Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. apríl 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 26 — 8. apríl 1978 Javnaðarflokkurin stendur ikki við róðrið tá aðrir manna skútuna Tað hoyrdist ofta frá gðrum flokkum undan seinasta vali, at atkvødur til teirra vildu verða nýttar til samarbeiði við Javnað- arflokkin, men her mugu vit minnast, at ein høvudstreyt er, at Javnaðarflokkurin eisini fær stórt tal av atkvgðum. Javnaðar- flokkurin situr ikki í landsstýrinum av atkveðum til hinar flokkarnar, sigur Atli Dam m.a. í hesi samrødu við SOSIALIN — Hvat dámdi tær lands- fundin og hvat leggur tú serliga dent á av tí, sum kom fram á landsfundi- num? — Mær dámdi lands- fundin væl, og tað sum serliga hevði mín áhuga á fundinum, var tann serligi dámurin, sum var, og tann undirtøka, sum ein kundi merkja á fundinum við tí ferda politikkinum — ásannanin av, at flokk- urin gjerdi beint, við ikki at leggja frá sær í 1974, men fara upp í eina sam- gongu, sum kundi geva meguleikar fyri at fremja nekur javnaðarmál, og harafturat geva megu- leika fyri at tryggja tann útviklingspolitikk, sum hevur verið førdur framm- anundan. Tað kendist eins og tann ivi, sum hevur verið viðvíkjandi tí nýggju støduni, sum kom í við samarbeiðinum við flokk- ar, sum ein ikki hevði arbeitt saman við framm- anundan, meir og meir var burtur, at menn hevdu ein vilja til at fara út í stríð fyri at tryggja flokkinum uppaftur størri undirtøku, enn hann hevur havt frammanundan, og ein stríðsvilja til at vísa aftur teimum herviligu álopum, sum flokkinum hevur ver- ið fyri frá serliga einum av andsteðuflokkunum. Het- ta haldi eg vera mest posi- tivu undirtøkuna á fund- inum. Sakligt tjak — Tú sigur, at fólk vóru positiv. Vil tað siga, at fólk vóru samd við flokki- num í ellum málum? — Nei, tað var júst tað, sum sermerkti fundin, at innan tey mongu málseki, sum vóru á lofti, fekst alla tíðina eitt positivt tjak í lag. Tað var ikki soleiðis at fundarfólkið bert tig- andi tók undir við ti, sum varð ført fram frá leiðsl- unnar síðu, men vit fingu veruliga eitt livligt og sakligt tjak í lag um allar hesar spurningar. Hetta tjak endaði tó í hverjum einstøkum føri við ásannan av, at hóast vit vóru ymisk á máli, so kunnu tað vera viður- skifti, sum tala fyri åvis- um loysnum. Men vit fingu tó lýst, at tær valdu loysnirnar ikki altíð eru tær einastu, og at tær ikki altíð rekka nóg langt á sosialistiskari leið, tað hava vit nú merkt okkum og taka hetta til eftirtekt- ar. — Tú sigur, at tit íkki vóru samdir í ellum fer- um. Kom tað fyri, at menn bóru fram áskoðan- ir, sum fekk tykkum til annaðhvert at broyta steðu í einum máli, ella taka tað til annarleidis umhugsan? — Tað er jú altíð soleið- is, tá eitt tjak fer fram, at ein, um ikki beinleiðis skiftir stødu, so fær eyg- uni upp fyri einum og eðr- um, sum ein kanska ikki hevur havt so frammaliga í síni egnu metan. Skatturin — Er tað nakað serligt mál tú hugsar um? — Ja, tað nógva tjakið um skattaspurningar, og ymsar skattaskipanir, sum umreddar hava verið, tað hevði stóran týdning. Tað sum menn serliga merktu sær, var undir- tekan við floksins steðu til at skattaskipanin skal fremjast sum ein keldu- skattaskipan. Tað er full- komuliga greitt, at hetta veruliga er eitt fólkaynski, og eisini at tey stig, sum nú verða tikin til at fáa eina bruttoskattaskipan, mugu fremjast á ein slíkan hátt, at henda skipan við fáum broytingum gerst ein kelduskattaskipan. — Hverja prinsipp- steðu hevur flokkurin í skattamálum? — Í stevnuskránni er jú sagt, at samfelagið skal fáa sær tørvandi inntøkur á tann hátt, at øll hjálpa eftir førimuni, tess meira ágóða ein hevur av arbeiði sínum, tess meira eigur hann at lata frá sær aftur til samfelagið. Flokkurin heldur, at hetta best verð- ur gjert undir eini keldu- skattaskipan, har allir hesir mongu frådråttamø- guleikar, sum hava verið, eru avmarkaðir og gjørdir einfaldari, og har megu- leikar ikki eru fyri at av- skriva seg niður um eitt rímiligt mark, soleiðis at ein á tann hátt sleppur undan at lata til samfelag- ið. Eisini tað, at ein nýtslu- skattaskipan verður gjøgnumførd, sum tryggj- ar, at ein kann leggja markið fyri inntøkuskatti rættiliga hogt, soleiðis at vanligar inntekur sleppa lættliga, í skatti, meðan nýtslan sum so, eigur at vera skattað. Hetta ferir so aftur við sær, at tey við teimum lágu inntøkunum mugu hava eitt åvist iskoyti aft- ur sum kompensatión fyri ta neyðturviligu nýtsluna av neyðsynjarverum, studningur kann latast í mun til orku og barnatal. Tað er ikki altíð lætt at finna fram til eina rætt- vísa skattaskipan, og ein veit eisini, at talið av há- inntøkum er avmarkað; men hóast tað, so kunnu vit ikki góðtaka, at tey við góðum ráðum sleppa óg- vuliga lætt í mun til fjøld- ina. Fáa vit eina skatta- skipan, har kelduskattur verður latin av bruttoinn- tøkuni, og har øll nytsla kemur undir skatt, so er rokkið longri enn nú. Tad ber til at hava skipanir, sum tryggja vinnulívinum lagaliga skatting av tí, sum fer til vinnulívið, hetta má so ikki fara til privata nýtslu, men verða skattað, so hvort sum tað verður tikið úr vinnuni. Dagpeningaskipan — Hverji onnur mál eru — Um javnaðarflokkurin skal í eina landsstýrissam- gongu, skal hann hava dygt álit og helst enn sterri álit frá veljarunum. Stendur hetta greitt, ivist eg ikki í, at undirtøkan millum fólk verður góð, sigur Atli Dam. týdningarmikil at fáa framd? — Tey mál, sum hava verið nógv á lofti, serliga frá javnaðarfloksins síðu tá farið var í hetta lands- stýrið, var at fáa framt eina dagpeningaskipan, soleiðis at timaløntum fólki verður tryggjad løn undir sjåku sum ein part av teirri sosialu skipanini i samvinnu við danir. At fáa stovnsett ein lands- banka, um so hesin kans- ka ikki fult út kemur at rekja allar tær uppgávur, sum javnaðarflokkurin vildi latið honum upp í hendi. Somuleiðis at fáa framt ábeturnar innanfyri íbúð- arbygging, at tann prís- ansingarlóg, sum liggur hjá tinginum verður sam- tykt og veruliga verður útbygd við prísansarum, at karmurin, sum er skaptur við arbeiðara- verndarlógini verður út- fyltur við dyggum eftirliti av arbeiðsplássunum og í samvinnu við áhugafelog- ini. At tann traditionella samvinnan við Danmark heldur fram á ein slíkan hátt, at nýggj eki verða tikin upp í samvinnuni, at báðir partar eftir forimuni hjálpa til figgjarliga, so- leiðis at vit á tann hátt vera betri førir fyri at um- sita egin viðurskifti og at fyriskipa viðurskiftunum í okkara egna samfelag og skúla okkum til at sita fyri í samráðingum allastaðni, har foroysk áhugamál eru til viðgerðar. At leggja eitt upplysingarvirksemi soleiðis til rættis, at fólk veruliga skilja at hetta er einasta náttúrliga leiðin hjá okkum føroyingum, skal ein ikki enda annað- hvert í teirri veitini, sum eitur kvetting av aldar- gomlu samvinnuni, ella eini stagnatión innanfyri eitt samband við Dan- mark, sum als ikki ber nakran útvikling í sær, tí føroyingar skulu halda seg burtur frá at taka avgerðir um egin viðurskifti, at gjald til egna umsiting 0.s.fr. Landshandil — Eitt av teimum málum, tú nevnir, er landshandil. Hvat skal hesin eftir tíni metan, fyrst og fremst umfata? — Sum kunnugt hevur flokkurin í nógv ár havt á skránni landshandil ella landsandeilsinnflytan, hetta skal bert tryggja, at verurnar kunnu koma til landið so ódýrt sum gjer- ligt. Hetta ber ikki í sær, at allur tann privati hand- ilin skal takast av. Tað er kanska í fyrstu syftu av týdningi, at ávísir veru- bólkar koma undir stór- innflyting og alment eftir- lit, sum t.d. olja og byggi- tilfar. Har hin fria kapp- ingin virkar, verður bert eitt dygt alment eftirlit, men har hon ikki virkar, eigur tað almenna at leggja uppí og skipa fyri at veran kann fáast so bí- lig sum gjerligt. Tað er kanska ein av teimum tættum í sam- gonguskjalinum, sum vit eru eitt sindur harmir um, at hann ikki hevur verið nýttur. Tað eydnaðist jú at fáa í samgonguskjalið at kooperativ samtek, sum eitt nú samtek av byggihandverkarum ella samtek innan fiskivinn- una, skuldu kunna fáa al- mennan stuðul til fremjan av handilsvirksemi; men her er tað hent, at hesi samtek eru ikki stovnað, so eftirspurningurin eftir stuðli frá tí almenna til at fáa slíkt í lag, hevur ikki verið stórur. — Var ætlanin at tað almenna skuldi taka fyrs- tu stigini til at fremja tí- líkt? — Nei, tað sum fekst við í skjalið var, at um menn tóku seg saman til at skipa fyri innflutningi av byggitilfari ella skipa- Framhald á síðu 10