Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. apríl 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 24 — 1. apríl 1978 sosialurin Síða 7 panelið Sjónvarp — ja ella nei Tað eru onglendingar, sum hava hetta orðafelli: »My home is my castle.« Á føroyskum er tað: „Heim mitt er mín borg.“ Hetta er ein rámandi sannleiki, sum vit, hver í sínum lagi, vilja fjálga um, einum sjálvum og teimum ein er góður við til gleði og gagn. Vit leggja heila hjarta okkara í, tá ið vit syngja: Um millum gyltar borg- Heim, heim, kæra heim! Nei einki er sum tú, sum tú, mítt kæra heim. Henda borgin — heimið — hevur til allar tíðir havt sínar figgindar, sum uppá ymiskar mátar hava framt atsóknir at tí einstaka heiminum. Ti okkara hevur fleiri slíkar figg- indar, sum til domis hesi skitnu blødini, har ikki bara tær svinsku myndir- nar gera sítt niðurbrót- andi arbeiði, men tað skrivaða orðið í teimum er ikki minni skaðiligt, tí har verður ómoralurin settur í eitt heilt annað ljós, enn tað, sum andin í tí kristna heiminum hevur roynt at læra barnið. So her kemur ein spenningur inn um múrarnar á >My home is my castle.« Aðrir fíggindar ein kundi steðga við, er til dømis hetta nýggja fyri- brigdi, sum danskarnir kalla >det papirlose ægte- skab.« Í dag er talið kom- ið uppá 150.000 per har niðri í Danmark. Jú fíggindarnir eru nógvir, og er tað ein spurningur, um vit ikki nú fara at fáa ein fígginda aftur at, nú talan er um at vit skulu hava sjónvarp. Ja, men skulu vit hava sjónvarp? Jú, sambært tað, sum landsstýrismaður D. P. Danielsen sigur í Sosial- inum nr. 15, 25. februar, so letur til, at her er einki at ivast í. Hann sigur millum annað: >Tað nytt- ar ikki at bera seg undan sjónvarpsspurninginum . eini 600 sjónvarpstól eru í landinum, mest í Havn, og er eingin ivi um, at hetta tal verður at vaksa rættuliga skjótt líkamikið um einum dám- ar tað ella ikki…« Hetta er ábyrgdarleys tala av einum av landsins topppolitikarum. Hetta ber boð um, at teir, sum valdir eru til at stýra landsskútu okkara, ikki vilja stýra, men renna skútuna uppá land, og tá x TRADERLINE Vit ferma hvønn månadag og tysdag hvønn mikudag hvønn hosdag 2. hvørja viku i Larvik 3. hvørja viku i Ålesund 3. hvørja viku i Sandnes 4. hvørja viku i Blyth i Ålborg i Halmstad i København (næstu ferð 3/4) (næstu ferð 7/4) (næstu ferð 11/4) (næstu ferð 14/4) í Antwerpen til Føroyar Frystikontainarar eins væl og vanligir kontainarar eru tøkir AVGREIDSLUR: Chr. Jensen, tlf. 122566 Ålborg A/s Traderline, tlf. 203311 København Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund T. Schancke Olsen, tlf. 66028 Sandnes W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth — Kunnu vit ikki i dag fåa at vita, hvat hetta kemur at kosta landinum, partur okkara av Nord- sat, sjónvarpsstovnur okkara í Havn við tólum og arbeiðsfólki og so sjónvarpstólini um alt landið. Tað er ófatuligt at taka eina prinsipavgerð, uttan at vita, hvat henda avgerð kemur at kosta, skriv- ar Henry Andreasen m.a. í panelgreinini. ið skaðin er hendur, so beta teir skútuna og siglt verður so við hesi lappaðu skútu. Hann sigur, at sjónvarpstólini eru komin, ja, men hvi hevur fólk fingið sær tey? Var tað ikki tað sama, tá ið trol- loyvi í sínari tíð varð givið til heimaútróðrarbátar okkara. Fleiri trolbátar vórðu komnir til landið stutt frammanundan, og varð hetta brúkt sum próvfersla fyri, at nú mátti gevast loyvi til trol- ing. Men hvar var stýr- ingin? Men sum sagt, tað letur til at vit skulu hava sjón- varp, og tað fyri ein og hvenn prís. Hesin prísur er bæði í pengum og ødr- um kostiligum virðum. Í ollum føri tykist hetta at vera hugsanin millum teir allar flestu løgtings- menninar. Ti tá ið álitið frá teirri nevnd, sum løg- tingið í sínari tíð setti hes- um máli viðvíkjandi, kom fram á tingborð í 1973, so var tað bert ein løgtings- maður — Kjartan Mohr — sum mótmælti hesum út frá tí sjónarmiði, aí spariknivurin átti nú at verða settur á, so at skat- taborgaranna peningur varð brúktur til annað meira samfelagsgagnligt endamál. Hann helt, at stovnskostnaðurin av ein- um sjónvarpi. kr. 10 milj., var ein peningahædd, sum ein átti at tikið seg aftur í at brúka. Eisini rakstrar- peningurin 2.175.000 kr., taldi við í landshúsarhald- inum. Hesum gevi eg hon- um fulla rættin í. Sum sagt var hetta í 1973, so nú eru hesi tølini broytt og tað í ólukku- máta. Sambært Kristiligt Dagblad 15. í hesum m., so koma bara kanningar- nar, um ein felags tele- satelit »Nordsat« fyri norðurlondini at liggja um 13,3 milj. kr. Meðan sate- litturin og raksturin verð- ur hundraðir og aftur hundraðir av milliónum, ja so dýrur, at finnlend- ingar ikki halda seg at hava ráð at vera uppii. Danskarnir ógvast eisini. Og minnist meg rætt frá einari aðrari frágreiðing, so verður parturin hjá denum um 300 milj. Men einki hoyrist um at foroy- ingar ógvast. Kunnu vit ikki í dag fáa at vita, hvat hetta kemur at kosta landinum, partur okkara av Nordsat, sjón- varpsstovnur okkara í Havn við tólum og ar- beiðsfólki og so sjón- varpstólini um alt landið. Tað er ófatuligt at taka eina prinsipavgerð, uttan at vita hvat henda avgerð kemur at kosta. Peningaliga er tað ein álvarsamur spurningur; men tað undrar meg at so lítið varð nortið við onnur virði enn tey, sum máld verða í peningi, sum hetta kemur at kosta okkum. Ti sannleikin er jú tann, at við einum sjónvarpi verða kreftir sleptar leys- ar, sum kenir menn meta at hava sterri ávirkan á okkum menniskju enn hesar fýra aldargomlu: familjan, kringumsteður- nar (miljø), skúlin og á- trúnaður. Hesi fýra hava nú í eldir verið tey, sum fyri ein stóran part hava givið okkum tað skap, sum vit eru farin igjøgnum lívið við. Men nú skal eitt 5. koma afturat, og eitur hetta sjónvarp, ella sum onglendingurin Milton Shulman kallar: >Tað glúpska eygad.« At hetta kemur at hava alstóra ávirkan á okkum, kann ein sjálvur siga sær, tá ið ein hoyrir hagtølini úti frá ti stóru verð, har tey nú í fleiri ár hava havt sjónvarp og tí gjort royndir, sum vit mugu leggja oyru okkara til. Ti hesar royndir eru bæði uppá gott og ilt, og fá- vitskutur má tann kallast, sum ikki tekur við læru av teimum royndum, ið onn- ur hava gjørt. Her vil eg nýta hevi til at takka Tor- móði Dahl fyri ta frálíku grein, ið hann hevði i Dimmalætting 19. februar um hetta evni. Enn eina- ferð takk Tórmóður! Hagtelini frá Onglandi vísa, at eitt enskt miðal- barn frá ti tað er 3 ár og til tað fyllir 18 ár, hevur sitið 22.000 tímar — ella tvey ár og triggjar mánaðir út í eitt — frammanfyri sjón- varpinum og hevur so- statt frá sjónvarpinum tikið við ávirkan meira enn frá lærara, foreldrum og ætt. Og fara vit til Amerika, so verða telini hesi, at tá ið hesin javnaldurin fer úr barnaskúlanum, so hevur hann sitið 10.000 tímar á skúlabeinki, men 20.000 tímar frammanfyri sjón- varpið. Hagtølini siga, at tá ið ein amerikanari er 70 ára gamal, tá hevur hann sitið samfull 9 ár av lívi sínum frammanfyri sjón- varpi. Av hesum síggja vit gjølla, hverjar ómetaligar kreftir, ið verða sleptar leysar, við at eitt land fær sær eitt sjónvarp. Tað kann ikki mótsig- ast, at vánaligir filmir hava havt ringa ávirkan á mangt eitt sinni. Ja, inn- brot og annað ljótt í einum filmi, hevur funnist aftur úti í gerandislívinum. Hetta hava vit dømir um. Tað sædda setti slíkt prek á sinnið, at ikki slapst frá hesum, og var hetta tann beinleiðis orsekin til, at hetta sama skuldi roynast uttan fyri biografhellina. Sjónvarpið kemur at kasta ein brand av ófriði inn í heimini. Tá ið for- eldrini vilja hava tað slókt vegna okkurt ljótt, sum verður vist, meðan bernini av forvitni vilja sleppa at síggja. Í staðin fyri at verða miðsavnandi verður sjónvarpið nakað, sum kemur at skapa klandur innan borgarmúrar. Sjónvarpið verður eitt ræðuligt vápn hjá polit- ikarum ella åvisum monn- um teirra millum. Tað verður ikki altíð spurning- urin um dygdina í hesum monnum, men ein spurn- ingur um at duga at føra seg í hesum glúpska eyg- anum. Tað verður ein spurningur um nakað av sjónleikarakynstri. Tað eru teir politikarar, sum verða hildnir at vera falnir millum annað, tí teir ikki hevdu sjónvarps- tekki. Hildið verður, at Harald Macmillan fall uppá hetta. Eisini verður mett í dag, at president- urin Roosenvelt, hann, sum kom til tað demo- kratiska konventið í rulli- stóli — ikki hevði klárað seg í einum sjónvarpi. Hann hevði ikki sjón- varpstekki. Heldur ikki Churchill vildi klára seg væl í einum sjónvarpi, og tað mugu vit siga er ein óhugnaligur tanki. Hetta reystmenni, sum leiddi tann fria heim- in til sigur ímóti Hitler. Og hvat, um vit fáa eitt politiskt litað sjónvarp? Legtingsformaðurin J. Fr. Øregård segði undir teirri eini viðgerðini av hesum máli: >Guð náði okkum, um føroyskt sjón- varp fær vinstrahalla leið- slu.< Hetta gevi eg honum rætt í, men líka so nógv, um ikki meira óttist eg fyri eini hegravendari leiðslu, har kristindómur- in verður spentur fyri vognin hjá kapitalistu- num, so at hann gerst ein karikarturur av ti, hann í veruleikanum er. Hesum hava vit longu her á landi fingið eina ræðumynd í tí fasismu, sum letur til at hava fingið fótin fastan her. Nú má :'ngin trúgva um meg, at eg einki gott dugi at síggja í einum sjónvarpi. Sjálvandi dugi eg tað, men vansarnir eru sterri enn fyrimunirnir og ti eiga vit at siga nei til sjónvarp. Henry Andreasen