Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-04-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. apríl 1978síða 14

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tað var í Keypmanna- havn seinast í sekstiáru- num, hesum falska sólar- risinum, fýra ár áðrenn hann kevdi av við arbeiðs- loysi, kreppu og andiligari herðslu. Tú hevði lisið teg móðan. Tú vart lofnaður av at sita og kúra inni í einum einsligum kollegii- kamari. Vinir og vinkonur hevði tú vitjað mestsum ov dúgliga í seinastuni. Vertshúsini freistaðu ikki. Allar smogur tóktust troyttar. Mangan vóru tá einastu ráðini bara at hverva burtur í stórbýar- gloymskuna. Á slíkum ferðum vóru kaffibarrirnar mangan hentar. Ein av hesum barrunum var (og er) tætt við Nørre- port Statión, beint yvirav Expresso. Her plagdi eg ofta at sita, kveita í eina avis, sutla tað antin ov tunna ella ov beiska kaffið i meg, og hyggja at fólk- inum, sum gekk framvið uttanfyri, ella at livinum inni. Arbeiðsmenn lótu mateskjurnar upp við Ekstrablaðnum hálvupp- blaðaðum framman fyri sær. Elligamlar konur hingu sjóleysar í spæliau- tomatunum. Inni í einum skýmligum króki sat eitt avgamalt tandur og mutl- aði, mitt í einum lågmælt- um, men ilskum monologi um verðsins skeivu gongd, eini sinarødu, sum ivaleyst hevði vart tey seinastu tíggju árini. Ein dagin sá eg harinni ein mann, sum líktist burturúr. Tað var ein eldri maður. Hann sat við eitt borð yvirav mær. Sat og skimaðist við eygum, sum tóktust síggja alt. Hann var betri ílatin enn hini, undir svertum hatti, væl snákaður — »pretin« man vera tað rætta orðið. Hansara fúsa medferð, sum bendi á, at hann hevði eitt livandi sinni, var so sjónsk herinni mill- um hesi fúnaðu fólkini. Eg hugdi yvir har hann sat. Tað bar so á, at hann hugdi upp beint tá. Tað var sum eitt snarljós skygdi í eygunum á hon- um. Hann loysti ótrúliga skjótt eina persónseguliga rokniuppgávu, sá í mínum andliti foreldur, ommur og abbar, langommur og langabbar. So reisti hann seg upp, gekk kvikliga yvir til mín og segði mær, hver eg var. Maðurin var Hans Ma- rius Debes. Seinni hittust vit ofta, úti á vegnum, inni í teim- um skýmligu kaffibarru- num vidahvar á Nørrebro (vit høvdu báðir henda r. 32 — 29. apríl 1978 sama hugin), sólskinsdag- ar í Fælledparken. Debes var altid sær sjálvum líkur — snotuligur, undir hatti, skimandi, andbráður, hár- ið í dimmara lagi. Tað var hetta seiggið, hesin vitaliteturin, sum fyrst og fremst eyðkendi hann, og sum ivaleyst gjørdi, at hann livdi so leingi. Tað, sum hann hevði áhuga fyri, hugtók hann við lív og sál, og har- aftrat var hann púra 6- sentimentalur. Hann var sum eitt ungt fólk í sinni, ja, langt upp í árini eisini í skinni, sum henda segan vísir. Debes nærkaðist teimum 70 og var hildin uppat sum skraddari. Men hann timdi ikki at sita fyri einki. Hann sá eina lýsing í einum blað, har eitt hotell sekti eftir einum fólki at arbeiða í kekinum. Viðkomandi skuldi ikki vera eldri enn eitt vist, 50 ár, hugsi eg. Debes sekti og fekk starv- ið. Eina tid gekk alt væl. Teimum á hotellinum dámdi væl henda frynt- liga, kvika mannin. Men so ein dagin stóð í Ber- lingske Tidende ein grein (við mynd) um Hans Ma- rius Debes, ið var gitin fyri bókina >„Feroysk Bindingarmynstur,« og sum henda dagin fylti 70 sosialurin ár. Hvussu hetta endaði, veit eg ikki. Vit minnast Hans Mar- ius Debes fyrst og fremst sum tann ættarkena og sum frásegumannin. Sum fråsøgumadur var hann ikki bara úrmælingur. Hann hevði gjørt fråsøg- una til eitt slag av list. Hann fortaldi við so stór- ari innlivan, at áhoyrarin sá tað, sum hann sá. Sum ein tók til, ið hevði lurtað eftir honum — tað var sum at vera fluttur úr tíð og úr stað, tú vart við Gjógv fyri hundrað árum síðani, tú gekk í túninum har norði, tú hoyrdi hurð- arnar ríkja, tú kendi royk- in av torvmold. Ein serlig- an dám fingu segurnar hjá Debes av, at hann var skraddari og ofta nevndi hvert plagg, fólk vóru í. Bragdið, Debes gjerdi, var bókin >Feroysk Bind- ingarmynstur« (1932, onnur ekta útgáva 1949, triðja broytta útgáva 1969). Tað, sum liggur eftir hann, hevur tó ikki bara virði sum persónsega og fólkaminni, men eisini málsliga. Her verður hugsað um søgur i bloðum og tíðarritum og um bók- ina >Segur úr gomlum døgum« (Forlagið Stabb- in, Torshavn 1977). Størst tydning hava ivaleyst bandupptøkurnar og tad, sum er skrivad av bein- leidis eftir bondum, uttan rættingar ella snøggingar av nøkrum slag (td. »Skraddar Debes greidir frå«, MAGN nr. 3 og 4 1977). Alt hetta åtti at verið ein sjálvsagdur brunnur at oyst úr hjá fer- oyskum málfreðingum. Seinast, eg var inni hjá Hans Marius Debes, var seinasta summar. Hann gekk uppi, men var kort- ini nógv viknaður. Sjónin var nógv farin. Fólk sá hann bara sum skuggar. Men hann var púra klárur. Og lívshugin hevði hann, tosaði um at fara til Fer- oyar eina ferð aftrat. >Hevði eg bara fingið onkran at fylgt mær,« sum hann tók til. Eg segði honum, hvussu væl fólki í Feroyum hevði dámað samreðurnar við hann í MAGN. Tað gleddi hann. Táið eg fór, var tað ikki bara einum manni, eg havi nógv at takka, eg segði farvæl, men eisini einum av teimum ítastu umboðs- monnunum fyri eina segu- traditión, sum einaferð var ein týðandi táttur í gerandislivinum um øll Norðurlond, sum nú tyk- ist um at vera útdeyð. ha. Hevuðsleiklutin i hes- um filmi hevur tann kendi Walter Matthau Hann leikar tann gam- la steggjan av sjonleikara, Clark, sum var tann eini av einum „pari. Hóast hesir báðir vórðu væl dámdir á pallinum í 43 ár, so dámdu teimum ikki hvenn annan uttan fyri einum Willie varite- Síða 15 pallin. Fyri 11 árum síðani fóru teir hver til sitt, men einum orsakað av bróðursyni og Willies koma teir saman aftur umboðsmanni Etlanin er, at teir kulu á sjónvarp. Úr slitið av hesum verður ein stórur og góður látur fyri áhoyrarnar Filmurin verður sýndur í Havnar Bio Kærleiki og deyði Á einum ella eðrum staði í Russlandi situr ein maður og bíðar eftir lagnu síni í einum fan- gatippi. Maðurin eitur Boris Gruschenko, leiktur av Woody All- an. Hann hevur roynt at myrða Napoleon, men kláraði tað ikki, og sostatt eru dagar hansara taldir. Ein eingil kemur til hans- ara og sigur, at hann sleppur undan at verða dripin. Tá fer Boris at hugsa aftur í tíðina. Hann hugsar um Son- ju, leikt av Diane Kea- ton. Tað var hon, sum fekk hann til at hugsa um Napoleon. Og hann mátti berjast fyri at fáa Sonju. Hann hugsar eisini um ta ferðina, tá hann varð skotin út úr eini kanón og lendi í generaltjaldinum hjá figgindanum. Hetta fekk hann medalju fyri. Tidliga ein gråan morgun verður ein maður tikin út úr fan- gatippi sínum eina ella aðrastaðni í Russlandi. Tað er kendi leikarin Woody Allen sum bæði hevur hevuðsleiklutin og er leikstjóri. Hann hevur eisini skrivað handritið til filmin Filmurin verður sýndur í Leikhús Bio