mikudagur 19. apríl 1978síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Krevur endurgjald
fyri rúsuna, sum
politiið legði hald á
Jacob Wenzel Joensen í Kollafirði hevur reist endur-
gjaldskrav fyri rúsuna, sum politiið legði hald á
í meir enn eitt ár
Endurgjaldskravið var
fyri á rættarfundi mána-
dagin. Kári Petersen, ad-
vokatur, kravdi, sum sak-
ferari fyri Jacob Wenzel
Joensen, í fyrsta lagi eitt
endurgjald uppá 15.000
krónur, og í eðrum lagi
eitt minni endurgjald,
meðan ákærumyndugleik-
arnir, sum vórðu umboð-
aðir av Frantz Cohn,
kravdu fríkenning.
Tað var í august mán-
aða í 1976, at politiið tók
eina av teimum trimum
rúsunum upp, sum Jacob
Wenzel Joensen hevði
standandi á Kollafirði, og
legði hald á hana.
Rúsan stóð heilt tætt
inni við land, og politiið
metti, at hetta var eitt
brot á fiskiveiðulógina
sum asetir, at gern mugu
ikki standa nærri enn 30
metrar úr landi.
Rúsan var síðan til
kanningar hjá Fiskirann-
sóknarstovuni, og málið
varð sent landsstýrinum
til ummeælis. Úrslitið
varð, at ákærumyndug-
leikarnir avgjørdu at lata
Jacob Wenzel Joensen
rúsuna aftur, uttan at
reisa ákæru.
Ætlaði at seta
seks rúsur
Jacob Wenzel Joensen
segði í rættinum, at hann
hevði ætlanir um at seta
seks rúsur út, men at
hann eftir at politiið hevði
tikið ta einu rúsuna,
beinan vegin tók hinar
báðar upp.
Hann segði eisini, at
hann fyrr hevði undirvist í
kveldskúlanum um gern,
men at hann gavst við
hesum, eftir at lógin varð
broytt í 1973, soleiðis at
tað ikki longur var lógligt
at seta gern nærri enn 30
metrar úr landi. Hann
hevði ti ætlanir um at fara
at undirvisa um rúsur í
kveldskúlanum, men
kundi ikki fara undir
hetta, ti politiið segði, at
rúsurnar vóru ólógligar.
Hann kravdi tí eitt
endurgjald uppá 15.000
krónur fyri ta álaveiðu,
sum hann metti at hava
kunna havt við 6 rúsum,
fyri mista undirvisingar-
inntøku, og fyri umvæling
av skaða, sum rúsan fekk,
tå politiid for avstad vid
henni.
Jacob Wenzel Joensen
segði í rættinum, at
Jákup Sverre Joensen,
fiskifrødingur, hevði hugt
at rúsunum árið fyri, og at
hann hevði vissað hann
um, at tær vóru lógligar.
Rímuligt at hann
fekk endurgjald
Franz Cohn vísti á, at
endurgjaldskravið, sum
varð sett fram í juli mán-
aða í fjør, var reist ov
seint. Hann segði, at á-
kærumyndugleikarnir
kortini ikki hevdu vilja
kravt, at rætturin avvísti
sakarmálinum, tí politiið
hevði gjørt nakað skeivt.
Jacob Leth, dómara-
assessor segði, at tað er
rimuligt, at Jacob Wenzel
Joensen fær eitt endur-
gjald, men at tad kortini
kemur at liggja munandi
undir ti, sum kravt er.
Eftir eini fyribils meting
hjå rættinum helt hann,
at endurgjaldið fór at
liggja um 2.090 krónur.
Ongin avgerð fall í mál-
inum á rættarfundinum
mánadagin. Saksøkjarin
vildi ganga við til eitt
endurgjald uppá 2.090
krónur, men Frantz Cohn
segði, at ákærumyndug-
leikarnir hevdu fingið
heimild frá legmálaráð-
num til at ganga við til
eitt endurgjald uppá upp
til 1350 krónur, og at teir
tí fyrst máttu leggja málið
aftur fyri logmálaráðið.
Hornorkestur-
stevna
Stór konsert fyri hornorkestur verður
i Føroya læraraskulahøll dýrabiðidag
21. april kl. 15.00.
Byrådsformadurin Petur Christian-
sen setur ta 13. musikkstevnuna, og
sidani koma tey luttakandi orkestrini
å pallin i hesari rød:
Harmoniorkestrid »G.H.M.«
Fuglafjarðar Hornorkestur
Servágs Tónleikarfelag
Eiðis Ljómfelag
vaksnum.
NNNARKARANARNNASSANRSANARNARNANA SSA RSA RASS SNAR SAASAÁSASAÁSSAS SARA
— Har sært tú, eg vigi akkurát tað sama sum
Cassius Clay...
Nes sóknar Musikkfelag
Klaksvíkar Hornorkestur |
Havnar Hornorkestur |
20 TN AFS SOS TOR AL
Hvert orkestur spælir í umleið 20 '
min. og beint aftaná konsertina spæla
øll orkestrini 2 marsjir saman undir |
leiðslu Hugh Watkins. Um viðrar '
verður hetta uttandura. |
Børn hava bert atgongd saman við !
G.H.M.
Óli í Áarstovu
Hf
Nú kunnu allar barna-
konur gleða seg. —
Kjartan Mohr sóknast
eftir realistiskum
monnum, sum eru í
umbúna, at yvirtaka
Framhurðsflokkin.
*
Politiið upplýsir, at tað
var ikki í einum rúsi, at
rúsan varð tikin.