mikudagur 12. apríl 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 27 — 12. apríl 1978
há |
+
Kappróður:
EÐ I GG
LTR 0
verður at síggja
í kappróðrinum í ár
3 smáar bygdir í suðri hava stovnað kappróðrarfelag
Á stjórnarfundi hjá ÍSF
friggjakveldið, var ein
umsókn frá Kappróðrar-
felagnum >Kappróðrarfel-
agið<, um limaskap í ÍSF.
Hetta felag varð stovnað
tann 24. februar í ár. Fel-
agið segði frá, at tað hevði
fingið sær bát, eitt 8-
mannafar, ið eitur Hav-
renningur, og at teir ætl-
aðu sær at luttaka á ollum
stevnunum í summar. Í
hvussu so er teimum, ið
telja við til føroyameist-
araheitið.
Tað eru fólk úr bygd-
unum Lopra, Økrum og
Víkarbyrgi, ið standa aft-
an fyri felagið.
Tað varð einmælt sam-
tykt at geva hesum felagi
limaskap í sambandinum.
Í ár kunnu vágbingar ikki vænta sær hjálp sunnaneftir
Starvsnevndin hevði tó
biðið felagið um at finna
sær eitt annað r: =, av tí
at navnið fellur ov nógv
saman við nevnini á hin-
um feløgunum.
Føroyskur fótbóltur:
Skilliga sást at tað var
tíðliga á leikárinum
tá fýra av 1. deildarliðunum í fótbólti leiktu vinar-
dystir í Havn um vikuskiftið, tó var tað ein stuttleiki
at síggja B36
Fleiri venjingardystir í
fótbólti vórðu leiktir um
vikuskiftið, av hesum
vóru tveir dystir millum 1.
deildarlið leiktir í Havn.
Hesir dystir vórðu leiktir
millum HB— KÍ og B36—
VB
Vánaligt
Ikki var tað tað vanliga
spælið, hesi liðini sýndu
okkum, serliga var tað vá-
naligt millum HB og KÍ
og er hetta eisini skilligt.
Hetta er jú byrjanin av
leikárinum og dystarvenj-
ingin er nær sagt eingin.
Afturat hesum er tað eitt,
so at kalla, nýtt lið, ið HB
leikar við, bert 5 av 1.
deildarleikarunum frá í
fjør eru við.
Dystirnir
Sum áður sagt var tað
dysturin millum HB og
KÍ, ið var tann verri; HB
vann hann i—0, málið
varð skotið í fyrra hálv-
leiki av Hera Nolsee.
Dysturin var merktur av
ósikrum spæli, skeivum
avleveringum og vánalig-
um avsluttningum. Ikki
var neyðugt, at dysturin
endaði við javnleiki, tí
mangan vóru HBarnir
hepnir í seinna hálvleiki at
einki mál fór inn, mál-
maður teirra tykist at
meta gott, men er heldur
ósikkur at halda bólti-
num, hetta vóru kanska
bert nervar, hetta er jú
fyrsta árið, hann leikar í 1.
deild.
Vælleikandi
Dysturin millum B36 og
VB gjerdist tann betri,
sjálvt um hann ongantíð
kom í hæddina. Fyri okk-
um fáu áskoðarar, ið
hevdu leitað niðan í Gun-
4 føroyingar
Eitt nýtt 8-mannafar fara at luttaka
á einum IHF
dómaraskeiði
Um hesir standa royndina,
vil tað siga, at vit koma at
eita 2 dómaraper, ið kunnu
døma internationalar dystir
Í døgunum 21., 22. og 23.
í hesum verður eitt IHF
dómaraskeið hildið í Hels-
ingfors. Eisini feroyingar
fara at luttaka á hesum
skeiði. Hondbóltsdeildin
upplýsir, at 4 føroyingar
fara at luttaka á hesum
skeiði, og eru teir Hans
Holm, Torbjern (Tobby)
Michelsen, Hendrik Ru-
beksen og Heðin Michel-
sen.
Eisini venjaraskeið
Um hesir 4 fáa prógv, vil
tað siga, at vit koma at
hava tvey dómaraper, ið
kunnu dema allar inter-
nationalar dystir. Eitt
venjaraskeið verður eisini
koyrt síðuleypandi við
dómaraskeiðið.
dadal henda dagin, gjørd-
ist tað tó eitt upplivilsi at
síggja B36. Tað eru mong
ár, síðani eg havi sæð teir
leika so væl og ágrýtið. Tá
farið varð til hálvleiks-
steðg var B36 á odda 1—0
og rættvísari hevði verið
um henda leiðsla var uppá
2 ella 3 mál.
Í seinna hálvleiki komu
VBarnir fyri seg og vunnu
teir henda hálvleikin við 2
málum móti ongum og so-
statt dystin við tveimum
málum móti einum.
Stuttligt var í hesum
dysti at síggja, at VB-
Dómaraskeið
heima
Ætlanin við hesum at
senda hesar avstað er, at
vit koma at hava góðar
dómarar, ið kunnu dema
internationalar dystir,
men harafturat ætlar
hondbóltsnevndin at hesir
4 skulu vera lærarar á
einum hondbóltsdómara-
skeiði, ið ætlandi verður
einaferð í august mánað.
Frálíkt tiltak
Vit fara at ynskja hesum 4
góða eydnu. Samstundis
fara vit at takka hond-
bóltsdeildini fyri hetta
frálíka tiltak, sum vit
vóna hinar deildirnar fara
at læra av.
[fe
liðið nýtti framherjan frá í
fjør, Magna, sum aftasta
mann og nýttu teir eisini
Jákup (Gaga) sum fram-
herja í hesum dysti.
Kappingin
Spennandi verður nú at
síggja, hvussu kappingin,
ið byrjar um slakar 14
dagar, fer at ganga, tó
kann sigast, at um B36
heldur fram við tí spæli, ið
teir sýndu okkum í fyrra
hálvleiki, verður tað
mangan stuttligt at síggja
teirra dystir.