leygardagur 22. apríl 1978síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
sosialurin
lesarabrøv
Nr. 30 — 22. april 1978
Skularnir og kommunistagrylan
Ongantíð fyrr havi eg
hildið at hugsandi fólk her
á landi tóku Øla Breck-
mann og hansara hugsan-
arlíkar fyri fult, aldrin
mundi eg trúð, at teir í
álvara kundu fáa vald á
fólki. Hesin eftir ollum at
dema hættisligi demagog-
ur hevur nú tíverri yvirbe-
víst meg um, at hann
kann vera hættisligur.
Onki demokratiskt hugs-
andi fólk kann sita hendur
i favn og síggja hetta
harkalið fara so við lands-
ins lærarum, og skriving
Dagblaðsins og øsing tess
til forfylging av lærarum,
sum hava aðra áskoðan
enn ta, at kapitalisma er
himnaríki á jerð.
Tann persónliga útspill-
ing og lýsing av persón-
ligu eginleikunum hjá á-
vísum lærarum í Dagblað-
num er so grov, at hon er
niðanfyri alt mark. Hvat
siga fólkafloksmenn,
hampamenn sum eru í
fólkaflokkinum millum
ernirnar og heykarnar,
hvat siga teir til hesa
skittblaðmensku á mål-
gagni teirra?
Tann 22. mars stóð
grein undir heitinum >Ha-
va ikki biðið um marx-
istiska hjålp« sum er so
grov, at hesir lærarar
kunnu ikki lata hesar
skoðanir sita á sær. Undir
greinini stendur »fyrrver-
andi og núverandi næm-
ingur«, men sjålvt um
maðurin sigur seg vera
núverandi næming, so má
tað vera í lívsins skúla, tí
sjálvur arbeiðir hann sum
lærari, og skrivimátin er
so eyðkendur, at er tað
ikki hann sjálvur, hevur
tað eydnast honum heilt
fantastiskt at indoktri-
nera næmingar til at
skriva sum tað var hálað
úr tunguni á honum sjálv-
um.
Feroya fólk eigur at
vita, at hetta er ein veru-
lig hóttan í samfelagi okk-
ara. Ikki marxisman, men
tey sum uttan nakað sum
helst vita um, hvat marx-
isma er, skipa fyri útreins-
ing (berufsverbot sum vit
kenna frá frælsa landinum
Vesturtýsklandi) av út-
lærdum lærarum úr
starvsmeguleikum her á
landi, tá eru vit komin so
langt til hegru, at tað
»ytsta høgra«, sum
Breckmann og Dagblaðið
siga seg umboða, er ikki
fjart úr stavni.
Fáa trúarfanatikarar og
fólkaflokksfasistar valdið
á skúlaskapi okkara, so
verður ikki meguleiki hjá
frælslyntum fólki at trív-
ast her longur. Sleppa teir
at reka og forfylgja okk-
um her heima, so missir
foroyafólk nógv av sínum
bestu og tað kemur at
frættast í heimsmåti, at
hetta lítla land kann gera
nakað tað sama við síni,
sum Vesturtýskland bæði
fyrr undir Das Reich, og
nú praktiserar. Fólk kann
neyvan trívast uttan
starv, og tað er náttúrligt,
at lærarar vilja arbeiða við
ti, teir hava lært, uttan
mun til áskoðan í poli-
tikki, og skulu teir broyta
hana, er í hvussu so er
neyðugt at heilavaska
teir. Og tá vil hópurin
heldur flyta av landi. Eitt
er vist, og skal tað vera
sagt í hesum sambandi, at
fólkaflokkurin og trúar-
fanatikararnir eru hættis-
ligari fyri land og tjóð
okkara enn vit gruna.
Her er tað >pengapung-
urin sum ræður yvir
hjarta og heila og onki
annad.« Her kann »penga-
marknaðurin< knúsa fólk-
ið, um tað »loysir seg< fyri
hann.
Lat okkum byggja eitt
land, har heili og hjarta
ráða í sameining, og ikki
pengaposin. Latum okk-
um arbeiða fyri einum
*x**x
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
frælsum sosialistiskum
Feroyum og gloyma grýl-
una um Sovjetsamveldið
og alt tað ónda sum kemur
eystanifrå. Vit eru sjálvi
mitt í tí ónda: svarta
vandanum hegramegin-
frá!
Reyðlingurin Grimmi
Rættleiðing til Norðlýsið
Í Norðlýsinum 14. apríl
stóð ein grein um ung-
dómskonsertina, sum
Ein OPEL
til eitthvert
endamál
fo 0
Opel Kadett
Opel Manta
sa 4 DN
2 Á í
Opel Rekord
Opel Ascona
Komið inn og síggið tey
mongu modellini. Vit
bjóða tygum royndartúr
og tygum síggja sjálvur,
at OPEL hevur alt sum
ynskist:
Ein dygdargóður bilur,
ódýrur í nýtslu, tryggur
og fyri ein lagaligan prís.
P/f Vilhelm
Nielsen & Søn
Jonas Broncksgøta 35
3800 Torshavn
tlf. 11140
Ungmannafelagid Skansa-
stova i Havn skipaði fyri,
og i hesi grein eru nakrir
skeivleikar.
Ovasta myndin, sum
var å siduni, syndi okkum
tær triggjar genturnar,
sum sungu i Fox i Vest-
manna. Undir myndini
var ein tekstur solj6dandi:
KLUTADUKKURNAR
UR VESTMANNA. Het-
ta orð, klútadukkur, er
ikki eitt ov »pent« orð at
siga um fólk, og hví skula
tær nevnast so? Í greinini
er einki, sum sýnir okkum
hví, tverturímóti, har fáa
tær hálvavegna rós.
Eitt annað er yvirskrift-
in, Beatkonsertin. Hatta
var ikki ein BEATkon-
sert, men ein UNGDÓMS
konsert. (Tað er váttað av
formanninum í Skansa-
stovu). Tað verður eisini
funnist at, at klassiskur
tónleikur ikki hóskar til
eina tilika konsert. Hvi
ikki. Tað eru nógv ung-
fólk, sum væl dáma klass-
Alt húsið angar
av frískleika,
tá eg havi vaskað við
Heilsøla: J. VEYHE
Térshavn, telf. 11591
iskan tónleik. Eisini varð
funnist at jazzinum, sum
varð sagdur ikki at hóska
til hesa konsert. Til eina
ungdómskonsert skula ell
slog av tónleiki verða um-
boðað.
Black Birds varð heldur
ikki væl dámt av greinar-
skrivaranum, tí øll løgini
uttan tað fyrsta vóru 6-
hóskandi. Hví eru lett log
ikki hóskandi til eina ung-
dómskonsert?
Eisini varð lopið á Kára
Petersen, sum hevði und-
irhaldið. Sagt varð í grein-
ini, at allar »vittigheit-
irnar< eru gamlar, men so
var ikki. Tær dámdu fólk-
inum væl eftir logvabrest-
unum at dema, so heilt
gamlar hava tær ikki ver-
ið. Eg havi eisini spurt
fleiri ungdómar, og allir
siga seg aldri at hava
hoyrt tær fyrr.
Fleiri ferð í greinini varð
nevnt >prikkurin undir I-
num<. Hvat er tað?
Ein lítil rættleiðing.
Kentire, sum tað verður
stavað í blaðnum, er
skeivt. Tað skal vera Kin-
tyre.
Havnardrongur
Eitt sindur um
valsigur Dagblaðsins
i Fraklandi
Óli Breckmann hevur eftir
Dagblaðnum at dema
vunnið »sigur« í franska
valinum herfyri. Journal-
istikkurin á tí blaðnum er
nú soleiðis, at skemtiligari
hevði verið bert at endur-
prenta greinina, tí hon
talar opið og erligt tey
sjónarmið, sum blaðið
hevur. Teir »frisinnadu«
flokkarnir, sum hava „álit
pengamarknaðanna<
vunnu móti teim vinstra-
sinnaðu, og tí hava sein-
astnevndu grund til at
smakka »beiskan bita,«
sum blaðið målber seg.
Hetta er ikki undarligt
at lesa, ti blaðið virkar
sum málgagn fyri poli-
tikk, sum miðar móti at
>pengamarknaðirnir<
skulu ráða heiminum.
Stjórn Allende í Chile var
ikki populér í amerikanska
pengamarknaðinum, ti
fekk hon sín »rættvisa«
dóm. Tað sama kundi
hent í Fraklandi, um fólk-
ið ætlaði sær annað enn
pengamarknaðirnir hava
áhuga í. Hetta er peng-
anna demokrati.
Men Óli — um hann er
útbúgvin M.A. — man
ikki hava lisið ov gott
uppá tann dagin, tá hann
hevði fyri um fronsku val-
skipanina. So hevði hann
ikki tosað um »sigur«. Tí í
beinleiðis valinum, fyrra
umfarinum, sum er eins
og okkara valskipan,
fingu vinstraflokkarnir
yvir 50% og tað er ikki so
lítið. Men valskipanin í
Fraklandi er soleiðis, at
valdømini eru ymisk til
steddar, sjálvt um tey
hava sama tingmannatal.
Soleiðis var tað valskip-
anin, sum gav teim »fri-
sinnaðu< meiriluta at
enda. Fólkið gav haraftur-
*x**x
SAMSKATTINGIN
ÓRÆTTVÍS
Løgtingid samtykti fyrr at
avtaka samskattingina.
Tað var tí ikki legið um
ein nú hvakk við tá upp-
skotið kom fram sum
vísti, at bert nøkur fá fáa
henda rættin. Í tí føri-
num, har bæði maður og
kona arbeiða úti, vera tey
skattað hvert sær, meðan
ein arbeiðsmaður ella
fiskimaður, har konan ikki
kann arbeiða úti av ein-
hverjari grund, verða
skattað saman. Onnur,
sum fáa styrkveiting
skatta hvert sær, og ekir
hetta um siðloysið og
pappírsleysa hjúnarlagið.
Kvinnan, sum arbeiðir
heima, hevur, og hevur
altíð havt ein stóran sam-
felagsligan tydning, og
vísir tað seg nú, at tað enn
eru nakrir tingmenn, sum
ikki duga at skilja hetta.
Tingmenn, atkveði soleið-
is at øll hjún verða skattað
hvert sær.
J. O. Schrøter
ímóti sosialistisku flokk-
unum greidan meiriluta.
Og vøksturin á atkveðum
var bert á vinstra bóg-
num, so tað verður fram-
tíðin, sum er teirra, um
ikki »pengarmarknadar-
anna.«
»Heimurin veit« skrivar
Oli, »at ein borgarligur
politikkur er minni vanda-
mikil fyri búskapin í ein-
um framkomnum landi
enn sosialistiskur poli-
tikkur.« Um »heimurin«
veit hetta, veit eg ikki at
siga, men man ikki »heim-
urin« i hesum sambandi
merkja tað sama sum
»pengamarknadurin«?
Tað er vist, at hugsjónir
Fólkaflokksins og Dag-
blaðsins vilja hava bú-
skapin at stjórna fólkinum
og ikki ovugt.
So kemur tað (ja hettar
er ikki úr Framanum):
»fransar ræddust eisini
fyri, at europeiska sam-
vinna, EEC og NATO,
skuldu sindrast, um kom-
munistarnir skuldu kom-
ast til valdið.- Og tað
kann eisini vera at teir
vóru ræddir tá teir fóru at
velja, og at teir hevdu
grund til tess, at teir
óttaðust atburðirnar frá
Chile ella innrásina í Tjek-
koslovakia. NATO kundi
syrgt fyri kvetti, um so-
sialistisk stjórn kom at
sita í Fraklandi.
Og er tað demokrati, tá
fólk torir ikki at velja teir
flokkar, sum tey innast
inni vilja velja?
So fer bukkan yvir
fronsku kommunistarnar.
Er »stalinistiskt« eisini
farið at vera persónligir
eginleikar, sum eins og
»hatur,« >harðrendur< er
blivið sálarligt hugtak?
Eru persónligu eginleikar
Stalins sála gingnir í arv
til allr heimsins kommun-
istar?
»Pengaspurningurin«
skrivar so Oli, »og ikki
hjartað< avgjørdi valið.
Her er hann heilt samdur
við tær kreftir, sum
mynda sambandsflokkin,
og sum Ólavur Michelsen
sigur »hava búkin til
Gud.< Ikki er mikið av
framtíðarhugsjón um at
liva fyri búkin ella peng-
arnar. Hvat mundu frans-
menn valt, um teir valdu
við hjartanum?
Eg haldi, at tað er neyð-
ugt at hava í hvussu so er
heilan við, tá man fer á
val. Og tey sum hava tað,
velja neyvan blaðstjóra
Dagblaðsins á ting.
Reyðlingur Óndi