Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mai 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 34 — 6. mai 1978 sosialurin A —————— Síða 7 Tvøroyrar kirkja sjeyti Kristi himmalsferðardag í 1908, sum var 28. mai, varð kirkjan á Tvøroyri vigd. Tann 24. mai 1958 skrivaði J. Nolsee grein í sambandi vid 50 ára vigsludagin í Feroyatíðindi. Greinin er um vigsluna í 1908 og vit prenta her brot úr Hesin merkisdagur fyri Froðbiar sóknar kirkju- fólk upprann við sól og logn. Nógu av fólki var samankomið, eisini úr ødrum bygdum í Suður- oy og aðrastaðir frá, so at kirkjan — ið er ein hin stersta í Feroyum — var so stúgvandi full, at fólk stóðu heilt út í forkirkjuna. Byrjað var við einari stuttari guðstænastu í okkara gomlu kirkju, har sóknarprestur F. Busch talaði. — Henda hugnaliga lítla kirkja, av tí gamla feroyska sniðinum, sum upprunaliga heuði stað- ið á Bo í Froðba, heuði so mangan savnað kirk- jufélkid undir sína flag- taktu lon, bæði í gleði og í sorg. Nú heuði hin gamla, vælljóðandi kirkjuklokkan frá tí hvíta torninum kallað okkum saman í hetta okkara minnisríka guðshús fyri síðstu ferð. Síðan varð farið í skrúðgongu út í ta nýggju kirkjuna: Fr. Petersen próstur, Chr. Bærentsen amtmaður og F. Busch sóknar- prestur á odda, berandi tey heilagu altarkerini úr gomlu kirkju út í ta nýggju; teimum næst gingu flestallir hinir Feroya prestar og fremstu menn í bygdini. Tað var ein stórur skari, ið tann dagin gekk á kirkjubreyt og fylti tað nýggja og prýðiliga guðshúsið í uttastu dyr. Út yvir bygdina, ið henda vakra hátíðardag heuði flagg á hvørjari stong, ljóðaði frá torn- inum hin nýggja kirkju- klokkan við síni málm- sterku redd: »Himnakongi lov og dyrd eg syngi, manna- hjørtum friðarboð eg ringi. « Hesi orð eftir Fr. Pet- ersen prósti eru stoypt í hesa klokku. Undir urgubrúsi — urguna leikaði J. Waag- stein organistur — varð gingið inn í kirkjuna, embætismenninir innar í kór, har teir sessaðust, meðan Fr. Petersen próstur steig inn fyri altarið. Eftir at inngangsbøn var lisin av gamla An- drias Nolsee í Garði- num, sum heuði verið deknur í gomlu kirkju í mong harrans ár, legði urgan fyri til sálmin >Aand over aander kom ned fra det høje. « henni: So helt prósturin frá altarinum vigslutaluna, og nytti hann »dreym Jåkups« til tekst. — Okkum, sum i barna- og ungdémsårum hoyr- du Fr. Petersen tala, tá ið hann var prestur her suðuri, var hetta hátíð- arstund. Prestur okkara F. Busch prædikaði so frá prædikastólinum út frá dagsins teksti. Millum aðrar varð sungin sálmurin »Kir- ken den er et gammelt hus.« — Neyvan nakra- staðir man sálmasongur hava ljóðað meira an- daktsfullur enn henda dag undir hesum hega kirkjuhvålvi. Sandoyarprestur A. C. Evensen, ið seinri varð Føroya próstur, og aðrir prestar skiftust um at lesa upp skriftorð á kórsgáttini. Aftaná at síðsti sálm- urin var sungin, út- gangsbønin lisin og bið- isløgini høvdu ljóðað frá torninum, varð farið úr aftur kirkjuni undir urguljóma. Um kveldið kl. 6 var aftur stór mannamúgva í kirkjuni til guðstæn- astu, har Viðareiðis- prestur Faulenborg prædikaði yvir orðini, ið á prædikastólinum standa: »Salige ere de, som here Guds ord og bevare det. a Aftaná Faulenborg talaði Moe prestur. Ein minnisríkur há- tíðardagur var nú kom- in at enda. Tveroyrar kirkja varð teknað av danska arki- tektinum Wesenberg, ið var bróður konu Fr. Pet- ersen, próst. Kirkjan varð ell tilgjord í Noreg á »Strømmen Trævarefa- brik.< Hver bjálki og hver fjøl var liðug til uppset- ingar á byggistaðnum. Við undantaki av tilfari til grundina, givin av hagaeigarunum, einum minni studningi frá log- tinginum til bygging av grundini og eitt sindur av »pliktarbeidi« til útgrevst- ur, var allur kirkjubygn- ; Í kirkjuni eru tríggjar messingljósakrónur, givnar av Kristjani Djurhuus, fyrrv. legmanni, H. P. Kjærbech, skipara á Tveroyri og av meinigheitini. ingurin givin av A/S J. Mortensens Eftr. Grund- stykkið var givið av Dán- jali Mortensen, ið var kirkjuverji. Tað hava verið seks prestar við kirkjuna: fyrstur var Franz Busch, næstur var G. Jacobsen próstur. Hann starvaðist við krikjuna frá 11. jan. 1913 til 1. febr. 1947 — eitt tíðarskeið uppá 36 ár. Eftir hann kom Erik Mej- dahl, ið var fyrsti prestur, ið hevði fastan bústað á Tveroyri. Frá 1947 til 1953 var Henning Bjerg sóknarprestur og í 1954 varð núverandi varabisp- ur, Ejvind Vilhelm, sett- ur sóknarprestur; hann hevði starvast sum kals- kappelánur í norðara pres- tagjaldi frá 1950 til 1954. Hann var sóknarprestur til hann í 1972 varð vara- bispur. Prestur við Tver- oyrar kirkju í dag er Jo- han Weihe. Fastir deknar við kirkj- una hava verið Jacob Jac- obsen, Hans Andrias Djurhuus, Johan Morten- sen, Th. Pauli Nolsee, Thorvald Joensen og nú- verandi deknur Erling Ej- desgaard, sum í nærum 30 ár hevur rekt hetta starv. Mathilda Mortensen var organistur í 40 ár. Eftir hana kom Jacob Ol- sen og tá hann legði frá sær tók Jóhannes Enni við. Klokkarar hava verið Georg Hammer og Martin Nielsen. Núverandi klokk- ari er Petur Petersen. Aftaná Dánjal Morten- sen, sum fyrr nevnt var kirkjuverji, hevði sonur hansara Johan Mortensen hetta starv. Eftir hann var Sigmund Mortensen kirkjuverki, og er tað nú Jacob Berthelsen, ið hev- ur hetta starv. Sum altarprýði Tveroyrar kirkja í hevur kór vegginum glasmosaik, ið Ernst Trier málaði í 1958. Annars eru tvær altar- talvur, tann eina, ið er málað og givin av Kerstin von Post er av heilagu kveldmáltíðini og er skrivað á hana: >Til Su- deres Beboere fra Kerstin von Post, 1885.“ Hin var í 1954 givin av fyrrv. legmanni, Kristian Djurhuus, og er hon av ríka unglinginum. Málað hevur Ingeborg Seidelin. Lutirnir, ið hoyra til kirkjuna, eru: Silvurkal- ikur og -diskur. Silvur- kanna givin av politisti Anton Jacobsen, Tórs- havn, í 1960. Silvurdóps- kanna, 1960. Silvurfat, har á stendur skrivað: »Presented to Trongis- vaag Church by Messrs. James Currie á Co., Leith, in recognition of services rendered by In- habitants of the Parish to the Master & Crew of their S.S. <Edina> which was sunk by an enemy sub- marine on 17th. august 1917.« Í kirkjuskipinum er upphongt modell = av sluppini »Toftafossur« úr Húsavík. Í kirkjuni eru tríggjar messingljósakrónur og eru tær givnar av ávikavist fyrrv. legmanni Kristjani Djurhuus, H. P. Kjær- bech, skipara, Tvøroyri, og av meinigheitini. Doypifuntin av eikitræ og tindópsfatið gav Debes Mortensen, skipari, Tvør- oyri. Kirkjan, id ikki er i heilt góðum standi, skal í summar klæðast uttan við viði og verður næsta stig at fáa lagdan miðstaðar- hita inn. Nú er bert r magnshiti í kirkjuni hetta ov dýrt at vikuna. Orsakað um fer kirkjar uttan og inna