mikudagur 1. mars 1978síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Skótahúsið á Kambsdali
útbyggjast fyri 110.000 kr.
Alt arbeiðið verður gjørt vid sjålvbodnari arbeiðsmegi
Næstsidsta leygardag
varð farið undir eina um-
fatandi um- og útbygging
av skóta- og sunnudags-
skúlahúsinum á Kambs-
dali við Fuglafjorð.
Hesi húsini vórðu bygd
í 1964. Nú er nýggjur
vatnbrunnur gjørdur om-
anfyri húsið, og nýggj
vatnleiðing legd inn.
Nýggj toilettir verða
gjørd við brúsum. Mið-
steðuhiti verður lagdur í
húsið, og kekurin verður
gjørdur av nýggjum við
ellum nýmótans hentleik-
um. Har verður nýggjur
—
toj 7 $
i pr .-
—
stórur komfyrur, serligur
bakarovnur og steiki-
panna. Til uppvaskið
verður bæði skolikar,
uppvaskimaskina og
turkilag.
Húsini eru 156 kvadrat-
metrar til staddar um-
framt tveir stórar sovisal-
ar, sum eru á loftinum í
hevuðsbygninginum.
Sum er eru 30 koyggju-
pláss, men umhugsað
verður at gera koyggjur í
báðum sovisalunum, so-
leiðis at húsið fær 80
koyggjupláss.
Alt arbeiðið verður gjert við sjálvbodnari arbeiðs i
Fo +
KFUM-skótarnir
gera útbyggingina
KFUM -skótarnir i Føroy-
um eiga húsið saman við
sunnudagsskúlunum hjá
heimamissiónini, men tað
eru KFUM -skótarnir,
sum gera útbyggingina.
Kjartan Dalsgaard,
skótaovasti, sigur, at út-
byggingin kemur at kosta
einar 110.000 krónur.
Hetta kostar tilfarið og
nýggja keksútgerðin.
— Vit hava roynt at
fingið alt so bíligt sum
meguligt, og tað mesta av
ALMENN SPARING — Fyri at spara almennar útreiðslur (?) varð
kokkurin á Smyrli settur til at mála, tá hann var liðugur við frikadell-
urnar....
LT AAD AMD LD *MD VALD ULD MP LD VMGELDVLYELD AMD ØLD MP PE
Kjartan Dalsgaard,
skótaovasti
tilfarinum og útgerðini er
fingið fyri framleiðslupris,
sigur Kjartan Dalsgaard.
Hann metir, at útbygg-
ingin hevði kostað einar
200.000 krónur, um hesin
avsláttur ikki varð fingin,
og um arbeidsløn skuldi
verið goldin fyri arbeiðið.
Til útbyggingina hava
skótarnir fingið eitt lán
uppá 80.000 krónur, og
teir hava sekt landsstýrið
um 20.000 kr. í studningi
umframt 10.000 kr. til
tollútreiðslurnar av køks-
útgerðini.
Sjálvboðin
arbeidsmegi
Arbeidid verdur gjørt vid
sjálvbodnari arbeiðsmegi
um leygardagarnar. Byrj-
að varð næstsiðsta leygar-
dag. Tá vóru 18 fólk á
Kambsdali og arbeiddu,
og síðsta leygardag vóru
um 30 fólk. Roknað verður
við, at arbeiðið verður
liðugt um einar tveir leyg-
ardagar.
Áðrenn farið varð undir
umbyggingina sendi
skótaleiðslan eitt skriv til
foreldrini at KFUM-skót-
unum á teimum plássu-
num, sum liggja næst
Kambsdali, t.v.s. í Havn,
Fuglafirði, Lorvík og
Klaksvík, har biðið var
um hjálp til hetta arbeið-
ið. Og tað hevur ikki
staðið á at fingið hjálp.
Har hava verið bæði
snikkarar, timburmenn,
málarar, elektrikarar, rer-
leggjarar, skrivstovu-
menn, lærarar, sakførarar
0.s.fr., sum hava bjóðað
sær til at hjálpt. So fak-
fólk hevur ikki manglað.
Kjartan Dalsgaard sig-
ur, at teir eru glaðir fyri
hesa vælvild, sum foreldr-
ini hava sýnt, og hann
vónar, at teir eisini fáa
stuðul frá teimum seinni.
um teir fara undir onnur
tiltøk, fyri at fáa lánið
goldið aftur, soleiðis at
leigan fyri húsið kann ger-
ast biligari.
4.000 gistingar
í fjør |
Figgjarliga hvílur húsið í
sær sjálvum, soleiðis at
øll, sum búgva har lata
eina ávísa leigu, eisini
skótarnir. Kjartan Dals-
gaard sigur, at í fjør vórðu
tilsamans 4.000 gistingar í
húsinum, og hann roknar
við, at hetta talið verður
tvífaldað eftir hesa um-
byggingina.
Kjartan Dalsgaard sig-
ur, at henda nýmótans-
gerðin av húsinum er
neyðug fyri tað skeiðvirk-
semi, sum er á Kambsdali.
Skeiðini verða vanliga
hildin um vikuskiftini, og
tað er higartil farin ov
nógv tid til matgerð, upp-
vask o.a.
Húsini vóru eisini upp-
runaliga ætlað til at hýsa
eini 30 fólkum, men tá
skótarnir eru har, eru teir
ofta 80 í tali.
KFUM-skótarnir hava
tilsamans um 500 limir í
Klaksvík, Lorvík, Fugla-
firði, Havn, á Argjum, í
DSR AS
- . i
Óli i ÅAarstovu |
Tå klaksvikingar næs-
tu ferd fara at byggja
tekniskan skúla, fara
teir at byrja við ovastu
hædd og byggja niður-
eftir, tí landsstýrið tor-
ir neyvan at nokta pen-
Jo til kjallaran.
AAA
Sørvågi, Vågi og å Tvør-
oyri.
Kjartan Dalsgaard sig-
ur, at arbeiðið hjá skót-
unum er nú so væl útbygt,
at tíðin er komin til at
geva leiðarunum eina holl-
ari útbúgving. Ætlanin er
at fara undir skeið, og
fyrsta skeiðið verður á
páskum, tá tveir svenskir
útbúgvingarleiðarar koma
henda vegin.
Hann leggur afturat, at
seinni er ætlanin at bjóða
fólki á ødrum bygdum,
har KFUM-skótar ikki eru
frammanundan, sum hava
hug at fara undir ung-
dómsarbeiði, at koma til
Kambsdalar á skeið.
——
BLAÐTALVIÐ
Hvítur Svartur
Andrias Ziska Luitjen Apol
2. Ri d1—b2
|
|
-