mikudagur 5. apríl 1978síða 11
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 25 — 5. apríl 1978
sosialurin
Síða 11
Beiggin, Blóman, Diddan og Dukkan: Í
Barnamynd í smalari rammu
Tað er sjálvandi torfert
hjá einum sjónleikarafelag
ella -bólki at avgera, hvat
skal vísast á pallinum.
Serliga, tá málið er sett
hægri enn bert at undir-
halda. Nógv má havast í
huga, tá leikurin skal velj-
ast. Fyrst og fremst,
hvussu langt evni leik-
stjórans og leikaranna
røkka, hvat tey megna.
Men eisini, hvenn týdning
og virði, leikurin hevur.
Hjá teimum, sum ein-
ans hava tveir—triggjar
leikir á skránni um árið, er
serliga umráðandi at velja
rætt. Eitt stórt leikhús,
sum hevur nýggj verk at
bjóða fólki fleiri ferðir um
árið, tolir at gera eitt mis-
tak av og á.
Yvir um ánna
eftir vatni
At skriva sjónleik er
næstan eitt ókent fyri-
brigdi her í Føroyum, ti-
verri. Gríma hevur ti leitað
aðrastaðni og í Sveríki
funnið leikin »Bellmann,
Blomman, Baby och
Bruden,< ein leikur um
ræðslu og einsemi hjá
børnum og ungdómum.
Fyri ikki beinleidis at inn-
flyta svenskar trupulleik-
ar hevur Grima spurt 100
skúlanæmingar í Havn og
tosað við í xfólk her um
henda spurning. Úrslitið
av hesi kanning varð, at
hetta vandamálið eisini
býr í okkara samfelag, so
tað var ikki hepisleyst at
taka málið upp. Leikurin
er týddur til foroyskt av
Kára Øster, til vanligt
talumál tibetur, og svensk
sereyðkenni lagað til før-
oysk viðurskifti. Her er
helst meint við SMS pos-
arnar, kassettusjónyarpið
og onnur slík smáting.
Men, er tað ikki at fara
yvirum ánna eftir vatni at
leita í ørum londum eftir
ungdómsspurningum og
-trupulleikum? Og hevði
tað ikki verið rættast at
viðgjert tey ítekiligu,
konkretu vandamálini
fyrst, áðrenn lopið verður
út í tey abstraktu? Ber
ikki til at skriva ein leik
um føroyska ungdómin,
sum samfelagið ikki hevur
annað at bjóða enn guds-
dyrkan og ítrótt av ym-
iskum slag? Men hetta er
helst eitt serføroyskt fyri-
brigdi, at aftra seg í at
taka egnar samfelags-
spurningar upp til við-
gerðar og heldur læna
onkrar frá oðrum.
Tað er spell, at Gríma
ikki hevur samband við
onkran hevund, sum kann
skriva leikir til bólkin.
Sum dugur og torir at
skriva um Feroyar og fer-
oyingar og, væl at
merkja, Føroyar og føroy-
ingar i dag, i 1978.
Uti og inni
Aftur til Beiggjan, Blóm-
una, Didduna og Dukk-
una. Tey eru yngri enn eg
hevði væntað, neyvan
eldri enn 10—11 ár. Tey
kennast, búgva helst í
somu getu, og spæla
hvenn dag. Týðiliga sígg-
ja vit tað miskunnarloysi,
sum bern vísa hverjum
eðrum. Tey royna altid at
halda ein uttanfyri, gera
gjøldur burturúr honum
ella henni. Spælið er ikki
nakað spæl, men ein á-
haldandi roynd at gera
hini minni.
Men heima hjá for-
eldrunum (tey eru øll eina-
børn) er eðrvísi. Her
minka tey sjálv burtur í
onki. Lýsingin av foreldr-
unum og heimunum er
annars ógvuliga óverulig,
lat meg heldur siga naiv.
Foreldrini skoyta ikki um
bernini og tey afturímóti
líkjast ikki eðrum børn-
um. Tey brúka seg ikki
móti foreldrunum, svara
ikki ljótt aftur og tað er
óvanligt.
Myndin av foreldrunum
er helst gjørd so fyri at fáa
hana samansetta, kon-
sentraða. Alt tað negativa
savnað í hesar sjey
mammurnar og páparnar.
Ei undur í, at bernini bæði
eru bangin og einsamøll
eftir ta viðferð, tey fáa
heima.
Krevjandi
uppseting
Tað hevur verið eitt stórt
arbeiði at seta henda leik-
in upp og tað má vera
gleðiligt hjá Grimu, at
uppsetingin hevur eydn-
ast so væl. Beiggin,
Blóman, Diddan og Dukk-
an (hví hesi margháttligu
nevnini?) spæla á einum
forpalli, men aftanfyri
tjaldið er heimið. Vit sigg-
ja tey ell fýra heima og so
aftaná, tá tey taka leiðsl-
una í spælinum úti á get-
uni. Millum hvert brotið
síggja vit tey dansa við
fløggum í ymiskum litum.
Hetta er helst fyri at vísa,
at eitt sindur av lívsgleði
býr í teimum, hóast alt.
Gjegnum miðjan salin
liggur ein smalur pallur
aftur til inngongdina. Tá
tey flýggja ella verða
koyrd úr bólkinum, fara
tey út á henda pallin, út í
myrkrið. Eitt sindur av
spælinum er eisini á hes-
um pallinum, so tey, sum
sita fremst í salinum,
hava kanska trupult við at
fáa alt við.
Annars byrjar leikurin á
ein hátt, sum skjótt man
fara av móta aftur. Leik-
arar koma inn í salin og
vita av ongum, spyrja um
teir koma ov seint, um
framferslan longu er byrj-
að. Kann vera, at hetta er
stuttligt, eg veit ikki.
Í »Képakonuni« var
Gríma komin eftir at
brúka skuggamyndir.
Men tær vóru brúktar ov
nógv, misbrúktar. Hesa-
ferð er tað eitt tunt gjald,
vitja og gleðin hjá Dukkuni broytist skjótt í grát
BEIGGIN, BLOMAN
DIDDAN og DUKKAN
eftir Gøsta Bredfelt, Lars Hansson, Lise-Lotte Nilson,
Suzanne Ostén og Lena Søderblom.
Leikstjóri: Eyðun Johannesen
Ljósmaður: Heiðrikur Christiansen
Pall, búnar, skortar: Gríma
Ljósmyndir: Kalmar & Allan Foto
Ljóð: Milson Zachariasen
sum sæst igjøgnum. Tað
verður brúkt fýra ferðir, í
dreymunum hjá bernu-
num. Einaferð afturat
hevði verið ov nógv. Ein
góð effekt kann skjótt
gerast til eina tóma klisjé.
Frálíkt spæl
Tað avgjert sterkasta við
leikinum er spælið. Best
eru Birita og Kári sum
Dukkan og Beiggin. Tað
er tó um tað reppið, at
Birita ger ov nógv av.
Men hon er eisini góð í
hinum báðum leikpertun-
um, mamma Beiggjan og
mamma Diddunnar. Sum
heild er hon best, hevur
týðiliga funnið seg sjálva
á pallinum — spælir uttan
nervar ella iva.
Kári er ikki so góður
sum pápi Dukkunnar og
serliga ikki sum pápi
Diddunnar, men sum
Beiggin er hann frálíkur.
Tað er sum um leikpart-
urin er skrivaður til hann
burturav. Rosa er betri
sum mamma Blómunnar
og mamma Dukkunnar
enn sum Diddan. Brotið
um heimið hjá Blómuni,
við honum og mammuni í
kekinum, er eitt tað besta
Dukkan roynir at faa mammu sína at tosa við seg. Eina letu seinni kemur pápin at
í leikinum,
sjónleikur.
Egi kemur eisini væl frá
sínum leikparti sum pápi
Beiggjan.
Styrkin liggur í tí, at
ongin dregur heildina nið-
ur. Og spælið er so gott,
at heldur ikki musikkurin
hjá Cactus fær drigið tað
niður. Hinvegin var tón-
leikurin betri og eitt sind-
ur harðari, hevði fram-
førslan verið eitt uppaftur
sterri upplivilsi.
Annars stendur í leik-
skránni, at Egi Dam og
Eskil Romme hava gjert
tónleikin, men eg veit ikki
betur, enn Peter Green
eigur lagið >Black Magic
Woman,< sum tvær ferðir
varð spælt í leikinum. Tað
er mær annars ein gáta,
hví hetta lagið er tikið við.
sera góður
Samanumtikið
Beiggin, Blóman, Diddan
og Dukkan er ikki nakar
stórur leikur, tað hevur
kanska heldur ikki verið
ætlanin. Hann víkir íkki
frá eini beinari, trongari
rás. Hann er ein mynd av
fýra bernum í eini smalari
rammu. Men hann leggur
upp til eitt kjak um óttan
og einsemið hjá bernum
og ungum (og fyri so vítt
vaksnum við). Í leik-
skránni eru settir spurn-
ingar um hvert barnið og
hesir eru eitt gott byrjan-
arstødi til eitt víðari kjak.
Eitt slíkt kjak loysir sjálv-
andi ongar spurningar og
ferir neyvan heldur til eina
meiri umfatandi viðgerð
av samfelagsspurningum
yvirhevur, men kanska
tað fær onkran til at
hyggja upp úr Seriemaga-
sinet, Bitten ella hvat
hetta innflutta andaliga
sépupulvuri nú eitur.
Men spælið er livandi
og gott, ta eru ongar
deyðar letur. Áskoðarin
keðir seg avgjert ikki,
tann hálvan annan tíman,
leikurin varar. Og endiliga
ein framfersla uttan
stedg, tað er at oyðileggja
ein leik at slíta hann sund-
ur í miðjuni.
Hegni Djurhuus
Umframt festu sendingarnar
07.15: Veðurtíðindi
07.17
07.30
07.35
08.00
08.05
Morgunlestur
Vedurtidindi og tíðindi
Tónleikur
Veðurtíðindi og tíðindi
Lurtararnir og vit
spæla grammofon
Veðurtiðindi og tíðindi
Morgunlestur
Middagskonsert
Vedurtidindi og tíðindi
Degurðatónleikur
12.50: Veðurtíðindi
12.51: Tónleikur
18.30: Veðurtíðindi og tíðindi
09.00
09.05
12.00
12.20
12.32
Mikudagin 5. apríl
08.05: Enskt 5,
13.00: Kveðuljómar
til sjófólkið
Vedurtidindi og
tíðindi
Barnaútvarpið
Grammofongestur
á Bryggjubakka
1. sending hjá
Tummasi Jacobsen
Veðurtíðindi og
tíðindi
Enskt 5,
Veðurtíðindi
18.30:
18.42:
19.15:
20.00:
20.10:
20.30:
Hósdagin 6. apríl
18.30: Veðurtíðindi og
tíðindi
18.42: Nátturðatónleikur
19.00: Katrin
24. partur
Framhaldssega
eftir Sally Salmin-
en. Margreta Næss
lesur
Oskar Her
mansen týður
19.30: Poppur
20.00: Bókmentatáttur
20.20: Vivaldi 300 ár
Fyrra sending
hjá Janusi Mohr
Vedurtidindi og
tíðindi
21.00
Fríggjadagin 7. april
18.30: Vedurtidindi og
tíðindi
18.42: Nátturðatónleikur
19.00: Burturi og heima
19.30: Ælabogin
Tónleikasendingin
hjá Jogvani T
Joensen
20.00: Friggjakvøld kl
21.00: Vedurtidindi og
tidindi