Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mars 1978síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Soli Deo Gloria: Vit vilja møta ungdóminum við ti vit halda er beint —vit byggja á kristnum grundarlag og vilja fyrireika framførslur við kórsangi, panelfundir o.a. Annars er Soli Deo Gloria vanlig matstova og gistingarhús, sigur Olvhedin Jacobsen Matstovan er sera hugnalig Dalenni er farin á sjógv og Herman skal hava eina mynd av einum væl- hýrdum skipasmiðjustjóra SGMDØMD AD *MP MD MP RAD AP LD RAD VÆG RIDE Soli Deo Gloria er nýggj matstova, sum hevur latið upp í Klaksvík. Í húsi- num, sum eru stívliga 150 m? til støddar, í trimum hæddum og harafturat lofti, er millum annað matstova. Í matstovuni er pláss fyri 90 fólkum og hevur henda verið so væl vitjað, síðani teir fyri umleið trimum vikum síðani lótu upp, at teir longu hava ætlanir um at vidka hana. — Vit hava arbeitt vid tilikum ætlanum i fleiri år, og var ætlanin fyrst, at vit skuldu byggja eini hus til endamálið. Vit áttu grundøki, men so vóru eini stór sethús til sølu, og hildu vit tað vera beint at keypa hesi, sigur Olvheðin Jacobsen, sum er leiðari á Soli Deo Gloriu. — Í løtuni er bert mat- stovan liðug, men um ein ella tveir mánaðir hava vit eisini meguleika til at hýsa fólki, sigur Olvheðin og heldur fram: - Í húsunum skulu vit hava átta rúm, har fólk kann búgva. Har verða tvey fimm-mannakømur, eitt trýmannakamar, trý tveymannakømur og tvey fyramannakømur, so vit fáa pláss fyri útvið 30 fólkum. Umframt hesi verður uppihaldsstova fyri gestirnar. Útbyggja matstovuna Uppá fyrispurning, hvus- su matstovan hevur verið vitjað og um, hverjar ætl- anir, teir hava, sigur Olv- heðin: Síðani vit lótu upp hevur vitjanin her verið nogv størri enn vit framm roknaðu við Ofta er stúgvandi fult av anundan Olvheðin Jacobsen uttanfyri Soli Deo Gloria fólki á matstovuni, og eru tað mest ungfólk, sum koma. Onkuntid hava vit fyrireikað eitthvert, so sum kórsang ella films- kveld og tá er rúmið, vit hava, alt ov lítið. Vit hava ti hugsað nógv um longu at gera fyrireikingar til at vidka um matstovuna við umleið 60 m?, soleiðis at hon kann taka fram ímóti 150 fólkum. Tá tey smáu borðini verða tikin burtur, verður tá pláss fyri útvið 300 fólkum. — Vit byggja á kristn- um grundarlagi og vilja meta ungdóminum við ti, sum vit halda vera beint. Vit ætla sostatt at halda fram við tilikum tiltøkum, sum vit longu hava gjørt nakað av. Harafturat ætla vit eisini at skipa fyri pa- nelfundum av ymiskum slagi, endar Olvheðin Jac- obsen. Emil er útnevndur til heiðursdoktara við lærda háskúlan í Lund. Tað er svenska fyritøk- an ELEKTROLUX, sum hevur innstillað hann. * Í SMS-blaðnum bjóða teir ymiskum felogum at koma at fyrireika eitthvert undirhald i SMS mikukveld, so sum konsertir, bingo 0.a. Her eru nøkur feløg, sum eg haldi åttu at havt åhuga fyri hesum: Felagid Notaskip, Felagið Rækjuskip og Havnar Detailhandl- arafelag. * … Og so var tað konan, sum kom sjabbandi tann langa veg til Havnar, fór inn í ein banka og tók alt út, sum hon átti. Hon vildi tryggja sær, at tað ikki vóru hennara gomlu tiggjukrónuseðlar, sum blivu sendir til Danmarkar at brenna. BLAÐTALVIÐ A B C D Hvítur Andrias Ziska 29. E F G H Svartur Luitjen Apol K f7—e7