Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Svabo leitar eftir svartkjafti Mánadagin var fiski- rannsóknarskipið Jens Chr. Svabo úti og royndi ein nýggjan in- tegrator, sum teir hava fingið ísettan. Hetta er eitt tól, sum telur upp tann fiskin, teir síggja á ekkolodd- inum. Við hesum tóli- num er lættari at gera metingar av, hvussu nógv er til av fiski. Svabo hevur ikki havt integrator fyrr, men hetta er eitt tól, sum flestu havrannsóknar- skip hava. Svabo fer nú at leita eftir svartkjafti sunn- anfyri. Tað er ikki greitt, hvussu langt suður teir fara. Tað veldst alt um, hvussu nógv teir síggja Nordis yvir 400.000 pund Í síðstu viku tók Norð- is á Eiði ímóti 225.000 pundum av fiski frá bátunum umframt 180.000 pundum frá Vaðhorn. Mánadagin avreiddu 20 bátar slek 58.000 pund, týsdagin 14 bát- ar góð 24.000 pund, og mikudagin 12 bátar 65.000 pund. Av hes- um avreiddi Vestfinnur 52.500 pund. Hann av- reiðir annars til Fiska- virkið í Vestmanna, men her kláraðu teir ikki at taka ímóti fisk- inum, tí so nógvir bát- ar komu at avreiða samstundis. Hósdagin fekk Norð- is sløk 10.000 pund frá 5 båtum og leygardag- in tók virkið ímóti 20.700 pundum frá 11 bátum. Í vikuni avreiddi Vaðhorn 180.000 pund undan íslandi. Megin- parturin av veiðuni var toskur. Norðís hevur higartil í ár tikið ímóti eitt sindur minni av fiski enn í sama tíðarskeiði í fjør. Higartil í ár hevur virkið tikið ímóti mill- um 1200 og 1300 tons- um, og tað er góð 200 tons minni enn í fjør. Ein orsek til at virk- ið hevur fingið minni av fiski i ár er, at Thomas Nygaard hev- ur ikki verið í vinnu í ár. Hann er í letuni á skipasmiðju í Dan- mark, har hann verður longdur, fær nýggjan motor og egningarma- skinu ísetta. Hann verður væntandi klárur at fara til fiskiskap aft- ur einaferð í summar. Morgunroðin og Norðseki leggja um Morgunroðin og Norð- seki av Eiði, sum hava roynt við gørnum i vár, leggja nú um. Morgun- roðin leggur um til línu, meðan Norðseki fer við snellu. Teir plaga at royna við snel- lu til einaferð út í august mánaða. Vatn til flakavirkið Vatnfelagið í Nólsoy er farið undir at leggja eina vatnleiðing av oynni heim í vatn- brunnin. Hetta verður gjørt fyri at útvega vatn til flakavirkið, sum er í gerð í bygdini. Nýggja leiðingin verð- ur uml. 2500 metrar long og í umbúna er eisini at vaksa um vatnbrunnin. Nólsoyingar gjalda sokallaðan kranaskatt til vatnfelagið. Goldið verður bert fyri sethús- ini, 140 kr. um árið. Ibsen- framsýning í Føroyum Í samband við 150 ára fødingardag Ibsens, hevur norska general- konsulatið i Feroyum fingið sendandi 15 pla- katir, sum lýsa lív og virki Ibsens. Hesar plakatirnar verða sýndar fram i Lista- skålanum, sum i løtuni hevur framsýningina Den Nordiske. Í samband við fød- ingardagin hjá Ibsen, hava norðmenn sent hesa plakatframsýn- ingina til øll lond. Tannklinikk- assistentar Leygardagin fingu 33 hjálparfólk á tannlæk- nastovum prógv um at hava staðist ta sonevn- du roynd II. Hetta er fyrstu ferð, at slík roynd er tikin her á landi. Av teimum 33 tóku tær 8 roynd I i 1969 og hinar 25 í 1977. Tað er Dansk Tand- lægeforenings Kursus- nævn, sum hevur stað- ið fyri skeiðinum, men lærararnir hava verið úr Feroyum. margit Svarrer hevur verið skeiðleiðari. sosialurin Nr. 31 — 26. apríl 1978. re Stort virksemi í neystinum i Sørvågi Kappróðrarfelagið fær nytt seksmannafar í ár Í kappróðrarneystinum í Servági er nógv virksemi hvenn einasta dag. Tað er nú liðið eitt ár síðan neystið varð tikið í brúk. Húsið er í trimum hæddum, og nógv ymisk feløg nýta tað. Skótarnir og húsmeðrafelagið halda Kappróðrarneystið í Servági til har. Har verður spælt borðtennis, og har eru TV- sýningar. Umframt hetta brúkar kappróðrafelagið sjálv- andi eisini húsið. Felagið fær eitt nýtt seksmannafar til kappróð- urin í ár. Tað er Tollakkur Petersen úr Bø, sum hev- ur smíðað båtin. Umframt við nýggja bátinum fara servingar eisini at luttaka í kappróðrinum í ár við fýramannafarinum Dúgv- uni, men tað er ivasamt, um teir fáa mannað Serv- ingin. Avg Petur Kruse, næstformað- urin í felagnum við nýggja seksmannafarið 10 mill. kr. í barnafrádrátti Uppskotið var til 1. við- gerðar í tinginum seinasta mikudag, og tóku umboð- ini fyri samgonguna væl undir við málinum. Hin vegin var onkur av um- boðsmonnunum fyri and- steðuna heldur enn ikki ivasamur um hetta upp- skot. Teir vildu heldur hava hetta mál til viðgerðar í figgjarnevndini enn í skattanevndini, og hildu at har skuldi finnast fram til, hvar tær fimm miljón- irnar, sum hækkingin kemur at kosta, skuldi koma frá. Demmus Hentze, figgj- armálaráðharri, sum var seinasti reðari undir orða- skiftinum, helt tó fyri, at hann kendi tónan hjá and- støduni og segði, at teir í landsstýrinum longu hev- du lagt upp fyri teimum fimm miljónunum. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýr- ið soleiðis: Landsstýrið fer í hesi tingsetu at tingið eina umfatandi broyting í skattalógini, sum ber í sær eina um- legging av núgaldandi skipan viðvíkjandi ålikn- ingini bæði av landsskatti og kommunuskatti. Um leggja fyri tingið samtykkir broyt- ingarnar í hesi tingsetu, kann tó ikki bera til at seta tær í gildi til ålikn- ingina fyri komandi skattaár. Landsstýrið er av teirri áskoðan, at tervur er á at fáa hækkað barnafrá- dráttin, sum lítið er gjort við, síðani skattalógin kom í gildi í 1963. Tá var hann kr. 300 og var í 1974 broyttur til kr. 400. Landsstýrið skjýtur upp at hækka barnafrá- dráttin til kr. 800, og at henda broyting skal hava gildi frá og við skattaár- inum 1978/79. Henda hækking av bar- nafrádráttinum verður mett at kosta landskass- anum umleið 5 milj. kr. og tann samladi barnafrá- drátturin um 10 milj. kr. Landsstýrið vil hækka barnafrádráttin við 100%, úr 400 kr. í 800