Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. februar 1978síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 11. februar 1978 sosialurin lesarabrøv Leninisma og samfelag okkara Okkum i Føroyum tørvar sanniliga samfelagsbroyt- ingar. Okkum tørvar meiri rættvisi, meiri javnað, greiðari politiskar skoðan- ir, vísindaligar politiskar sannkenningar og stætt- armeðvit. Politikkur í Feroyum hevur síðan sín uppruna verið sjónleikur, (tragikomikkur) persón- ligar útspillingar og lítið annað. Hann hevur stutt sagt aldri verið politikkur. Ting okkara hevur verið ein barnagarður, har narrisuttir hava verið býttar út, og har vaksnir menn hava klandrast utt- an vit, skil ella politiskt meðvit. Ti er demokrati ella tingræði okkara ikki annað enn eitt onki týð- andi spæl, sum eins væl kundi fyrigingið í sjón- leikarhúsinum við Dario Fo sum hevunda. Men í seinastuni eru andsteður farnar at spíra. Andstødur tryggja van- liga lív fólkaræðisins. Birta andsegnir, tjak, pol- itiskt stríð, sum kveikir lív í fólkaræðið. Vónir kveiktust í mongum vón- brostnum sálum, tá »Kommunistiski flokkur Føroya« stovnadist. Summi hildu, at her var talan um veruligan flokk av folki, sum vildi stridast fyri javnrættindi, sosial- ismu og frælslyndi. Sam- stundis hava vit hoyrt um Oyggjaframa (marx-lenin- istar), sum royna at koma fram at vid vinstrasinnad- um politikki. Men eftir at ein hevur lisið blød teirra ARBEIÐ- IÐ OG TÍÐINA so hugsar ein tíverri sum so, at her er ikki talan um nakra ny- skapan í feroyskum poli- tikki. Her eru somu tragi- komisku láturligu ispegl- arnir farnir at endurtaka atburdin hjå tingmumiu- num. Hesi bædi blød fåa sitt tilfar av at skjota eftir hvørjum ødrum vid fras- um, bibilskum sitatum og trúarsetningum, so at ein skuldi trúð at hetta vóru blød hjá ymiskum bar- dagahópum hvítusunnu- samkomunnar. Tað sum fekk meg at tríva í skrivimaskinuna var grein í SOSIALINUM hin 28. januar, nevnd »terrorisma, parlamentar- isk yvirgongd ella Lenin- isma.« Lat meg ti byrja vid at vidgera hesa grein. Henni væntar eitt sindur av kommentarum nevni- liga. At OFML-arar hava verið á skótaferð i Noregs fjøllum og fingið nýggj nevn og lært at skjóta sum aðrir partisanar, tað ræðir okkum vónandi ikki. Vit hava flest øll spælt cowboy og indianar- ar sum lítlir, og um hug- urin heldur fram inní vaksnamannaaldur, so væl gagnist. Vit hava eis- ini verið skótar mangir av okkum, og har hava vit lært okkurt partisanhal- loy. Stuttligt summir tóku tað álvars- liga. Men at fara at berj- ast partisankriggj móti NATO ella WARZAWA- londunum, við føroyskum leysakrútpistólum, tað man vera at flyta Vietnam eitt sindur ov nær Fer- oyum. Og hver skjýtur fyrsta skotið av maskinbyrsuni? Formaður Havnar Ar- beiðsmannafelags? Ella... Nú ætli eg hvorki at men fara at ákæra Kommun- istaflokkaklikuna ella OFML fyri terroristiskar ætlanir, men greinskriv- arin >skelkaður< í Sosial- inum kann jú ikki annað enn taka undir við, at » Arbeidid« og felagar tess liva i dreymamyndini um at Havnar Arbeiðsmanna- felag stendur búgvið vid maskinpistólum til at gera kollvelting. Hetta er jú evnið í næstan hverjum blaði haðani. >Feroyingar eru til reiðar at taka loys- ing við vápnamegi< segði umboðsmaður teirra í Ís- landi 1. desember. Og hver er fyrstur? Arbeiðs- mannafelagið? Ella SUP- ERLAND??? Annað mál er, at um so skuldi verið, at ognar- valdið beitir vápn móti folkinum, so er ikki annað at gera enn at verja seg. Um NATO og legreglan og kapitalistarnir í Feroy- um fara at skjóta ar- beiðsmenn sum leggja niður arbeiði og fara í verkfall, so er staðan ødr- visi — tá er talan um borgarastrið. Men kann talan vera um hesa steðu? Hon er megulig. Major Jensen-gølan týðir tann vegin, at NATO-herliðið har blanda seg, um foroyingar ætla at taka ræðið yvir egnum landi. Og løgreglu- menn »okkara« (Quisling- arnir) eru eftir »arbeisins« uppi ætlar sær at og »Magns« frágreiðing litið frægari — hví skuldu teir annars vant seg at skjóta eftir fólki? Vit eru bert 40.000, elskaðu løg- regluhetjur, so tá tit hava skotið okkum øll, hvønn ætla tit tá at skjóta? Hava tit ikki lisið ov nógvar cowboybekur ella krimi- nalromanir? Heilavask er heilaskaði. Fyri at gera langt tjak stutt: eg eri samdur við Lenini um metingar hans- ara um steðuna í Russ- landi 1917. og hann tók tann kjansin hann átti at taka, og sigraði tibetur Men hetta týðir ikki tað sama sum at hugsanir Lenins galda ævigt og í hverjum einasta samfelagi og hvar sum helst í hverji sum helst steðu. Hetta er dogmatisk hugsan, sum leiðir okkum inn í trúar- lívið. Vit eiga at skoða Lenin eins og aðrar seguligar persónar, vit eiga at døma hugmyndir hansara eftir teirri stødu og teim segu- ligu umsteðum sum vóru galdandi tá. Hvorki Billy Graham ella Lenin eru ævigt galdandi, teir eru skaptir av seguliga og samfelagsliga umhvervi teirra, og at »trugva« a setningar ella skrivtir teir- ra dogmatiskt, tað er fjart frá allari seguligari ma- terialismu Vit kunnu hverki yvirfera setningar Lenins um russisku koll- veltingina ella Ho Chi Min-hugsanir um Viet- nam-stridid á førovskan politikk i 1978 Ti politikkur i Føroyum i dag er ikki politikkur Hann er tvætl, personlig- heitir og barnagarðslótir Vit hava kanska havt problemfrian frið alt ov leingi, vit hava gloymt álvaran í politikki. Stætt- arfelogini eru eitt eiti, allir berjast móti hverjum eðr- um persónliga, spilla hvenn annan út, liggur onkur niðri, stendur tú uppi Fólkið er býtt segði ein gamal legmaður. Men hvat kunnu vit gera við leninismuna? Ongin veit hvat hon er, ongin veit, hvat vit skulu gera við hana, og hon kann ikki brúkast ” Vita tygum....... at FØROYA BANKI eisini kann avgreiða....... Skatt S.E.V. Telefon Giro-inngjaldingar og annars allar vanligar flytingar. Vit kunnu hava hesi skjól um hendi og so avgreiða gjøldini so hvert. FØROYA BANKI vil altid, um tygum ynskja tað, vera leiðbeinari i figgjarspurningum. Flytingar av peningi, runt knøttin, greiðir FØROYA BANKI fyri tygum, skjótt og væl.