Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 1978síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tora at siga at maðurin ræður — svensk háskúlafólk kannað støduna hjá foroysku kvinnuni - Tað vóru fleiri, eisini kvinnur, sum segdu, at í Feroyum eiga menninir at ráða yvir kvinnunum. Tað eru neyvan so nógv fólk í Sveríki, sum høvdu torað at sagt hetta. Her bæði meinar man og sigur tað, men í Svøriki kanska meinar man tað, men man tori neyvan at siga tað longur. Hetta er eitt av úrslit- unum, sum tey 6 fólkini frá Nordens Folkhøgskola í Biskops Arnø við Stock- holm eru komin til, nú tey í triggjar vikur hava kannað støduna hjå kvinnunum i ti føroyska samfelagnum. Valdu Føroyar Nordens Folkhøgskola varð stovnaður í 1958 og í letuni eru har 40 næming- ar, ikki einans úr Svøriki, men eisini úr hinum Norð- urlondunum og USA og Onglandi. Undirvísingin verður legd til rættis í samarbeiði millum lærarar og næm- ingar. Tey arbeiða við ein- um »projekti« kanska fýra dagar í vikuni og hava so »vanligar« greinar, eitt nú enskt og rokning tann eina dagin. Skúlaárið er býtt í tvær hálvur, sum hver er 16 vikur. Tá tey arbeiða við »projektu- num< velja tey onkran spurning og viðgera hann gjella. Talan kann vera um orkuspurningin, tidin- daflutning ella kvinnu- spurningin. Tey fólkini, sum hava verið her, hava síðani í heyst arbeitt við kvinnu- spurninginum og tá heysthálvan var liðug, vildu tey gjarna halda fram við »projektinum« og kanna steðuna hjá kvinnunum í onkrum eðr- um Norðurlandi. Tey valdu Føroyar, bæði ti landið er so lítið kent i Svøriki og ti skúlin ong- antíð áður hevur sent fólk henda vegin. Tey komu 21. februar og hava búð í Signabø. Heim aftur fara tey við flogfarinum í morgin. Lættari enn væntad Tey byrjaðu i Havn, har tey tosaðu við fólk i al- mennum stervum fyri at fáa konkretar upplýsing- ar. Hetta var neyðugt, tí tað finnast so fá hagtøl um føroysk viðurskifti. Tey vildu fáa eina mynd av, hvussu feroyska sam- felagið figgjarliga er bygt upp og hvussu tað er broytt seinastu 20—25 ár- ini. Tað undraði tey, hvussu lætt tað er at fáa samband við fólk í leið- andi størvum. Men tey vildu eisini vita, hverjar hugsanir og kenslur ein- staklingurin hevur. Hetta gjørdu tey á tann hátt, at tey fóru á arbeiðspláss og tosaðu við bæði arbeiðs- fólk og arbeiðsgevarar. Tey vóru m.a. á Kósavirk- inum, Tetingarvirkinum, Tórshavnar skipasmiðju, Bacalao, Húsarhaldsskúl- anum í Klaksvík og á Posthúsinum í Havn. Tey hava eisini havt samband við Kvinnufylkingina og Kvinnufelagið, bæði eldri og yngri stríðskvinnur. Tey eru samd um, at tað hevur gingist væl hjá teimum og nógv er komið burturúr. Fólk hava verið vinarlig og gjarna viljað svarað spurningunum, hóast trupulleikar vóru Ása Persson, Anna Karlén, Bibbi Moslet, Maria Jo- hansson og Xenia Hildén (Micke Engvall er ikki við á myndini). Tey hava sjálv figgjað ferðina higar fyriuttan 4000 sv. kr., sum tey fingu í studningi við málinum viðhvert. Hinvegin, tá tey spurdu persónligar spurningar, t.d. um kynslív og hjúna- band, var trupult at fáa fólk til at svara. Tey halda, at sviar hava lætt- ari við at tosa um slík per- sónlig mál. Noyðast at broyta støðu Tá tey koma aftur á skúl- an skula tey arbeiða ein mánað afturat við at sam- skipa bond og myndir til eitt videoband uppá ein hálvan tíma/trý korter. Hetta verður eitt stórt arbeiði, ti tey hava spælt inn bond, sum tilsamans vara 15 tímar og tikið 600 myndir. Ætlanin er so at senda bandið til aðrar fólkaháskúlar í Sveríki, kvinnufelog og bókasevn. Spurd, um tey hava merkt nakran vilja hjá kvinnunum at fáa stødu sína i samfelagnum broytta, svara tey, at før- oyskar kvinnur og menn verða noydd til at broyta steðu sina. — Her er ikki bert talan um eitt kvinnumål, men um eitt sosialt samfelags- mál, sum rakar bæði kvinnur og menn. Allur heimurin broytist, so tað sigur seg sjálvt, at Fer- oyar eisini mugu broytast. Og tað eru tekin um, at føroyingar vilja broyta støduna. Pensionistafelagið Bingospæl verður á Par- nassinum, Hotel Hafnia, hóskveldið ki. 19.30. Føroyingar vælkomnir Ein av teimum, sum hava verið her, er leiðarin á Nordens Folkhøgskola í Biskops Arnø, Bibbi Mos- let. Hon sigur, at tey gjarna vilja hava feroy- ingar á skúlan. Tað kostar 3000 kr. fyri hálvuna og lágmarksaldurin fyri at sleppa á skúlan er 18 ár. Miðalaldur næminganna í letuni er 22 ár. Flestir teirra hava studentsprógv og hava arbeitt í eitt ella tvey ár, áðrenn tey komu á skúlan. Bibbi Moslet sigur, at um onkur feroy- ingur er áhugaður, kann hann ella hon venda sær til Norrena felagið í Fer- oyum, sum gevur nærri upplýsingar. ar »Ja i dag, nei i morg- in,« sjónleikur fyribils í trimum, men seinni helst í fleiri portum um roknskapin hjá býráð- num. Æt handan segan í út- varpinum leygarkveld- ið >Til Atla Mohr« ella »Tilætlad morå«. * Nú er telefonin í Havn- ini vorðin heilt heilau- tomatisk. Tú sleppur undan at snara. Bert tú tekur hornið av, so sig- ur tað hallo í hinum endanum beinan vegin. * Almannastovan lýsir í Dimmalætting at páskirnar verða so tid- liga í mars. Nú eru vit í hálvum mars og eg havi ikki sæð so mikið sum ein »påska- brygg« enn. Hvitur Andrias Ziska e3—e4 E F G H Svartur Luitjen Apol