Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jógvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar år SOSTALINUM uttan loyvi - frá blaðnum. Ríkar vónir LANDSFUNDUR Føroya Javnaðar- floks 1978 varð hildin um seinasta vikuskifti, og sigast má, at undir- tøkan bæði var stór og dyggilig. FUNDURIN varð væl vitjaður av javnaðarfólki úr øllum valdømum, og áhugin fyri at luttaka í viðgerðini av og í orðaskiftinum um floksins stevnu og floksins politikk í hesum valskeiði og í komandi fýra ára skeiði, var stórur. Í EINI fundarsamtykt, sum er á oðr- um stað í blaðnum í dag, ásannar landsfundurin, at tann politikkur, sum rikin er í hesum valskeiði, hev- ur verið í tráð við tey grundleggjandi sjónarmið hjá flokkinum, og í tráð við ta virkisskrá, sum staðfest og samtykt varð av landsfundi floksins í 1974. SERSTAKAN dent legði landsfund- urin á, at sjúkradagapeningaskipan- in, landsbankamálið og íbúðar- spurningurin vinna frama í hesum valskeiði. Landsfundurin tók undir við eini bruttoskattaskipan, og at henda verður skipað sum keldu- skattur. Á FUNDINUM vórðu tey grund- leggjandi sjónarmiðini hjá flokki- num staðfest. Virkisskráin varð við- gjørd, uttan tó at verða endaliga samtykt, men verður henda nú við- gjørd av ollum feløgunum og í ym- iskum nevndum. Eftir hesa viðgerð hevur floksstjórnin fingið heimild til at leggja ta endaligu virkisskránna fyri komandi fýra ára skeiðið. SERA hugaligt var, at hópur av ung- um fólki úr øllum valdømum metti á landsfundi floksins. Hetta ber boð um at javnaðarflokkurin og stevnu- mið hansara hava alstóran áhuga hjá tí komandi ættarliðinum. Hetta skuldi givið stórar og ríkar vónir fyri stórri og dyggiligari undirtøku av politikki floksins. AA AAA AS] Haldið sosialurin Nr. 25 — 5. apríl 1978 Landsfundur javnaðarfloksins 1978 ásannar, at floksins politikkur hevur havt avgerandi týdn- ing fyri, at stødugt betur umsteður eru skaptar føroyingum at liva og virka í landi sínum, so- leiðis at betur kor og inntøkur eru teimum fyri, sum vinna á landi og umborð á føroyskum skip- um. Hóast broyttu vinnuumsteðurnar á havinum er tað eydnast at økja framleiðslu og útflutning meir enn nakrantið. Fundurin ásannar, at tann fiskivinnupolitikkur, sum førdur er av floksins ålitismonnum å tingi og i landsstyri, og sum hevur fylgt teirri linju, sum flokkurin fyri mongum årum sidani hevur lagt, hevur skapt stødid fyri hesum. Tad hevur havt størsta tydning, at vit sjålvir eru umbodadir, og sita fyri føroysku megin, har samrådingar um fiskirættindi fara fram. Landsfundurin åsannar, at i hesum valskeidi eru framd týðandi mål, sum samsvara grund- sjónarmiðunum og virkisskránni hjá flokkinum. Fremjanin av hesum betir um meguleikarnar at umsita tær ognir, sum landið, landgrunnurin og undirgrundin eru — á slíkan hátt, at rættindini hjá hinum einstaka verða tryggjað vinnuliga, sosialt og mentunarliga, soleiðis at áveksturin í samfelagnum ikki einans kemur nekrum fáum til góðar. Dentur verður lagdur á skilagóða umsiting av Fundarsamtykt náttúruríkidominum og at náttúran ikki verður dálkað lívsmeguleikunum til skaða. Flokkurin ger vart við, nú virkismeguleik- arnir á landi, landleiðini og á fjarum leiðum eru so nógv broyttir, at skilagóð samfelagsstýring er meira neyðug enn fyrr, so ónýttir møguleikar koma til nyttu og soleiðis at nýggir verða skapt- ir. Ti má landið ganga á odda í útbyggingini innan fiskivinnu og ídnað, og ti verður arbeið- ara- og fiskimanna iognarrættur til virkisam- boðini og rættur teirra til umboðan í leiðsluni av virkjum og feløgum at fremja. Stuðulin til útbygging verður umlagdur so, at hesin kemur vinnumeguleikunum til góðar, heldur enn at fluttar verða ognir frá fjøldini í einstaklinga hendur. Fundurin leggur dent á, at landsbankamálið, dagpeningaskipanin og íbúðarspurningurin vinna frama í hesum valskeiði, men leggur sam- stundis herðslu á, at landshandilsmálið av álv- ara verður tikið upp. Í skattaspurninginum er steðutakanin tann, at skattingin skal fremjast sum ein brutto- skattaskipan við kelduskatti og at nýtslu- skattaskipanin verður útbygd. Fundurin ásannar, at virksemi floksins hevur verið í tráð við grundsjónarmiðini, men leggur dent á, at umboðsmenn floksins alla tíðina hava fyri eyga aðalmálið, at Feroyar verða eitt sosi- alistiskt samfelag á fólkaræðisligari grund. KFUK og KFUM Várgleði hevur ikki fund í dag kl. 16, men farið verð- ur á barnametið i KFUM. Almennur felagsbíbliu- tími í KFUK hóskveldið kl. 20, Tóri Zachariasen talar. Uppistova Ungmannadeild I.O.G.T. hittist í kveld kl. 21, Jóhs. Álvheygg heldur fyrilest- ur og vísur film. Frelsunarherurin, Tórshavn Ungdómsmeti í kveld kl. 20.30 og Heimaforbundið hóskveldið kl. 20. Evangeliuhúsið, Trondargøtu Missiónsmeti hóskveldið kl. 20 (missiónin í Ar- gentina). Pensionistafelagið Hesa vikuna verður fund- urin hóskveldið kl. 19.30 á Parnassinum, filmur verð- ur vístur. Lærarasetanir Skúlastjórnin boðar frá, at Heðin Klein og Lars Peter Rasmussen eru sett- ir sum lærarar við Sand- oyar meginskúla frá á- vikavist 1. januar og 1. februar 1978. Sion, Vági Evangeliskt meti í kveld . . kl. 20. Skrivari Eitt starv sum skrivari hjá sjúkrahússtjóra- Vestmanna num er leyst at seta skjótast gjørligt. Sjómanskvinnuringurin Arbeiðstíðin verður fyribils hálvan dag. Len sambært sáttmála millum Feroya kemur saman í kveld kl. 20. Landsstýri og Starvsmannafelagið. Umsókn verður at senda sjúkrahússtjóra- num, Kongabrúgvin, 3800 Tórshavn, innan 20. apríl 1978. Tórshavn Sjómanskvinnuringurin kemur saman á Sjómans- heiminum í kveld kl. 20. Tórshavn, tann 3. apríl 1978 J. A. Serensen Gullberg, VN 450, nýggi trolbáturin hjá vestmenningum, var á Havnini fyrra- partin mánadagin, áðrenn hann seinnapartin fór ein siglingartúr við umboðum fyri ymsar stovnar. Gullberg er systurskip til Margretu og Bakka-Kristian. Hann kostaði uml. 3,5 mill. kr. at byggja, og er merktur til góð 53 tons. T.v.s. at hann sleppur at trola á landleiðini í summarmánaðunum, um skipanin verður sum árini frammanundan, har markið verður 55 tons, fyri at sleppa at trola á landleiðini. Gullberg fer væntandi fyrsta túrin í hesi vikuni, og skipari verður Jón Hansen úr Vestmanna, sum eigur bátin saman við Johannus Haldansen og John Haldansen