum og
harafturat hava vit her í
bygdini eina ta sterstu
megingoymslu (depot) í
landinum av ti mest eld-
fima brennievninum, ben-
sin, fyri allar Feroyar.
Henda goymsla (6 stórir
tangar), sum bygdir vórðu
av bretum undir seinra
krignum, er eisini ein stór-
ur vandi fyri bygdina.
Hesir tangar eru nú
vorðnir gamlir og kunnu
tískil skjótt fara at leka og
av ti at teir liggja á havn-
arøkinum, so er stórur
vandi fyri dålking og eðr-
um, sum verri er.
Eybjern Jakobsen held-
ur fyri í 14. September,
tann 4. feb., at tað hevði
verið áhugavert, um fólk
hevdu eitt sakligt tjak og
settu fram sínar metingar
um teir trygdarspurning-
ar, sum standast av hes-
um. Her haldi eg við Ey-
bjørn Jakobsen. Fólk
kundu sagt sínar hugsanir
hesum viðvíkjandi, serliga
nú, tá ein landsumfatandi
ætlan er í umbúnað.
Eg skal við hesum
royna at gera minar met-
ingar hesum viðvíkjandi
og skal eg bert halda meg
á tí lokala økinum her i
bygdini og í Vágum.
Eitt er greitt og tað er,
at flogvellurin við teirri
manning og við teimum
amboðum, sum har eru,
má hava eitt serstakliga
gott samarbeiði við Vága
Bjargingarfelag og eisini
við tey lokalu bygda-
brandlið, sum eru í Ser-
vági, Miðvági og Sanda-
einki uttan lótir, tá P. E.
framhaldandi vil trútta
inn í tær veiku sálirnar,
sum eftir eru, og sum ikki
duga at hugsa flokspolit-
iskt, at einki er komið
burtur úr teimum sam-
ráðingum, sum hava ver-
ið. Eftir hesum at døma
man P. E. halda feroy-
ingar vera steinbýttar, so-
leiðis roynir hann at vill-
leiða fólkið. Fyrst rósar
hann legmanni sum ein
dugnaligan mann og polit-
ikkara, og so nakað aftaná
kemur hann fram í Dimmu
og spillur hann út. Ja
hann klæðir hann næstan
úr. Hvar er logikkurin
Ellefsen. Nei, vit minnast
enn, hvat P. E. segði í út-
varpinum, og ti nyttar tað
als einki at fortelja nakað
heilt annað nú. Nei Ellef-
sen; Atli og hansara menn
hava fingið almikið burtur
úr, har teir hava verið.
Vit lurta ikki eftir hvat
Ellefsen hevur at siga, tað
hevur als ongan týdning.
Atli Dam og tit, góða
eydnu framyvir.
Heilsan
ein klaksvíkingur
*k ÍK
Ein flogvanlukka í Vágum — hvat so?
vági. Ti tað verður ikki so
nógv, manningin á flog-
vellinum kann gera einsa-
mell, um nakað skuldi
hent uttanfyri flogvallar-
ekið við einum flogfari.
Hinvegin kann manningin
(ein partur av henni)
hjálpa til í einari stødu i
onkrari av bygdunum,
sum einki hevði við flúgv-
ing at gera. Ti krevst her
eitt gott samarbeiði. Tað
nyttar lítið bert at hava
hetta skrivað á einum
pappiri, her mugu menn
koma saman og planlegg-
ja og tosa um, hvat er at
gera í einari stødu, har
brúk er fyri einum bjarg-
ingarliði. Helst skuldi tað
verið soleiðis, at einir 15 —
20 mans vistu framman-
undan, hvat teirra upp-
gáva var í einari slíkari
steðu. Ti ein hevur sæð
ruðuleikan, sum ofta er, tá
eldur er í einum bygningi.
Hvar menn í slekkiliði-
num ganga um beinini á
hverjum eðrum og eingin
veit, hvat hann skal gera.
Her skal kunna gangast
fram eftir einari midvisari
ætlan, lagaðari umsteðu-
num. Hetta kann lata seg
gera við at samskipa tær
kreftir, sum eru til taks.
Við at tosa saman um tað
ymiska nakrar ferðir um
árið (endurskoða tær ym-
isku uppgávurnar).
Nú verður flogvellurin
longdur og tað verður iva-
leyst ein stórur bati hjá
teimum nýggju stóru flog-
førunum. Samstundis
nærkast flogbreytin
bygdini og verður ti betri
at koma til floglinjuna yið
akførum, sum er neyðugt
hjá einum bjargingarliði.
Men tekur ein floglinjuna
suðuryvir móti vatninum,
so er eingin møguleiki at
koma til har við akførum.
Hetta haldi eg vera vert
hjá avvarðandi byggi-
myndugleikum at hugsa
um.
Eisini verður ein nýggj-
ur terminalbygningur tik-
in í nýtslu nú ein av teim-
um fyrstu døgunum. Eftir
stendur so tann gamli
terminalbygningurin, og
hesin kann koma væl við
hjá bjargingartænastuni,
bæði sum goymsla og eis-
ini sum ein miðsteð hjá
bjargingarliðunum í einari
stødu, hvar tað er brúk
fyri slíkari miðsavning.
Tað er greitt, at undir ein-
ari bjargingaratgerð má
tað vera ein høvudsmid-
stød, hvar manningin fær
fyriskipanir og kann fáa
aðrar leiðbeiningar.
Sjálvandi mugu tey
fólk, sum meguliga koma
at vera knýtt at hesari
tænastuni, hava eina holla
útbúgving í fyrstu hjálp
og møguliga eisini aðra
útbúgving í samband við
flogferðslu. Hetta kann
gerast við einum samar-
beiði við fútan, sum er
ovasti leiðari fyri bjarg-
ingartænastuni á landi.
Samarbeiðast má eisini
við Reyða kross, Marinu-
stødina (helikoptarin),
læknar, sjúkrasystrar og
aðrar stovnar.
NITTO
DEKK
Allar vanligar
staddir á
goymslu og við
hvitum síðum
Edvin Hammer
Bilverkstað
Undir Heygnum 22
3800 Tórshavn
Tlf. 133 78
At arga — ella ikki at arga
Nú er eitt sindur fráliðið
síðani at løgmansrødan
varð umrødd i løgtingi-
num.
Her i bygd mini er lítið
at fara til um kvøldarnar,
og ti sat eg vid åhuga og
lurtaði eftir, hvat teir
ymsu menninir og flokk-
arnir hevdu at bera fram.
Tá orðaskiftið var liðugt,
royndi eg líkasum at fáa
eitt samandrag av tí, sum
hver flokkurin bar fram,
men hetta er ofta nokk so
ringt, tí undir einum slík-
um orðaskifti hava menn
hug at sveima so viða og
nerta við so nógv mál,
Eitt annað, sum eigur
at verða útbygt munandi,
er vatnveitingin, bæði við
flogvellin og eisini í Ser-
vågi.
Hetta vóru nakrar hug-
leiðingar um steðuna her á
plássinum. Men eitt veit
eg, tað kann gerast nógv,
um bert ein fær eitt gott
samstarv um eina góða
skipan fyri allar tær kreft-
ir, sum skulu til í einum
føri, har tað er brúk fyri
einari effektivari bjarging-
artænastu á landi. Eg
meini ikki, sum tað stend-
ur í 14. Sept. tann 28.
jan., at vit ongar møgu-
leikar hava at hjálpa, tá ið
á stendur.
Annars gleðir tað meg
at lesa, at fútin er farin í
gongd við at fáa til vega
tey neyðturvuligu amboð-
ini, sum skulu til í slíkum
føri og at arbeiðið vid at
gera eina landsumfatandi
bjargingarskipan er í
gongd.
Vónandi verður alt
hetta skjótt ein veruleiki.
Frits Jacobsen
Servági
Goymsla hjá Andreas Hammer Runavík
men samanum tikið kann
man tó fáa eina hylling á,
hvat hver flokkur vil. Men
tað er ein flokkur, sum tað
er vónleyst at finna út av,
hverja stødu hann hevur í
foroyskum politikki í dag.
og tað er sambandsflokk-
urin.
Tann nýggi formaðurin
fyri henda flokk, sum eis-
ini var framsegumaður,
nýtti helvtina av talutíðini
til at tosa um endan av
løgmansrøduni, ið bert
snúði seg um nakrar regl-
ur, og hina helvtina nýtti
hann til at fortelja eina
segu um ein handilsmann,
ið reðarin kendi, sum
hevði sagt fyri honum, at
tað sum interesseraði
hann, var hvussu nógvir
pengar vóru í kassanum,
tá árið var úti. Hetta vóru
nú ikki nekur nýggj tid-
indi, ti tað er ein sjálv-
fylgja, at tað sum hevur
áhuga hjá einum handils-
manni, tað er, hvussu
nógv er í kassanum, tá ið
árið er úti.
So nýtti hann hetta
dømid til at samanlikna
vid landskassan og helt,
at hetta sama måtti galda
fyri hin føroyska lands-
kassan. Men her haldi eg,
at revisorurin fer heilt
skeivur, ti um landskassin
er fullur, tå figgjarårid er
úti, so er grundin tann, at
løgtingid hevur tikid ov
nogv frå folki i skatti og
tolli, og tað kann væl ikki
vera ætlanin.
Sum samanlíkningar-
grundarlag var hetta heilt
við síðuna av.
Ein annar reðari úr
sama flokki gjerdi á sama
hátt. Hann nýtti fyrstu
helvtina av talutidini til at
fortelja um eitt rumdar-
far, sum skuldi lenda aftur
å jørdini, og hina helvtina
um eina ferð sum Alex-
andur tann stóri gjørdi til
Adriatarhavið til at vitja
Keltarnar — alt hetta var
áhugavert at lurta eftir,
men hetta hevði einki við
politikk at gera.
So í triðja lagi var tað
sambandstingmaðurin
fyri Suðuroynna, sum eg
beit serliga merki í, tá
hann tosaði um skúlamál
og greiddi frá, at javnað-
arflokkurin hevði verið við
til at yvirtaka studenta-
skúlan í Hoydelum. Um
nú hesin tingmaður, sum
mær er sagt er lærari,
segði ósatt við vilja, veit
eg ikki, ella hann sum
skúlamaður er so óvitandi
um okkara skúlaviður-
skifti, at hann ikki veit, at
hesin skúlin altíð hevur
verið føroyskur burturav,
líka síðan hann varð sett-
ur á stovn.
Eftir at hava hoyrt alt
hetta, var eg ikki førur
fyri at gera nakra metan
av, hvenn politikk sam-
bandsflokkurin rekur í
dag, men so hugsaði eg, at
tað var min egna skuld, tí
eg ikki havi fylgt nóg væl
við.
Men nakrar dagar seinni
skrivaði formaður sam-
bandsfloksins nakrar við-
merkingar til løgmansrød-
una í Dimmalætting, og
tá fekk eg váttan fyri, at
tað ikki var min skuld, at
eg ikki kundi finna nakað
reelt politiskt stavnhald
hjå hesum flokki, ti tad
sum henda grein hansara i
høvudsheitinum snudi seg
um, var at arga ella —
ikki arga løgmann.
Eg hevði trúð, at allir
menn og allir flokkar, sum
eru valdir á ting, kendu
sína ábyrgd fyri okkara
fólki og landi í hesum tið-
um, har foroyingar
kanska standa yvir fyri
teirri stærstu avbjóðing,
sum okkara fólk nakrantið
hevur staðið yvir fyri. Og
so at konstatera, at ein
flokkur, sum fyrr hevur
havt menn, ið eftir mínum
tykki hava kent sína á-
byrgd, nú hevur fingið ein
nýggjan formann, sum i 3
ár sigur seg at hava havt
sum hevuðsuppgávu á
logtingi at arga ella ikki at
arga, jú sanniliga, her er
broyting hend so tað mun-
ar.
0.
— eg havi
lisið tað
sjålvandi!!