Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-12, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 1978síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 Mikudagin 12. apríl 1978 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag P/F Stella fingid innflutningslovvi til eitt tangaskip Skipid er 3.250 tons deyðvekt og kostar 12 mill n.kr. Landsstýrið hevur nú giv- ið P/F Stellu í Klaksvik innflutningsloyvi til tað 3.250 tons stóra tanga- skipið Joy Saphir, sum fel- agið hevur keypt frá nors- ka reiðarinum J. O. Od- fjell í Bergen. Samstundis hevur Det Kongelige De- partement for Handel og Skibsfart í Oslo játtað J. O. Oddfjell útflutnings- loyvi til skipið. Sáttmálin um seluna av skipinum varð undirskriv- aður 28. desember í fjer. Siðan tå hava verið sam- ráðingar um fígging og yvirtøku av skipinum, og hesir spurningar eru nú greiddir Erling Laksáfoss, stjóri i P/F Stella, sigur, at keypspeningurin er 12 mill. norskar krónur. Kontanta gjaldið verður 3,7 mill. n. kr. Síðan skal P/F Stella yvirtaka tvey lån. Eitt 1. prioritetslán uppá 3,6 mill. n. kr., og eitt 2. prioritetslán uppá 4,7 mill. n. kr. Hetta er skipið, Joy Saphir, sum P/F Stella hevur keypt Finsprittfløskan 5 kr. ov dýr Feroysku brúkarnir gjalda 5 krónur meir fyri fløskuna av finspritti og 2,20 kr. meir fyri fløskuna av Akvavitti enn teir eiga. Tollurin fyri liturin av finspritti er 100 kr., og fyri liturin Akvavitt, 44 kr. I báðum hesum fløsk- unum eru 70 cl., men brúkarnir lata toll fyri 75 cl., ti Gjaldstovan brúkar 75 cl. sum standardmál fyri allar floskur. Gjaldstovan hevur altið brúkt hetta standardmál, SE VE men eftir at Danmark fór uppi Felagsmarknaðin er innihaldið í summum fløskum broytt, soleiðis at tað liggur úr 70 upp í 75 cl. Hverki Gjaldstovan ella Landsstýrið kunna enn gera nakra viðmerking til dómin, sum fall í Feroya rætti hósdagin, ti teir enn ikki hava fingið sjálvan dómin. Rætturin álegði lands- stýrinum at góðtaka, at um Feroya gjaldstova í pappírunum í samband við innflutning av rús- drekka verður gjørd kunn- ug við innihaldið í teimum einstøku fløskunum, skal tollurin útroknast eftir ve- ruliga innihaldinum, og ikki eftir einum standard- máli. Rætturin segði, at tá tollurin í lógini er ásettur til eitt ávist gjald fyri lit- urin, skal tollurin roknast út eftir tí veruliga inni- haldinum i fløskuni. i Í | 100.000 sílarogn | doyðu á veg til Føroya síða 5 0 | Ídnaðartrolarar kunnu fáa meira burtur úr | hjáveiðuni síða 3 | He OD SND —— AA DDA Fær navnið Stella Nova Erling Laksáfoss sigur, at skipið fær navnið Stella Nova, og tað verður skrá- sett í Klaksvík. Tað skal sigla í Europa, Afrika og Norður- og Miðamerika. Feroysk manning skal yvirtaka skipið í Hollandi um mánaðarskiftið april- mai. Manningin verður 15 í tali, og skipari verður Richard Jacobsen, yngri — Lítli Richard — úr Klaksvík. Maskinmeistari ta fyrstu tíðina verður Er- ling Laksáfoss sjálvur. Joy Safir er bygt á Karnesund værft og me- kaniske værksted í 1973. Tað er 3.250 tons deyð- vekt, og verður sostatt stersta skipið í feroyska flotanum. Tað lastar 3.850 kubikmetrar, og ferðin er um 14 mil. Skipið er út- gjørt við ellum nútímans hentleikum, og er í góðum standi. Tað varð klassað í februar og mars mánaða í år. Eitt skip afturat Erling Laksåfoss sigur eisini, at P/F Stella hevur ætlanir um at yvirtaka eitt tangaskip afturat seinni í hesum árinum. Tað verður eitt systurskip hjá Stellu Nova. Á ársaðalfundi hjá P/f Faroe Air Transport 31. mars varð nýggj nevnd vald. Óli Gordon Bech er nú aftur vorðin stjóri og formaður felagsins. Sit- andi nevnd fór øll frå og saman við Ola Gordon eru nú í nevndini Kristian Holm Bech og Jákup Mikkelsen, flogskipari í Klaksvík. | Óli Gordon Bech aftur stjóri í FAT | A ———— SAR EA OS OO Partapeningurin í felagnum er hækkaður úr j 20000 i 200.000 kr. UDD 0 em mL ———— Hårfridkanarlærlingarnir: Friggjadagin skal alt vera i lagi Månakvøldid hevdi nevndin i Føroya hand- verkslærlingafelag fund við hárfríðkanarlærlingar- nar, bæði í Havn og Klaksvík. Tað vísti seg, at lærlingarnir yvirhevur vilja hava ta galdandi ar- beiðsskipanina. Men teir vilja hava onkran annan fridag í staðin fyri leygar- dag. Tað er soleiðis, at hårfridkanarlærlingar arbeida til kl. 20 friggja- dag og fyrrapart leygar- dag, ti yrkið krevur tað. Teir fáa so aðra fritid í staðin fyri. Nevndin í Handverks- lærlingafelagnum arbeiðir nú við at gera sáttmálar um arbeiðstíð fyri hverja einstaka hårfridkanar- stovu. Hesir såttmålar verða lagdir fyri meistarar og lærlingar til at undir- skriva. Miðað verður móti, at øll viðurskifti hárfriðkan- arlærlinganna verða kom- in í rætt lag nú friggja- dagin. Tá er freistin, sum meistararnir hava fingið til at eftirlika krevunum um arbeiðs- og lenarskip- an, eisini úti. Lesið meira um Handverks- lærlingafelagið á síðu 4