Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

box 76. 3800 Tórshavn Føroya Javnaðarflokkur Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Hegni Djurhuus Utgevari: Blaðstjóri: Blaðmenn: Jógvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar úr SOSIALINUM uttan loyvi - frá blaðnum. Landsfundur KOMANDI leygardag verður lands- stevna Føroya Javnaðarfloks í Fug- lafirði. Henda floksstevna er tann seinasta í hesum valskeiðinum og soleiðis tað forum, sum skal snøgga av tær leiðir, sum flokkurin skal halda fram til komandi løgtingsval, surn seinast verður í november. TAÐ HEVUR altíð verið so, at Javn- aðarflokkurin hevur latið flokslimir- nar fáa høvi til at koma fram við sin- um hugsanum å teimum landsfund- um, sum hildnir verða. Hesaferð verður áhugin fyri landsstevnuni 6- ivað stórur, tí tað er ikki at taka seg aftur í, at ein flokkur, sum hevur sit- ið so mong ár við stjórnarábyrgdini, sum Javnaðarflokkurin, hevur nógvar viðhaldsmenn, sum hava eitt og annað at viðmerkja til gongdina í floksarbeiðinum, sum hon hevur verið. TÁ landsfundurin var seinast, í mai mánaða 1977, vóru fundarfólk samd um, at floksins politikkur hevur ført samfelag okkara fram móti betri tíðum og gjørt sitt til, at tað hevur eydnast føroyingum at vinna sær hollan og styrktan búskap, sum betri skal gera tað møguligt hjá øll- um sum her liva, at búleikast í land- inum. TAÐ SKAL tí vera ynski okkara, at landsfundurin í Fuglafirði fríggja- dagin 31. mars, leygardagin 1. apríl og sunnudagin 2. apríl, kemur at leggja skránna fyri komandi poli- tikki floksins eftir teimum leiðum sum tryggja floksins ávirkan sum mest og tæna fólki okkara best. — eg havi lisið tað sosialurin Minningarorð um Jákup Nielsen, Í dag, páskaaftan, er Ják- up Nielsen fyrrv. løg- tingsmaður og vitameist- ari, borin til gravar uti Undir Heygnum Mikla í Havn. Sum so mangur føroya- sonur, fór eisini Jákup Nielsen ungur til skips. Hann tók skiparaprógv í 1923 og Grenlandsprógvið tók hann í 1928. Var ein hin fyrsti av trimum, sum tók stýrimansprógv í Fer- oyum, á Navigasjónsskúl- anum í Havn í 1929. Í 1928 var litið Jákupi upp í hendi at finna feroy - ingum hóskandi havn í Grenlandi, hann ferdi tá »Gefion«, sum soleiðis var fyrsta føroyska skipið í Feroyingahavnini. Hansara virkisfýsni og hegni var soleiðis bein- leiðis orsekin til tað virk- semi, sum nú í hálva eld at kalla uttan íslit hevur verið í Feroyingahavnini til almikið gagn fyri før- oyska fólkið og samfel- agið. Ikki minni slóðaði hann fyri, tá hann í 1929 førdi vågstrolaran »Royndina«, sum fiskadi vid båtum i Grønlandi og síðani tey mongu árini frá 1930—1939 sum skipari av »Grace«, tað var í hes- um árum, at hann fleiri ferðir var átalaður, tí hann vant merkið á stong. Í 1940. gjørdist Jákup Nielsen vitapassari, fyrst á Borðuni og so í Myki- nesi, har hann seinri varð vitameistari. Í 1954 flutti hann aftur út á Borðuna sum vitameistari og meðni hann rekti hetta starv á foðioyggj síni varð hann tríggjar ferðir valdur í bygdaráðið til hann legði hetta starv frá sær. Hann vildi heimbygd síni tað besta og gjørdi sitt til, at broytingar vórðu gjerdar til framtak í Nólsoy. Tá hann legði vitameistara- starvið frá sær fyri aldur í 1969 búsettust hann og konan Louisa í Havn. Við tí viðskygni, sum Jákup átti í sær, var sjálvsagt boð eftir honum, áhugi hansara var stórur fyri ti, sum elvt kundi til bata fyri fólk okkara. Hann gjerdist tingmað- ur í 1936, var tá búsitandi í Vági, og umboðaði hann Suðuroynna sum ting- maður fyri Javnadarflokk- in tvær tingsetur, til hann i 1943 ikki stilladi upp- aftur, ti vitapassarastarv i Mykineshólmi og ting- mannastarv tóktu honum ikki at liggja fyri at rekja í harðastu krigstid. Vit sum komu at kenna Jákup Nielsen gjøgnum mong ár kenna djúpan sakn nú boðini so brádliga vóru eftir honum, hann gjerdist sjúkur sunnudag- in og var longu slóknaður mikudag. Tað var kanska eyðkent fyri hann, at hann Nr. 23 — 29. mars 1978 var virkin til tað síðsta, tí friggjadagin fyri var hann komin aftur úr Suðri, har hann hevði verið sum supercargo innanoyggja við báti, sum fermdi fiska- verur til útflutnings. Var flotandi, sást tú hann tit- andi oman í bátin, lívs- frískur og virkin sum hann var allar sínar dagar. Jákup var sjáldsama vinsælur og lættur at koma á tal við. Sum ting- maður var hann kendur sum heviskur og ágrýtin og maðurin sum altíð vildi at samfelagsligu broyt- ingarnar máttu koma fólkinum til góðar. fyrrverandi løgtingsmann, Nólsoy Jákup Nielsen var borin í heim í Nólsoy 29. ok- tober 1902, foreldrini vóru Suffia og Niels í Liða, bæði úr Nólsoy. Ein teirra, sum slóðaði fyri, so at vit sum eftir liva skulu kenna ræsurnar víðari og meguleikarnar betri og tryggari í hesum oyggjum, sum Gud gav okkum at liva og virka á, hevur nú lagt árarnar inn. Vit drýpa hevur og lýsa frið yvir minni hjá Jákupi Nielsen úr Nólsoy og vit kenna samkenslu í sorgini við tykkum, sum mist hava ein góðan mann og ein góðan pápa. Henda myndin er tikin 23. januar í ár, tá Javnaðarflokkurin hevði mótteku i Løg- tingshúsinum í sambandi við, at flokkurin hevði verið 50 ár á tingi. Jákup Nielsen (h.m.) sat á tingi 1936 —43 —TTA—R—RAAAAAAAAkAA—aÞ1Þ—A—Tw— dagbókin Pensionista- felagið Fundur á Parnassinum í kveld kl. 19.30, Marius Johannesen lesur upp. Barnabókasavnið Fyri 5—10 ára gomul: Gríma vitjar í dag kl. 16. Skrivstovukvinna sum umframt at duga væl maskinskriving, eisini kann åtaka sær vanligt skrivstovuar- beidi, kann fåa plåss hålvan dagin (seinna- part) á skúlaráðgevaraskrivstovuni. Løn sambært H.K. sáttmála. Skrivligar umsóknir verða at senda til skúlaráðgevaraskrivstovuna, Jónas Broncksgeta 27 3 innan 3. apríl 1978. Landsskúlaráðgevarin Landsfundur Føroya Javnadarflokks verður á Muntra í Fuglafirði komandi friggjadag, leygar- dag og sunnudag. Tey, ið vilja luttaka á veitsluni leygarkvoldið, verða bið- in um at siga frá í dag á telf. 11820 ella 14720. JAVNAÐARFLOKKURIN