Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. apríl 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Nr. 32 — 29. apríl 1978 kring knøttin at hava åtint »djevla- útkoyring< Tveir katólskir prestar hava roynt at »reka djevlar út< úr einari 23 ára gamlari týskari gentu, ið las gudfreði — og hetta bar við sær, at gentan doyði eftir at hon í II mánaðir lítið og einki hevði fingið at eta. Prestarnir eru nú komnir fyri ein dómstól í vesturtýska býnum Scharffenburg saman við foreldrunum at gentuni. Ákærarin í málinum sigur, at gentan hevði kunnað bjargað lívinum, um hon hevði fingið lækna- hjálp. Sakferarar siga, at eitt meiri ómenn- iskjaligt rættarmål neyvan hevur verið sid- ani i midøldini. Koyrdi frå politinum vid 180 kilometra ferð Tað er ikki einans í Feroyum, at legreglan ansar eftir, at ikki verður koyrt ov skjótt. Nýliga var ein 20 ára gamal unglingi steðg- aður av politinum í bý- num Hamar í Noregi, tá ið hann við 180 kilo- metra ferð royndi at sleppa sær undan at verða tikin. Dagin fyri hevði hann keypt sær ein >Opel Manta« í Hamar og goldið við felskum kekkum. Fyrst, tá ið bensinið varð uppi, eydnaðist politinum at taka bil- føraran. Hann hevði heldur ikki koyrikort! Shaplin-festival í Moskva Ein áminningarstevna til heiður fyri Charlie Chaplin hevur ser- merkt teir flestu bio- grafarnar í Moskva alla ta fyrstu vikuna av mars. Fyri rullum hús- um gingu filmarnir „Modern Times.« »A King in New York,« »Limelight« og hópur av stytri og longri farc- um úr stummfilmatið- ini. Charlie Chaplin hevur í 60 ár verið bestdámdi filmslistar- maðurin hjá sovjetisk- um áskoðarum, og alt hendir á. at hann eisini >rdur tað framvegis. —— # pg Kopaskinns- pengar Mangt tilfar hevur ver- ið brúkt til at gera pengar burturúr. Men nakað av tí sjáldsam- asta mundi vera tað, sum Tað Russiska- Amerikanska Handils- kompanijd fann upp á eina ferð fyrst í 1800- talinum. Hesir pengar vóru gjerdir úr kópa- skinni, og teir blivu brúktir í Alaska, av fólki, sum handlaði við skinnverum. Tann hálvi rubulin var fýra- kantaður við einum av- skornum horni, 5-ko- pek-stykkið hevði mist ell fýra hornini, 10- kopek-stykkið hevði eitt hol í miðjuni, og rubulin var avlangur. Nýggi prædikubók Í sambandi við at Pi- men patriarkur av Moskva og ollum Rus- landi í ár kann halda 20 ára dag sum biskupur og 5 ára dag sum patri- arkur, hevur Moskva- patriarkatið á egnum forlagi givið út eitt savn av prædikum, fyrilestrum og ritgerð- um hjá Pimen Patri- arki. Njósnarar útvístir úr Hollandi Hollendska stjórnin hevur víst út landinum 2 sovjetiskar ríkisborg- arar og ein triði, ið var heimafturfarin, sleppur ikki at koma aftur til Hollands. Teir tríggir verða skuldsettir fyri at hava roynt at fáa loyniligar upplýsingar um am- erikanska F-16 flogfar- ið, ið Holland, Dan- mark, Noreg og Belgia hava bílagt í USA til verju teirra. Men njósnararnir hava eis- ini roynt at fáa upplýs- ingar um idnadin í Hol- landi, einahelst við- víkjandi data- og elek- tronikki. Fleiri hol- lendskir ríkisborgarar hava verið bjóðaðir nógvan pening, um teir vildu hjálpa njósnar- unum, skrivar blaðið De Telegraaf í Amster- dam. Blaðið leggur aft- urat, at eingin bein- leiðis prógv eru fyri, at teir sovjetisku njósnar- nir hava fingið nakað burtur úr ólógliga virki teirra. Oljudálking minkar um fiskiveiðu í Norðsjónum Oljudálkingin av havbotn- inum í Norðsjónum hevur verið til stóran ampa fyri fiskivinnuna, skrivar norska fiskivinnublaðið »Fiskaren.« Dålkingin hevur verið bæði har, teir royna eftir olju og fram við siglingarleiðini hjá teimum skipum, ið sigla útgerð til boritornini. Norska fiskaridirektoratið metir, at hetta er fremsta orsøkin til, at idnadartrol- arar seinastu fýra árini hava veitt minni og minni — fiskurin doyr av olju- dálkingini. Ein serstek nevnd hevur kannað við- urskiftini norðanfyri 92. breiddarstig, og hon hev- ur ikki góðar vónir um bata fyri fiskivinnuna, um ikki stig verða tikin til at basa oljudálkingini onk- ursvegna. Mætari verður ikki, tá ið oljuleitingin flytur norðureftir. Oljuleitingin í Norðsjónum veldur fiskivinnuni stórar trupulleikar Mong donsk fiskifør til sølu Meiri enn 800 av teimum 3.700 fiskiførum yvir 5 tons brutto í danska fiski- flotanum vórðu fyri páskir lýst til selu, og formaður- in í fiskisamgonguni, Lau- ritz Ternæs, sigur, at hann als ikki er bilsin um hetta. Tá ið vit hava í huga- num tær nýggju kvotu- skipanir í Norðsjónum, ið hava minkað um donsku veiðuna við 20 prosentum og at onnur tiltøk hava gjort tað ómeguligt at reka vanligan danskan fisksikap, er ikki ilt at skilja, at mangur fiski- maður og eigari av fiski- forum vil sleppa burtur úr hesum yrki, meðan stund- ir enn eru, segði Tørnæs. Berlingske Tidende hevur borið tey tíðindi, at fimta hvert fiskifar yvir 5 tons er til selu og í mongum føri fyri prísir, ið eru væl minni, enn hvat ið veiðu- førini á sinni kostaðu at byggja. Nógv av veidufør- um eru seld til Noregs og Bretlands, tí at keyparar ikki finnast til teirra í Danmark. Ternæs sigur, at mang- ir danskir fiskimenn hava serstakar trupulleikar av, at 2/3 av danska veiðu- flotanum er privatogn, og mangir skipaeigarar hava sett hús og heim í veð fyri lán at figgja keypið av skipunum. Nógvir hava eisini tikið lán í útlondum og hava fingið eykaút- reiðslur orsakað av vaks- andi virði av schweizara- franci. Felag í Jútlandi, ið selur fiskifør, hevur kunn- gjørt, at stórir ståltrolar- ar, ið fyri bert fáum árum síðani vórðu keyptir fyri umleið 4 miljónir krónur, nú verða bodnir út til selu fyri helvtina. Ein skipari sigur: Higartil í ár havi eg fiskað fyri 200.000 kr., men eg noyðist at for- vinna 1,7 miljónir krónur í ár, um eg skal fáa endar- nar at rokka saman. Tað er einki at undrast á, at donsk fiskifør verða seld til Bretlands, Írlands og Noregs, ið hava tryggj- að sær betri kvotaskipanir enn vit hava dugað, sigur Lauritz Tørnæs. Eystanlond keypa bretskan makrel Fleiri lond i Eystureuropa hava keypt tilsamans 75.000 tons av makreli frá bretskum fiskimonnum og latið meiri enn 100 milj- ónir krónur fyri makrelin. Bretskir trolarar hava seinastu mánaðirnar havt rokveiðu av makreli um Falmouth-leiðina í Erma- sundi. Fleiri av hesum trolarum koma úr Skot- landi, har teir hava mist stór veiduøki orsakað av ovurfisking og klandri sínamillum. Síðani hava teir gjørt rættuliga innrás í Ermasundi. Eystureuropeisk veiðu- for hava ikki loyvi at fiska í EF-havi, men stóru verksmiðjutrolararnir fóru til akkers uttanfyri Fal- mouth og keyptu makrelin beinleiðis frá bretsku trol- arunum. Hendingin hevur vakt miklan ans í Bret- landi og er yvirhøvur ikki væl dámd av bretskum fiskakeyparum. Men har- afturímóti eru bretsku trolaramenninir væl nøgd- ir. Bil- og traktorførari vid tí stóra koyrikórtinum søkist skjótast gjorligt. VESTMANNA BYGDARRÅD | |