mikudagur 26. apríl 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720. 11820 . girø 6282725
box 76, 3800 Torshavn
Føroya Javnadarflokkur
Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411
Høgni Djurhuus
Utgevari:
Bladstjori
Blaðmenn
Jógvan Jespersen
Sosialurin
Dimmalætting
Uppseting
Prent
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSTALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Asfaltið
SEINASTU tíðina hevur nakað av
orðaskifti verið um asfaltstudning-
in, sum landskassin ella asfalt-
grunnurin hjá landinum rindar kom-
mununum.
TINGMENN siga, at kommunurnar
ikki gera nóg stóra nýtslu av asfalt-
grunninum, við tí úrsliti, at nógvur
peningur er tøkur í grunninum, sum
hevur lyndi til at vaksa ár undan ári.
KOMMUNURNAR siga hinvegin, at
tær als ikki hava fíggjarliga orku til
at gera tað týdningarmikla og eisini
kostnaðarmikla fyrireikingarar-
beiðið, sum neyðugt er at gera, áðr-
enn asfalt kann leggjast á ein veg.
Í SKRIVI til tingið, hevur starvs-
nevndin í Føroya Kommunufelag
mælt til, at reglurnar fyri grunnin
verða broyttar, soleiðis at studn-
ingur ikki einans verður latin til
keyp og álegging av asfalti, men til
ger og asfaltering av kommunal-
um vegum.
HETTA ER sjálvandi ein loysn, um
tingmenn vilja hava, at kommunur-
nar skulu gera stórri nýtslu av
grunninum, og tað mundi eisini
verða ætlanin, tá grunnurin í síni tíð
varð settur á stovn. Men tíðin síðani
hevur kortini sýnt, at her hevur ikki
gingið eftir ætlan.
NAKAÐ HEILT annað er, um landið
og kommunurnar ikki áttu at komið
ásamt um eina heilt aðra loysn í
hesum sambandi. Okkum kunnugt,
rinda tær føroysku kommunurnar í
mun til inntøkuna umleið somu
peningaupphædd í landsvegagrunn-
in hjá landinum árliga, sum landið
rindar kommununum aftur úr as-
faltgrunninum.
HETTA ER júst tað, sum vit í daglig-
ari talu kalla dupult konfekt, og tað
tykist okkum ógvuliga øvugt, at
umleið sama peningaupphædd fyrst
verður flutt ein veg, sum studningur
til asfaltering, og síðani aftur hin-
vegin, sum gjald til landsvegir.
TAÐ HEVÐI verið einfaldari, um
landið slapp kommununum undan
at rinda til landsvegir og síðani av-
tók asfaltgrunnin. Peningurin, sum
nú er í asfaltgrunninum, kundi verið
goymdur til ein kommunalan láni-
grunn.
sosialurin
Morgunbøn
og morgunsangur
i føroyska skulanum
Tað var herfyri nakað av
skriving i teimum før-
oysku blødunum um ætl-
anirnar at avtaka morg-
unbøn og morgunsang i
teimum donsku skúlu-
num.
At skriving gjørdist um
eitt slíkt álvarsmál er
einki at siga til, ti skúli
okkara er undir danskari
umsiting, og fara álvars-
ligar broytingar fram í
Danmark, koma tær uttan
iva at hava avleiðingar her
hjá okkum.
Í Tingakrossi var eitt
sindur av skriving um
hetta mál og har varð
sagt, at danski undirvis-
ingarmálaráðharrin, og
her varð undirstrikað, at
Ritt Bjerregárd er sosial-
Nr. 31 — 26. apríl 1978
demokratur, hvat-tað so
hevði við sakina at gera,
hevði lagt fram uppskot
um at avtaka morgunsang
og morgunbøn.
Sambært
»KOMMUNEN«,
blaðnum
hós-
dagin, 2. mars 1978 sigur -
Ritt Bjerregárd, at hon
ikki hevur ætlan um at
seta slíkt uppskot fram.
Í blaðnum verður sagt:
»Hvis skolelovene er til
hinder for fælles morgen-
bøn i skolerne, vil ministe-
ren tage initiativ til lov-
ændring.«
Ritt Bjerregård sigur:
»Det er overhoved ikki
muligt for ministeren at
udstede forbud.
Ministeren er ifærd med
dagbókin
Missiónshúsið
við Landavegin
Meti hóskveldið kl. 20.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Ungdómsmeti í kveld kl.
20.30, Heimaforbundið
hóskveldið kl. 20.
KFUK
Várgleði hevur fund í dag
kl. 16. Gamlir skótar og
leiðarar meta í kveld kl.
20.
Sjómans-
kvinnuringurin
Sjómanskvinnuringurin í
Havn hevur fund á Sjó-
mansheiminum í kveld kl.
20.
Tvøroyri
Sjómanskvinnuringurin
hevur fund í missiónshús-
inum hóskveldið kl. 20.
Vágur
Sjómanskvinnuringurin
hevur fund hóskveldið kl.
20 hjá Oluffu Mikkelsen.
Betania, Skopun
Bíbliutími í kveld kl. 18
og evangeliskt meti kl. 20
v/Karini og Curt Nielsen.
Sion, Vági
Evangeliskt meti í kveld
kl. 20.
Uppistova
Videosýning í Ungmanna-
deildini í kveld kl. 20.
Fødingardagur
Í dag, 26. apríl, verður
Eivind Vilhelm, varabisp-
ur, 55 ár.
á .
Aheitan
Ætlanin er á 100 ára fødingardegi Jåkups Dahl,
prósts, tann 5/6 1978, at avdúka eina standmynd
av honum í feðibygd hansara, Vági.
Vit takka einum og hverjum, ið vil stuðla okk-
um. Peningur kann latast til Suðuroyar Spari-
kassa, ella ein av peningastovunum.
Ein nevnd varð sett í 1975, hon er:
Ejvind Vilhelm, Mortan Nolsee, Ingvard Thor-
steinson, Niels Peter Nolsee, Peter Dahl, Johan
Djurhuus og Napoleon Nolsee.
við Krosslið, Vági 20/4 1978
Napoleon Nolsee
at undersøge skolelovene
og om der findes fortolk-
ninger som forhindrer
morgenbøn, hvis dette er
tilfælde vil ministeren
tage initiativ til en æn-
dring, således at get bliver
skolenevndene der får af-
gørelsen.«
Vit hava somu skipan
her hjå okkum sum vist
verður til, tað hevur verið
frammi, at skúlanevndir-
nar skulu avgera hetta, og
frammi hevur verið í Dan-
mark, at ávísar skúla-
nevndir, hava í ætlan at
avtaka hesa góðu gomlu
skipan.
Vit hava eina danska
skúlaumsiting. = Nógvar
danskar lógir verða
framdar her hjá okkum,
lógir sum als ikki hava til-
knýti til foroyska samfel-
agið.
Í ødrum forum eru tað
føroyskar lógir, sum ikki
verða nóg væl umsitnar
av danska politivaldinum
í Feroyum. Her hugsi eg
serliga um føroysku lóg-
ina, sum setur bann fyri
selu av rúsdrekka.
Yvirtøkan av føroyska
skúlanum ella rættari sagt
skulaumsitingini er ógvu-
liga aktuelt í letuni. Tað
er greitt, at við einari
slikari yvirtøku, koma
føroyingar sjålvir av av-
gera, hvat kemur inn um
skúlagátt. At yvirtaka
skúlaumsitingina hevur
einki við yvirtøku av
sjálvum skúlanum at
gera.
Nú veit eg, at fleiri av
veljarum okkara vilja
siga, at nú yvirtaka teir
aftur, hetta kostar peng-
ar, og framhaldandi vilja
tey siga, nú loysa teir
samvinnubandið við ríkið.
Men hetta er ikki so.
Tað er rætt, at skúlaum-
sitingin kemur at kosta
nakað, men umsitingin av
hesum nervar ikki, eg
undirstrikið nervar einki
við ríkisfelagsskapin og
rættindi okkara sum ríkis-
borgarar, tey rættindi
sum eg seti ógvuliga høgt,
og sum hava stersta virð-
ing, og sum eg vil verja og
varðveita.
Umsitingin av foroyska
skúlanum hevur einki við
framhaldandi útbyggitig
av skúlaverkinum at gera,
men hetta tryggjar okkum
rættin at avgerða, hvat
kemur inn um skúlagátt,
og tað hevur eftir mínari
meting stóran týdning.
Bert at tankar eru
komnir fram í Danmark
um at morgunben, sangur
og framhaldandi religións-
undirvísing ikki longur
skal verða tvungin læru-
grein, men at skiftandi
skulanevndir haraftur-
ímóti avgera, um so skal
verda, fær meg at skriva
hesar reglur, ti uttan iva
fer hetta at åvirka her hjå
okkum. Vit liva sum sagt
undir einari danskari skip-
an umsitin av donskum
embætismonnum.
Eg ætli mær tó ikki at
lata hetta um meg fara,
men eg vil verða við har eg
á nakran hátt kann á-
virka, verða við til at
tryggja holla og framhald-
andi religiónsundirvising í
føroyska skúlanum tann
religiónsundirvísing, sum
er bygd á tað fasta grund-
"arlagið, sum hevur verið
grundarsteinurin undir
tilveru okkara á hesum
klettum.
Kristni og tað sum tað
stendur fyri, verjan av
lívsgrundarlagnum, kann
ikki gerast upp í krónum
og oyrum.
Kann heldur ikki skilj-
ast politiskt.
Tað sum hevur. borið
føroyingum uppi í øldir, til
útróðrar vid sálmum á
varrunum í fastari trúgv
og við vissu um varð-
veitan. Við sálmum á
varrum og trúgv í hjart-
anum.
Jesus vi dig nu kalder
pá og aðrar og á heimleið
við takkarsálmum Lov og
takk og evig ære, sum
tøkk fyri fong og varð-
veitslu.
Nei hetta kann ikki ger-
ast upp í krónum og oyr-
um, her er talan um verjan
av góðum føroyskum siði
og hollari gudstrúgv.
Ja, grundarlagið undir
kergu tilveru forfedra
okkara og væl eisini nú í
vælferðini, tryggleikin,
sum ber yvir um har
annað fúnar.
Hesa barlast á lívsins
herðu sigling, henda holla
stuðul, mugu vit tryggja
barninum í skúlanum, tí
tað tú ungur nemur tú
gamla fremur.
Hetta er eitt mál, sum
eg ikki ivist i, og eg ivist
ikki heldur i ti, at hetta
verður einki flokksmål,
men at eitt sameint ting
fremur lóg, sum tryggjar
holla religiónsundirvísing
innan føroyska skúlagátt.
Sverre Midjord