leygardagur 18. februar 1978síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 18. februar 1978
Tað er soleiðis, at eldri ein
verður, tess oftari koma
deyðsboðini av vinum og
kunningum, og hverja
ferð tey koma, so er tað
eins og tað verður kutað
eitt petti av einum sjálv-
um.
Soleiðis kendi eg tað, tá
eg frætti, at góði vinur
min Gunnar Dahl Olsen,
fyrrv. sýslumaður var
deyður. Gunnar Dahl Ol-
sen hevur allar sinar dagar
verið ein navnframur mad-
ur, so eg hevði hoyrt hann
gitnan og eisini sæd hann,
ådrenn eg hitti hann per-
sonliga.
Eg visti, at hann var
føddur suduri i Vågi. Sein-
ni havi eg fleiri ferdir verid
i fødingardagsveitslu hjå
honum, og veit sostatt, at
hann var føddur 31. au-
gust 1899. Fødingardags-
degurðin var altíð fekst
kókað lambakjet við fesk-
um eplum afturvið, men
ongari sós, eftir gomlum
foroyskum siði
Hann starvaðist fyrst
suðuri í Vági sum postav-
greiðslumaður og sóknar
fúti, og í 1929 kom hann
til Vestmanna sum sýslu-
maður fyri Streymoyar
sýslu, og har sat hann so
til 1969, burtursæð frá
tveimum skiftum. Í 1932
til 34 var hann settur sýs-
lumaður í Vágum, og frá
1956 til 59 var hann settur
sýslumaður í Norðoyggj-
um.
Fyrstu ferð eg hitti
hann á máli, var tá menn
úr Feroyum vóru í Dan-
mark fyri at veita pening
til SEV. Eg starvaðist við
foroyska útvarpið í Keyp-
mannahav -. og hevði eina
samreðu +. hann.
Eg minnist, at hann
segði m.a.: >Ég segði við
statsministaran, sum er
Feroya-ministari, — nú
eri er komin higar at fáa
pening, og eg fari ikki av-
stað aftur, fyrr enn eg
havi fingið tað, sum okk-
um tørvar. Eg havi góðar
stundir. Eg seti meg á
trappuna her at bida.«
Hetta var sjálvandi
sagt skemtiliga, men aft-
anfyri skemtið lá ein aft-
urundirgerð av álvara,
sum eyðkendi mannin.
Í 1956 komu vit báðir so
til Klaksvíkar. Hann sum
sýslumaður, og eg sum
sóknarprestur. Hann búði
ta fyrstu tíðina hjá mær,
og her lærdu vit hvenn
annan at kenna, fingu
virðing hver fyri ødrum,
og knýttu eitt vinarband,
Haldið
sum ongantið dragnaði.
Gunnar var ein stás-
maður, ein heiðurs maður,
ein mentunar maður. Tað
var stuttligt av vakna
snimma á morgni og
hoyra Gunnar syngja og
spæla uppá klaver niðri í
stovuni, og eg gloymi
ongantíð kvøldarløturnar
á kantórinum hjá mær,
har eg hugtikin sat og
lýddi á, meðan Gunnar
segði frá. Bert spell, at eg
ongan annan luttakara
hevði undir lonini tá.
Gunnari dámdi væl at
vera á floti. Hann gabbaði
ofta um allan tann seið, ið
var í Vestmannasundi,
men tað vóru glómur í
honum, fyrstu ferð vit
vóru á Galvinum, og hann
sá allan seiðin, ið slóst í
vatnskorpuni. Eg minnist
at vit bådir, Gunnar og
eg, høvdu tráðu, meðan
lærarin ur Lorvik, sum
eisini var á Galvinum við
synum sínum, hevði rund-
dorg.
Vit fingu bert ein seið
av og á, meðan lorviking-
arnir drógu upp í bátin
Hetta dámdi Gunnari lit-
ið, og einaferð bátarnir
vóru so nær, helt hann
fyri við Petur Michelsen:
»Sleppid tykkum aftur at
landi, áðrenn báturin
sekkur. Tá læði Petur.
Gunnar segði, at sær
dámdi onki runddorg.
Men næstu ferð vit fóru,
høvdu vit runddorg.
Teir kallaðu hann
Gunnar blíði, og hetta
navn bar hann við æru.
Bodil Kock segði einaferð
við meg, at Gunnar var
besti vertur, sum hon
nakrantid hevði gist hjá.
Tað var nakað háborið
yvir honum. Og Bodil
legði afturat, »Eg harmist
um, at Hai og Gunnar
ongantíð hittu hvønn ann-
an. Ti Gunnar var maður-
in eftir Hals hjarta.«
Gunnar dugdi eisini so
væl at taka fólk, sum ill-
brýnt kom inn á sýslu-
skrivstovuna. Hann kundi
fara til ein mann, sum
stóð og deildi um onkran
órætt: >Tygum eru ein
hampamaður, komið innar
til mín og fáið tygum eina
sigar.< Tað bar so illa til
at vera illur vid ein mann,
sum er so vælsignað blíð-
ur.
Gunnar var gudrekin
maður. Tá okkurt gekk
illa í hond, kundi hann
taka til: »So, so vælsign-
að, stúrið ikki, minnist til
at Harrin livir.«
Gunnar Dahl Olsen slóknaður
Tað var sjálvandi at ein
maður við so nógvum rík-
um evnum, sum Gunnar
hevði, hevði nógv álitis-
starv. Hann var semings-
maður fyri Norðurstreym-
oyar prestagjald frá 1929
til 59. Limur í kirkjuráð-
num í Vestmanna frá 1937
og formaður frá 1945.
Kommunuformaður fyri
Vestmanna sókn frá 1939
til 65, Semingsmaður Fer-
oya frá 1937 til 58, og
stjórnarformaður fyri
SEV frá 1946 til 75 og fyri
ognarfelagið frá 1957 til
69. Aktiónsleiðari fyri
Norðurstreymoyar presta-
gjald frá 1937 til 66.
Gunnar var riddari av
Danebrog, og hevði ann-
ars fleiri útlendsk heiðurs-
merkir. Hann var fólka-
floksmaður, men hann
plagdi at siga. at hann
ikki ]
politikara. Partvis ildi
hann altiå atkvøda fyri ti.
helt seg dugæ sum
sum hann helt vera rætt,
annaðhvert tað vóru fól-
kafloksmenn, sambands-
menn, tjóðveldismenn,
javnaðarmenn, sjálvstýr-
ismenn ella framburðs-
flokkamenn, sum høvdu
sett uppskotið fram. Og
partvíst átti hann so
nógvar góðar vinir í ellum
flokkum, at hann helt tað
vera best ongantíð at fara
inn á ting.
Gunnar giftist tann 22.
juli 1923 við Johonnu
Dahl, dóttur Johan Jacob
Dahl í Vági. Hon doyði í
1959, meðan hann var
sýslumaður í Klaksvík,
men hon varð jarðað í
Vestmanna. Eg kendi
hana væl. Hon var ein
dugnalig kona, og eitt
hampafólk.
Tað er legið at hugsa
sær, at tá ein kemur aftur
til Feroya, so metir ein
ikki Gunnari meira. Ég
havi honum nógv at takka
fyri. Gud gleði sál hansara
i Himmiriki
Johan Nielsen
Sida 15
Elsti borgari i Havn farin
Nú fór Sanna av Skarði,
elsti borgari í Havn, hon
gekk á 102 ári. Sanna av
Skarði er kend um alt
landið av so mongum, ikki
ti hon gjørdist 101 ára
gomul, men frá sínum
langa lívsstarvið sum
matmóður og hondar-
beiðslærarinna á Feroya
Fólkaháskúla.
Hon giftist Símuni av
Skarði, eðrum av stovnar-
unum av føroyska háskúl-
anum. Hon kendi mangan
til. hvat tað hevði at tyda,
at hava tungt us, ti ikki
bara høvdu tey sini børn,
men eisini ein stóran ung-
domsflokk å håskulanum
Sanna og vóru
bæði lærarafólk frá 1896 á
Foroya læraraskúla. Hon
var lærarinna í Fuglafirði,
Leirvik og á Hellunum í
árunum 1897—1900 hað-
ani hon fór á Vallekilde
háskúla. Tey giftust í
1901 og tá var háskúlin
longu byrjaður. Fyrst helt
hann til í Klaksvík, síðani
í Fegrulið, haðani skúlin
so flutti til Havnar, har
hann stødugt er
Sanna var sera dúglig í
ellum. Hon arbeiddi so at
Símun
siga til sin
hon
doyggjandi
hjålpin
Sum
inna
gjerdist 0-
matmóður, lærar
og håskulamamma
var hon framur
I árbókini hjá Føroya
Folkahåskula fyri 1971—
72 skrivar Steinbjørn B.
Jacobsen, háskúlastjóri,
hetta um Sannu a
Skarði:
Hon var kona Símun av
Skarði, verður ofta svar-
að, ið so nógv ítekiligt og
lætt ávísiligt liggur eftir.
Sanna av Skarði var
Simuni ein góður stuðul
aftan fyri alt tað, hann
gjørdi. H Bis ig
antið i, at tað, sum tey
bæði arbeiddu fyri, var
rætt. Hetta m
fasta stavnhald gjørdi, at
hon var bersegin og læt
sær ikki alt siga
Nú, tú talar á gamlar
næmingar, er tað ofta júst
hetta, teir
fyri
Sanna var í eir
aldur matmóðir á Feroya
Fólkaháskúla, samtiðis
sum hon var lærarinna í
handarbeiði. Hetta fyrsta
iåvisa og
rosa Sonnu
mans-
var ikki altid lætt, el
kundi tað verið, at um ikki
júst Sanna var vorðin
matmóðir. at tað so kans-
ka eingin håskuli hevdi
verið í Feroyum
Tá ið Sanna var handar-
beiðslærarinna, var tað
ikki so vanligt at hava
handarbeiði foroyskum
skúlum, men eisini hetta
megnaði hon sera væl
Stuttligt var at hoyra
næmingarnar, ið fyri 50
árum síðani gingu á há-
skúlanum, nú tær vóru
saman, tala sinåmillum
um tað, ið tær hevdu lært
av handarbeiði hjá Sonnu
av Skarði
Sanna legði lunnar und-
ir handarbeiðið, sum dótt-
irin so dúgliga
eftir hana.
Tað var ógvuliga
eydnusamt, at tað vóru
tveir so ymiskir menn í
sinn og skinn, sum Simun
og Rasmus, ið byrjaðu og
vóru lærarar á háskúla-
num. Tað var ikki minni
eydnusamt, at tað júst
var ein kvinna sum
Sanna, ið giftist við Sím-
uni.
tok upp