Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. apríl 1978síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Á á * #4 5 Nr. 26 — 8. apríl 1978 Alternativir Sidani 1973 — eftir olju- kreppuna — hevur víða hvar verið tosað nógv um alternativar orkumøgu- leikar, sum kunnu nýtast í staðin fyri oljuna, tá negdin av olju fer at minka, ella tá prísurin á tí olju, ið er eftir, møguliga fer at vaksa nógv orsakað av, at eftirspurningurin verður sterri enn fram- leiðslan. Í Føroyum hevur eisini verið tosað nakað um henda spurning; men nakrar avgerðir um, hvussu vit skulu loysa spurningin, eru tíverri ikki tiknar enn, hóast tað nú eru gingin næstan 5 ár síðani oljukreppuna, hvar menn blivu varugir við vandan. Spurningurin er, hverj- ar meguleikar vit hava fyri at loysa orkunýtsluna i Føroyum í framtiðini. Tá oljan møguliga um eini 15—20 ár kann blíva reiðiliga dýr vegna fyrr nevnda eftirspurning, og kol, sum kanska eina tíð enn fer at kunna fáast fyri ein rímuligan prís, er ótið- arhóskandi til t.d. upphit- ing av sethúsum, kemur áhugin, saman við ynski- num um at vera óheftir, at samla seg um okkara egnu orkukeldur. Vit skulu tí hyggja eitt sindur eftir orkunýtsluni á landi i Feroyum, og hvussu mikið vit kunnu fáa úr okkara egnu orku- keldum. El-framleiðslan í Feroy- um er nú um 123 mill. kWh/ár, og av hesum framleiða vatnkraftverk- ini í miðal um 50 mill. kWh/år. Spurningurin er nú, hvussu nógv kunnu vit fáa úr vatninum aftrat teimum nú framleiddu 50 mill. kWh/ár? Niðanfyristandandi yv- irlit visir, hvussu nógv tey ymisku økini, ið eru egn- aði til at verða útbygd, koma at geva árliga. Tað er allastaðni roknað við eini avfallsnøgd upp á 2500 mm/ar. Møguliga er minni avfall á nøkrum av avfalsøkjunum; men vit vita eisini, at avfallið fleiristaðni í fjøllunum er omanfyri 3000 mm/ár, so samlað skuldu tølini hild- ið. Fyri turbinur og gene- ratorar er roknað við með- algóðum virkningsgradi. Samlað tunellongd, ið neyðug er at gera fyri at leiða tær ymisku áirnar til verkini, er sett í km. Yvirlit 1. Fossá (norðanfyri Lan- gasand) 23,8 mill. kWh/år + åir sunnanfyri og norå- anfyri, 12 km tunell. 2. Gellingarå (norðan- fyri Saksun) 14,2 mill. kWh/år = Skipå og Tvør- å, 2,5 km tunell. 3. Breidå (sunnanfyri Saksun) 9,5 mill. kWh/år, + Reynå og åin i Grun- dali, 3,8 km tunell. 4. Tyggjarå (vestanfyri Kaldbak) 20,4 mill. kWh /år, + Høgadalså eyst- anfyri og áirnar i Manna- felsdali og Mjørkadali, 4 km tunell. 5. Sundså (sunnanfyri Sund) 8,8 mill. kWh/år, + Hoydalså i Villingadali og økid nordanfyri Sunds- å, 2,8 km tunell. 6. Heljareyga utvidkad vid Dalå, Navatunguå, 8,4 mill. kWh/år, Rættå og åunum kviviksmegin, 11,6 km tunell. 7. Storå (Bøur) 14,6 mill. kWh/år, + Skarðsá, Breiðá, Kirkjuá, Markn- ará og áin í Hvilvtkinna- botni, 8,8 km tunell. Tils. 99,7 mill kWh/ár. Fjallavatn, Eiðisvatn og Fossá (Vestmanna) út- vidkad 40,00 mill kWh/år, 20 smærri dalar 48,0 mill. kWh/år, Núverandi vatn- kraftverk 50,0 mill. kWh/ ár. Tils 237,7 mill. KWh/ år. Framleiðsluvirðini fyri tey ymisku verkini mugu takast sum vegleiðandi. Á flestu stoðum kann fáast nakað av vatni aftr- at ti, ið er tikið við í út- rokningunum. Aftrat hesum koma út- byggingarnar av Fossá- verkinum, Fjallavatni og Eiðisvatni, ið samlað koma at geva um 40 mill. kWh/ár (hetta hevur orkuráðið hjá SEV fingið viðtikið á umboðsmanna- fundi). Tað eru smærri dalar fleiristaðni, ið ikki eru við í omanfyri nevndu vatn- kraftútbygging, og sum liggja høgt uppi og tí geva sosialurin nógv í mun til vatnnøgd- irnar. Ein leyslig útrokn- ing av teimum best egn- aðu 20 delunum, hvar vegur og háspenningar- linja liggur við ella nær við, vísir eina samlaða el- framleiðslu upp á um 48 mill. kWh/ár. Nakrir av nevndu delunum kunnu bindast saman við stutt- um tunellum, so el-verkini vera færri (eini 12 í tali). Tað eru fleiri smærri dalar enn teir 20, ið eru nevndir omanfyri, sum eisini kunnu útbyggjast, og tað kann leiðast meir vatn til tey flestu av teim- um sterru verkunum om- anfyri; men sjálvandi er eitt mark fyri, hvussu langt tað kann farast við vatnkraftútbyggingini. Teir síðstu kW tímarnir kunnu blíva ov dýrir. Meiningarnar vera iva- leyst ymiskar, hvussu langt vit skulu fara við útbyggingini, og tað eru kanska fleiri, ið vilja kalla omanfyri nevndu útbygg- ing fantasi. Ein vanlig útbygging av vatnkraftini gevur kanska um 100 mill. kWh/år aftrat; men hetta er ikki nokk, um vit á landi ynskja at vera nøk- urlunda óheftir av orku uttanifrá. Vit mugu tí fara víðari við útbyggingini, ti vit hava brúk fyri orkuni. Um vit nú prioritera orkuútbyggingina líka høgt tey komandi tjúgu árini sum byggingin av veganetinum tey seinastu tjúgu árini, hvar vit kans- ka samlað hava brúkt einar 400 — 500 mill. »1978 kr.<, skuldi verið megu- leiki fyri at útbygt vatn- kraftina sum t.d. oman- fyri uppstillað, sum saml- að gevur um 190 mill. kWh/år aftrat teimum um 50 mill. kWh/år, sum vit nu fåa år vatninum. Har tað er møguligt, mugu hyljarnir til verkini gerast stórir, og vetnini mugu øll brúkast sum vatngoymslur. Hóast hetta koma tær samlaðu vatngoymslurnar ikki at rekka longur enn til 20— 25 daga nýtslu, og tí má nakað av dieselkraft ella kanska eitt minni damp- kraftverk (hesi eru tó ikki væl egnaði til reserva- Síða 11 orkumøguleikar i Førovum kraft), sum partvis kann bruka Suduroyarkol, standa sum reserva til tid- arskeið við lítlum avfalli. Tey 10 mill. tonsini av koli, sum kunnu brótast í Suðuroy, rekka, tá tey vera brúkt sum iskoytis- kraft, langt, men eru ann- ars góð at hava til onnur formál seinni. Meguleikarnir fyri vindorku eru ivaleyst hampuligir í Føroyum, og um vit rokna við somu meðalvindferð á fjøllunum í Føroyum sum onglend- ingar hava målt å fjøll- unum i Shetlandi, kann roknast vid eini framleid- slu upp å ca 2000 kWh/ m? mylluareal årliga. Um øll problem verða loyst vid teimum stóru vindmyllunum, sum nu verða reistar ymsastaðni, og hesar myllur seinni Hon angar av frískleika Heilsøla: J. VEYHE Torshavn, telf. 11591 kunnu fåast fyri ein rimu kunnu 2 til í ligan pris, vindmyllur, alt eftir stødd, framleida um mill kWh/år, sum eftir foroyskum viðurskiftum kemur at gera góðan mun Hesar kunnu so koyra saman við vatnkraftverk unum. Verða øll problem við aldukraftverkunum loyst, kunnu hesi seinni koma at framleiða væl av orku við Feroyar. Geotermiskan hita kun- nu vit meguliga fáa nyttu av, um undirgrundin er nóg pores longur niðri. Onki kann tó sigast um hetta, fyrr enn royndar boringar eru gjordar. Tað einasta sikra, sum vit kunnu fara eftir nú, og sum eisini munar nakað, er vatnkraftin, sum í alt kemur upp á 240 mill. kWh/ár. Reservakraft- verkini koma í ellum fer- um at framleiða nakað av streymi. Um vit seta re- servakraftverkini at fram- leiða 60 mill kWh/ár (svarandi til 2,4 mánaðars nýtslu), blívur samlaða framleiðslan 300 mill. kWh/ár. Rokna vit við, at idnadurin og tað almenna skulu hava 100 mill. kWh /ár, verða 200 mill. kWh /ár eftir til húsarhaldini. Býta vit hetta til 15000 húsarhald, bliva ca. 133000 kWh/ár í part. Ganga 3300 kWh til tað vanliga í húsunum, eru 10000 kWh/år eftir. Um ein effektiv hita- pumpa verður brúkt til upphiting, eru 10000 kWh /år (svarandi til 35— 40.000 kWh/år i hita), nokk til upphiting av øll- um vanligum sethúsum, sum eru hampuliga iso- leradi. Tað er soleiðis møguligt at fáa stersta partin av orkutervinum á landi úr egnum orkukeldum, tá stersti parturin av orku- tervinum í dag er upphit- ing. Vekstur í orkunýtsluni má hereftir klárast frá vindmyllum ildukraft Sn kann faast nar Urslitid er, at tað må ansast eftir, at orkunýtsl- an hereftir ikki økist meir enn neyðugt, og vit mugu húsast við tí, sum vit eiga. Tað skal soleiðis í øllum ferum sparast Her eru tað nokk fleiri, ið eru ósamd um hesa síðstu tankagongdina: men vit mugu miða í móti eini tilikari útbygging og bliva samdir um, hvussu langt skal farast Í framtidini koma vit álíkavæl at keypa alt ben- sin til koyritoyini, nakað av olju til ymiskt á landi (iroknað reservakraftverk ini) og alla oljuna til skip- ini. Tey brúka í dag um helvtina av allari oljuni. Henda olja kann koma at kosta okkum nógv í framtíðini. Eitt modernað samfelag krevur nógva orku fyri at virka, og kann orkan skaffast rimuliga er hesin vegurin lættari enn at spara seg igjøgnum. Eg havi her roynt at vist å, at vit i Føroyum kunnu skaffa hampuliga nogv av orku til samfelag- ið. og at vit nokk eru betur staddir enn fleiri onnur lond, men skal hetta ella nakað av hesum realiserast, má orkuút- byggingin prioriterast líka høgt sum summi onnur ekir í samfelagnum. Landið má taka upp- gávuna, sum er ein sam- felagsuppgáva, og fáa hana gjøgnumførda og av- seta tær neyðugu upp- hæddirnar, einar 30—40 mill. kr. árliga til útbygg- ingina. Hetta eru bert 6—8% av núverandi figgjarlog og tað skuldu vit havt råd til. Samtidis må orkupolitikkur førast, soleiðis at orkuvøksturin frå nú av ikki verður størr: enn hægst fyri neyðini. Hergeir Petersen Djóraverndarfelagið Aðalfundur verður á Hotel Feroyum hós- dagin 20. apríl kl. 20. Skrá sambært lógum felagsins. NEVNDIN nýliga heimkomið — fjølbroytt úrval í nýggjum mynstrum Pf. Georg Nolsøe, cisøi, Mattalåg, Torshavn, tlf. 14557