mikudagur 10. mai 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
MA AA LL
——— -
Nr. 35
Mikudagin
10. mai 1978
51. árgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
Stórar rækjur vestan-
fyri Føroyabanka
— hingu í trolinum hjá Suðringi, tá hann royndi
eftir blálongu
Tá trolarin Suðringur á
seinasta túrinum royndi
eftir blálongu suðurvestur
úr Feroyum, við síðuna av
Feroya banka, hingu
rækjur í trolinum, meira
ella minni í hverjum av
teimum 6 hálunum. Mort-
an Johannesen, skipari á
Suðringi, sigur, at rækj-
urnar eru serliga stórar og
tær líkjast nógv rækju-
num, sum fáast við Gren-
land, men tær eru eitt
sindur tynri og reyðari.
Meskarnir í trolinum hjá
Suðringi eru 135 mm, so
rækjurnar fara igjøgnum,
men nakað blívur hang-
andi í trolinum. Mortan
Johannesen sigur, at tað
sum hekk í trolinum var
eins nógv og í teimum
frægastu førunum undir
Grenlandi. Hann sigur, at
teir kókaðu rækjurnar
umborð, og tær smakkaðu
sum tær grenlendsku.
Fiskirannsóknarstovan
hevur fingið nakrar rækj-
ur til kanningar.
Eisini kalvi
Suðringur royndi einar
100—120 fjórðingar úr
landi á 400—500 favna
dýpi, tá hann fekk rækj-
urnar. Hetta er fyrsta
ferð, føroyskt skip roynir
á hesum leiðum, men
franskir trolarar royna har
eftir blálongu og fáa upp í
100 tons um vikuna.
Mortan Johannesen sigur,
at tað kom heilt óvæntað,
at fáa rækjur har. Men tað
var eisini óvæntað, at
nakrir kalvar vóru í troli-
num. Annars fingu teir
ikki nógv av blálongu, og
bert í tveimum hálum,
tvey tons í hverjum.
Spurdur, um hann nú
fer at royna eftir rækjum,
sigur Mortan Johannesen,
at teir ikki hava ráð at
gera royndir við einum
skipi sum Suðringi.
Suðringur hevði henda
túrin 140 tons, harav 70
Yviretablering neyðug
— Tað er neyðugt við einum ávísum tali av konkursum um árið. og virki skulla
ikki loftast úti í Tinganesi fyri ein og hvenn prís. Men fyri at fáa hetta ávísa
talið av konkursum er neyðugt við eini yviretablering, so vit kunna fáa eitt
úrval av fyritøkum, sum eru ferar fyri at liva.
Hetta sigur formaðurin í Feroya ídnaðarfelag, Guttormur Djurhuus, í sam-
reðu við Sosialin. Hann tosar eisini um m.a. Menningargrunnin, sum eftir
hansara tykki situr ov fast á pengunum, um mjerkatos hjá býráðnum í Havn,
um stýring av almennum ílegum, um feroyskar verur og innfluttar, um tekn-
isku útbúgvingina i Føroyum, sum hann heldur er undir øllum lágmarki og um
feroysku vikuna í SMS.
Um framtíðina hjá ídnaðinum í Feroyum, sigur Guttormur Djurhuus, at
hann má koma í staðin fyri tað, sum vit missa í fiskiskapi, so vit framvegis
kunna hava somu góðu lívskorini og arbeiði til allar hendur.
Lesið á síðu 3
undan Feroyum, sum
hann fekk eftir hálvum-
fjórða samdegri. Suðring-
ur fór nýggjan túr í gjár-
kveldi, undir Feroyar at
royna eftir upsa.
Vit vistu ikki
um rækjur
vestanfyri
Á Fiskirannsóknarstovuni
frættist, at teir nú fara at
kanna nakrar av teimum
rækjunum, sum Suðring-
ur fekk á seinasta túri-
num. Jákup Sverri Joen-
sen, fiskifreðingur sigur,
at teir vita ikki, hvat slag
tað er, og fara teir ti fyrst
at kanna hetta. Hann sig-
ur víðari, at teir vita ikki
um rækjur eru við Føroy-
ar. Tó rakti rækjutrolarin
Fame við rækjur norðan-
fyri Feroyar fyri einum ári
síðani, tá teir vóru á veg
til Grenlands.
LUDDI
í Sosialinum
Í dag byrjar myndasegan um tann lítla hampa-
mannin Louie í Sosialinum. Louie verður kallaður
Ludvig i Danmark og her i Føroyum hevur hann
fingid navnid Luddi.
Tad var teknarin Harry Hanan, sum skapti
Ludda i 40-årunum, og tad serliga vid søguni er
yvirskeggid hjá Ludda. Tað vísir nevniliga, í
hverjum lag Luddi er. Á myndini omanfyri er
lagið ikki av tí besta.
Samstundis sum vit bjóða Ludda at vera væl-
komnan í Sosialin, vóna vit, at hann fer at trívast
væl og ikki minst, at hann verður dámdur av les-
arunum.
Luddi hevur fingið pláss á baksíðuni saman við
Horninum og Óla í Áarstovu.
Seinastu viku varð árligi skúlaítróttardagurin hildin í
Havn. Inni í blaðnum hava vit myndafråsøgn við teimum
ymsu úrslitunum frá degnum.
Eisini eru fleiri fótbóltsfrásagnir.