leygardagur 1. apríl 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 24 — 1. apríl 1978
sosialurin
og Vinningar
verða ikki loyvdir
D. P. Danielsen, landsstýrismaður hevur
uppskot um priseftirlit
Endamálið við lógini um
priseftirlit er at fyribyrgja
órimuligum prísum og
vinningum. Somuleiðis
skal lógin fyribyrgja, at
skeivir veruupplýsingar
koma fyri.
Í grein tvey í lógarupp-
skotinum verður sagt, at
órimuligir prísir og vinn-
ingar eru ikki loyvdir.
Heldur ikki verður loyvt
at gera avtalur samtyktir
og reglur, sum kunnu
hava Orimuligan pris ella
vinning við sær.
Brúkarin ávirkan
Í prísráðnum skulu tveir
limir umboða áhugamál
brúkaranna. Fimm limir
koma annars at sita í pris-
ráðnum, sum skal veljast
fyri fýra ár í senn.
Seljarnir fáa eisini tveir
umboðsmenn í ráðið, með-
an tann fimti limurin skal
vera óheftur av áður-
nevndu áhugabólkum.
Tann fimti limurin skal
eisini vera formaður
Víttgangandi
heimildir
Prísráðið fær sambært
lógaruppskotið rættiliga
vittfevnandi rættindir.
Ráðið fær rætt til at
kunngera almenninginum
prísir og prismunir á týð-
andi verubólkum. Tó fær
ráðið ikki loyvi til at
nevna navn á virkjum ella
krambúðum, men prisråd-
ið kann krevja allar upp-
lýsingar frá ellum virkjum
og stovnum, sum hevur
týdning fyri virkið hjá
ráðnum.
Hetta verður galdandi
fyri bæði privatar og al-
mennar stovnar. Tó skal
prísráðið ikki hava eftirlit
við viðurskiftum, sum
frammanundan eru undir
almennum eftirliti.
Samráðast við
virkini
frammanundan
Prísráðið, sum av sínum
eintingum skal hava eyga
við prislagnum, kann
kanna prísir og vinningar
hjá teimum einsteku
virkjunum.
Men frammanundan
skal prísráðið samráðast
við virkið um grundarlag-
ið fyri kanningini.
Sleppast skal
undan dýrkandi
millumliðum
Viðvíkjandi innflutningi-
num verður í lógarupp-
skotinum sagt, at slepp-
ast skal undan óneyðug-
um dýrkandi millumlið-
um. Ti skulu tilikar verur,
har tað er gjørligt, verða
innfluttar beinleiðis frá
framleiðslulandinum.
Uppskotið fer so vítt, at
prísráðið kann nokta at
góðkenna óneyðugar mill-
umhandlaraútreiðslur. So-
muleiðis kann landsstýrið
seta bann móti innflutn-
ingi av verum, sum fer-
oyskur keypari ikki fær
loyvi at innflyta beinleiðis
úr framleiðslulandinum.
Órímiligir prísir
lagt fram
Kann steðga
príshækkan
Upp til heilar seks mánað-
ir í senn kann prísráðið
fyriseta, at prísir á verum
og tænastum ikki má
hækkast ella ikki hækkast
meira enn eitt ásett mark.
Harafturat skulu verur
vera tydiliga prismerktar.
Ráðið kann krevja, at
verur, sum bert kunnu
halda sær avmarkaða tid,
skulu merkjast við síðsta
seludegi ella framleiðslu-
degi.
Heldur ikki verður
loyvt at brúka rangar,
villleiðandi ella ófullfiggj-
aðar upplýsingar á verum
og tænastum, sum kunnu
ávirka eftirspurningin.
Tað verður eisini møgu-
ligt at kæra yvir avgerðir
hjá prísráðnum. Eitt trý-
manna yvirprisráð, sum
legtingið velur, skal taka
sær av tílíkum kærum.
Brot á príseftirlitslógina
kann í vissum ferum fera
til sekt, hefti ella tvey ára
fongsulsrevsing.
Í gjárkveldið hevði bólkurin Gríma fyrstu framferslu av leikinum Beiggin, Blóman, Diddan
og Dukkan. Leikurin verður aftur framførdur sunnukveldið kl. 18 og 20. Leikurin verður ikki
framførdur mánakveldið, men annars hvert kveld í vikuni
Síða 5
kring oyggjarnar
Columbus riggar væl
sum trolari
Vestmannaskipið Columbus, sum er umbygdur til
trolara á Vestmanna skipasmiðju, kom av fyrsta
túrinum sum slíkur mikudagin. Hann hevði roynt í
eina viku vestnafyri Mykines og hevði 80.000 pund
av toski.
Columbus er umbygdur á ein hátt, sum ikki fyrr
hevur verið royndur. Trolið verður tikið inn í hekk-
uni. Fiskurin fer niðurundir bátadekkið og verður
har blóðgaður upp á eitt flutningsband, sum flytur
hann fram eftir hevuðsdekkinum í kassar frammi
undir bakkanum. Har verður hann reinsaður upp í
eina vaskimaskinu, sum síðani sjálv blakar fiskin í
lastina.
Spelini standa frammi á bakkanum og tey verða
stýrd av brúnni.
Uppskotið til hesa umbyggingina er gjert í sam-
arbeiði millum Hans Durhuus, skipara og ein av
eigarunum av Columbusi, og Vestmanna skipa-
smiðju. Umbyggingin kostar 1,2 mill. kr. og tá er
íroknaður ein nýggjur ljósmotorur uppá 230 hest-
ar. 7 mans eru við Columbusi. Finnur Fríði verður
eisini umbygdur á sama hátt, men hann skal hava
netatrumlur á bátadekkinum. Finnur Fríði vænt-
ast at verða liðugur um tvær vikur.
Arbeiðið upp á Columbus byrjaði fyrst í oktober
í fjør og farið varð undir Finn Fríða um hálvan
november.
Den Nordiske Áheitan til
seinkað Tórshavnar
Listaframsýningin Uttanbíggjar
»Den Nordiske«, sum B =
eftir ætlan skuldi opna ygdaráð
í Listaskálanum í Gun- Eigarafelagið Oman
dadali í dag, er vorðin Hoydalar hevur sent
seinkað. Tórshavnar Uttan-
Framsýningin hevur bÞíggjar Bygdaráð eitt
verið í Íslandi. Har Skriv, har heitt verður
á bygdaráðið um at
virka fyri, at útstykk-
ingin i Hoyvikshaga-
num kann halda fram
beinanvegin.
Åheitanin varð sam-
tykt á aðalfundinum
hjá felagnum tann 15.
mars. Í brævinum til
varð hon tikin niður og
pakkað 19. mars. Men
hon er so ikki komin
fram til Feroyar enn.
Fiskimanna-
felagið skrivar
bygdaráðið verður
til Tingið sagt, at hetta eigur at
TC verða gjørt, fyri a
Feroya fiskimanna- 8} f ;
koma einum parti av tí
felag hevur sent Løg- :
. : .- . stora tørvinum a
tinginum eitt skriv, rundstvkki ti
srundstykkjum á
har kravt verður, at SUM Á Mei
minstalønin hækkar
við sama krónutali sum
arbeiðsmannalenin.
Minstalonin bleiv re-
gulerað fyri einum ári
síðani, soleiðis at hon
tá kom á hædd við
vanligu arbeiðsmanna-
lenina. Men sambært
álitinum um figgjarlog-
ina hækkar minstaløn-
in einans við 485 krón-
um um mánaðin. Eftir
ti sáttmála millum ar-
beiðsgevarafelagið og
arbeiðsmannafelogini,
sum kom i gildi 1. mai i
fjor, verður lønin hjá
arbeiðsmonnum 785
krónur hægri um mán-
aðin eftir 1. maí í ár
Hetta vil altso siga,
at longu 1. mai, bert
stivliga eitt ár eftir, at
minstalønin kom
hædd vid lig
beiåsmannalønina,
hon vorðin 00 kr
ægri enn hendan
100 tons av rogni
til Danmarkar
Í vikuni hevur Fiska-
selan avskipað 640
tons av flaki, Ludvig
Andersen fer til Týsk-
lands við 340 tonsum
og Frost Askild til
Onglands við 300 tons
um
Ludvig Andersen
hevur eisini tikið 100
tons av frystum rogni
til Kerteminde í Dan-
mark
Rasmus Effersee er á
veg til USA við 350
tonsum av flaki, sum
hann skal leggja upp í
Boston, áðrenn hann
hemaraveiðu. Fis
KAasø VSKiDar elsin
dog-
SA