Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 1978síða 11

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 14 — 22. februar 1978 sosialurin Síða 11 Minningarorð 19. januar andaðist Johan Olsen, lærari, vanliga nevndur Hanne á Lava, Tórshavn. Johan Olsen á Lava var føddur 13. juli 1908 og hevði soleiðis verið 70 i hesum árinum. Hann tók prógv á Fer- oya læraraskúla í 1929. Frammanundan hevði hann tikið prógv frá real- skúlanum í 1924 og starv- ast í eini 2 ár á Skipafel- agnum, til hann fór á lær- araskúla. Foreldur hans- ara vóru Johan Olsen yviri á Lava í Havn og móðurin var Jovina Poulsen ættað úr Miðvági. Johan á Lava er ein av teimum, sum verður sakn- aður í býarmyndini, ein av teimum eyðkendu havnar- monnum, sum altið fekst við eitthvert — serliga jarðararbeiði. Hann var traðarmaður, og til heils- an forðaði honum, var hann hvenn dag á treðni. Lívsstarv hansara var lærarastarvið, sum hann rekti tey nógvu árini við kommunuskúlan í Havn, har hann var í starvi frá 1. nov. 1944, nú síðstu árini í skúlanum á Frúutreð. Tað varð sagt av bisp- inum undir jarðarferðini, at Johan á Lava var fram- úr undirvísari, hetta var ikki bara beint sagt, men tey, sum hava havt hann til lærara, kunnu siga frá, at hann hartil var góður við bernini, ja, tað er ikki ov nógv sagt, at hann fylgdi næminginum, eisini tá hann var farin úr skúl- anum. Hann var frá ungum av rættuliga virkin luttakari í Suðurstreymoyar Javn- aðarfelag, serliga í tríati- árunum tók hann sín part av floksarbeiðnum. Vit lýsa frið yvir minni hansara og leitar sam- kenslan til konu og dóttr- ina, sum er gift til Kald- baks. Luffa Mørkøre Nú komu deyðsboðini av Luffu Mørkøre, sum flestu foroyingar munnu kenna frá hennara lívsstarvi í H. N. Jacobsens bókahandli. Longu sum 13 ára gomul byrjaði hon at arbeiða i ti gamla bókhandlinum niðri í Gongini og flutti við, tá bókhandilin flutti niðan í gamla realskúlan, har bókhandilin nú er. Skúlatænari Við Eysturskúlan í Havn er starvið sum skúla- tænari leyst at sekja. Skúlatænarin er duraverður og erindreki skúl- ans og er annars yvirhevur til skúlastjórans tæn- astu við í ti dagliga arbeiðinum at halda skúlahús- ini og alt skúlagkið í líkinda skipan og standi. Hanr stendur fyri allari reingerð, gongur skúla- stjóranu.n til handa í øllum arbeiðum skúlanum viðvíkjandi og hevur efrirlitið við teimum arbeið- um, ið verða gjerd. Tað kann vera ein fyrimunur í arbeiðinum, at skúlatænarin hevur handverksútbúgving, men krevur starvið annars røkisskap og hegni í bæði innandura og uttandura handverksligum arbeiði, og kann tað eisini vera ein fyrimunur at hava staðið fyri arbeiðum ella leiðslu av einhverjari fyritøku. Eysturskúlin er undir bygging, og verður kravt av skúlatænaranum, ið settur verður, at hann ger seg kunnugan við og fylgir við í byggiarbeiðinum, soleiðis at hann kennir skúlan og hevur ávirkan á praktisku loysnirnar í honum. Tekningar av skúl- anum eru til taks hjá skúlastjóranum, ið eisini saman við Brynjer Gregoriussen gevur megulig- um umsekjarum upplýsingar um starvið. Starvið verður lent eftir lenarskipan kommun- unnar í 13. lenarflokki, við byrjunarárslen í dag uppá kr. 77.884,00 og endaårsløn uppá kr. 94.502,00. Umsóknir við upplýsing um aldur, útbúgving, núverandi ella eldri størv og møgulig viðmæli verða stílaðar til skúlastjórans við Eysturskúlan og sendar Tórshavnar býráð p.o. boks 32, 3800 Tórshavn, í seinasta lagi 11. mars 1978. TORSHAVNAR BYRÅD Oluffa Merkere var dóttir Jákup Mørkøre, Snikkarajákup kallaður. Móðurin var ættað úr Kollafirði. Systkini vóru 9 i tali og var Luffa elst. Hon var 80 ár nú hon and- aðist. Luffa var trúgv í starvi og móti teimum, hon starvaðist millum. Øll tey mongu árini í bokhandli- num, tey vóru yvir 60, áðrenn hon legði frá sær, rekti hon hetta starv sam- vitskufult. Hon metti hálvgum átta á morgni so bernini kundu keypa sær lutir, áðrenn skúlin byrj- aði, og so fólk kundu fáa blødini, áðrenn tey fóru til arbeiðis. Luffa Mørkøre stuðlaði mangan til utsølur o.t. til samfelagslig endamål — eitt eyðkenni hcnnara. Hon verður stórliga saknað millum síni og hennara,mongu vinir. Umframt festu sendingarnar: 07.15: Veðurtíðindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Vedurtidindi og tíðindi 07.35: Tónleikur 08.00: Veðurtíðindi og tíðindi 08.05: Lurtararnir og vit spæla grammofon 09.00: Vedurtidindi og tíðindi 09.05: Morgunlestur 12.00: Middagskonsert 12.20: Vedurtidindi og tíðindi 12.32: Degurðatónleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur 18.30: Vedurtidindi og tidindi Mikudagin 22. 08.05: Enskt 5, 21. sending 08.25: Mikumorgun i føstu Axel Tórgarð og Janus Mohr leggja til rættis 13.00: Kveðuljómar til sjófólkið 18.42: Barnaútvarpið 19.15: Bragdartættir. 4. partur Herluf Berthelsen greiðir frá Grammofongestur á Bryggjubakka Flóvin Jacobsen. 4. og seinasta send- ing. 20.00: Tøkk Hjartaliga tøkk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt heiðraðu meg á áttati ára fødingardegi mínum tann 23.1. 78 Gud vælsignið tykkum øll. Lýsingar Lýsingar til mikudags- blaðið mugu vera blað- num í hendi í seinasta lagi kl. 10 týsdag. og til leygardagsbladid í seinasta lagi hósdag kl Blíðar heilsur Dion Nolsøe Vági 20.40: Enskt 5, 21. sending Hósdagin 23. 18.42: Læknin hevur orðið 19.00: Katrin. 13. partur av framhaldsseg- uni eftir Sally Sal- minen. Oskar Her- mannsson umsetur Margreta Næs les- 19.30: Poppur 20.00: Bókmentatáttur 20.20: Tónaskaldið Thomas Laub I. Janus Mohr leggur til rættis 21.00: Veðurtíðindi og tíðindi Fríggjadagin 24. 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Burturi og heima 19.30: Á gosi Tónleikasending Jógvan T. Joensen Friggjakvøld kl. 20 Ur Gásadali norður á Víkar. 3. og sein- asta sending við John Joensen N. J. Arge leggur til rættis. Vedurtidindi og tíðindi 20.00: 21.00: filmir ið koma Drepið Rommel Ein bólkur av amerik- anskum heryvirmonn- um undir leiðslu av Braddock obersti, hev- ur fingið boð um at fara til 8. ensku armeina, har enskir serfrødingar skulu undirvisa teim- um. Morris loytnantur fær ein bólk av her- monnum, hvers leiðari er Hull kapteynur. Hesin er ein stivrendur og harður maður, virð- ismettur, men ikki júst elskaður av monnum sínum. Madison loytnantur, Attwel yvirsersjantur og Cooper korporalur fara ein dagin saman við Morris á eina loyndarfulla ferð. Teir skula royna at geva týskunum skeivar upp- lýsingar um steddina á minuøkjunum, og hvar tey eru. Ferðin eydn- ast, men Cooper letur lív. Morris heldur framferðina hjá Hull vera ómenniskjasliga, og at enda enda teir báðir í krigsrættinum. Her fær Hull uppreis- ing, meðan Morris skal aftur til sína gomlu herdeild. Illur yvir hesa av- gerðina, drekkur Morr- is seg fullan í yvirher- manna-klubbanum og her metir hann einari gentu, Marjorie, sum hann ætlar sær at ganga saman við. Hann veit ikki, at gentan er fyrrverandi konan hjá Hull. Morris og Marjorie verða einaferð av til- vild uppdagaði av Hull, meðan tey eru í einari »kediligari stødu.« Nakað eftir hetta verður Morris tikin við í bólkin hjá Hull. Morr- is heldur, at hetta er fyri at Hull kann fáa hevnd. Næsta upp- gávan hjá hesum bólki er at drepa týska felt- marskalin Rommel. Hetta miseydnast, sjálvt um teir hava gjort sítt besta, og nú mugu teir fliggja gjegnum oyðimerkina — ein herð og náðileys ferð. Ein italskur ser- sjantur, sum teir hava tikið til fanga, má at enda miskunna seg yvir fyri teimum. Morris og Hull upp- daga nú viljafastar eg- inleikar hjá hverjum eðrum, sum teir trúðu ikki vóru meguligir. Við nógvum stríði og strevi sleppa teir trigg- ir, Hull kapteynur, Morris loytnantur og italski sersjanturin aft- ur um figgindan og royna at fullføra tað, teir ikki kláraðu áður. Hesin filmur, sum verður sýndur í Leik- hús Bio, er, sum sæst frá 2. verðaldarbar- daga. Her sæst m.a. hvussu hermenninir hevdu tað í oyðimerk- ini. Tað kann ikki sig- ast annað enn tað, at fimurin er ógvuliga spennandi.