leygardagur 20. mai 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 38 — 20. mai 1978
S 10
— nakrar prinsipiellar hugleiðingar um
sjónvarp, sum nýkomið fyribrigdi við
meguleika fyri fyrr ókendum árini og á-
virkan á okkara fólk og við einum kon-
kretum ískoyti um sjónvarpsspurningi-
num í Feroyum
Eg fekk nú um dagarnar
nýggjan bókling í hondina
við heitinum: »Pattedyr-
enes adfærd<, skrivað av
Mogens Lund, kendum
donskum hevindi til læru-
bekur í biologi fyri hægri
skúlar.
Atferðargranskingar
innan djóraheimin hava í
seinastu árum givið týð-
andi og nýggj úrslit, og
læran av hesari síðuni av
biologiini verður alt meira
rúgvismikil í teimum læ-
rubókum, sum verða
nýttar í framkomnum
londum undir heitinum
etologi — lutvíst at javn-
fora við tað, sum vit
nevna psykologi í breiðum
týdningi, tá talan er um
menniskju.
Fyrstu 10 reglurnar í
innganginum ljóða soleið-
is:
Atferð djóranna kann
ikki skiljast út frá kunn-
leika til menniskjuna, men
okkara egna atferð kann
har aftur imóti ikki greið-
ast uttan innlit í djóranna
atferð. Eingin kann nokta
fyri, at menniskjan —
sum alt annað livandi —
er eitt úrslit av arvi og
miljø, og at tað í okkara
egnu atferð eru mangir
viðfeddir lutir, ið partvís
eru okkara egnu, partvís
eru felags við teir djóra-
bólkar, sum vit upphavs-
liga hava felags retur við
(citat endað).
Í fyrsta kapitlinum
verður grundarlagið undir
atferðini viðgjert:
(stutt úrdrag):
»Åtferdin er eitt úrslit
av ávirkanum uttan í frá
og innan í frá (hormonal
ávirkan) umframt vidfødd
atferdåarmynstur.«
Her skal bert nemast
vid tad fyrsta: åvirkan
uttan i frå (okkara ytra
miljø)
Allar livandi verur —
uttan undantak — eru ut-
gjørdar soleidis, at tær å
ein ella annan hått kunnu
gerast medvitandi
umheimin
um
Tær í einstaklingin inn-
bygdu mekanismur til
hetta endamál nevna vit
sansir — vit plaga at siga,
at menniskjan hevur fimm
sansir, men tað er nokk
ein ov einfald klassifika-
tión. Tað ber nokk til at
siga, at hjá menniskjum
eru tað tveir sansir, sum
hava serstakligan týdn-
ing, og sum í okkara dag-
liga lívi hava eina ser-
steðu, sum fram um nak-
að annað hava ávirkan á
okkara uppfatan av um-
heiminum — okkara ytra
miljø. Tað er sjónin og
hoyrnin. Hesir sansir
kunnu virka hvør sær,
men sterkast og mest in-
tensiv er upplivanin, tå
teir virka samstundis.
Pedagogar hava leingi
vitað, at jú meira intensiv
ávirkan (sjónin og hoyrnin
samstundis) tess sterkari
árin. Skúlar verða nú út-
gjørdir við sonevndum
audio-visuellum undirvis-
ingartólum (film, kas-
settusjónvarp) fyri at
næmingarnir skjótari og
betri og við sterri áhuga
skulu nema.
Tann steðugt framherj-
andi teknologiin hevur
hetta seinasta manna-
minni skapað meguleikar
fyri at geva eitt ómetaligt
ískoyti í hesar sansir
(hoyrnina og sjónina) —
fyrst útvarpið sum við eitt
kvett setti okkum før fyri
at kunna nema ljóð frá so
at siga ellum knettinum,
og so hesi seinastu 30 árini
sjónvarpið, sum letur
myndina fylgja við ljóði-
num — tey fyrstu árini
bert við ljósari ella myrk-
ari grund, tey seinnu árini
eisini í litum — eitt stórt
framstig, við tað at tey
allarflestu av okkum skil-
ja millum lutir í okkara
sjónligu uppfatan.
Stødan er so tann í dag,
at vit í Feroyum eins og
allar aðrar staðir hava mø-
guleikan fyri at lata eygu
og oyru rekka út um allan
heim. ella í hvussu er tann
partin av umheiminum.
sum liggur okkum næst-
ur. Her eru meguleikar
fyri stórbroyting av okk-
ara ytra miljø og tað við
lít. Vit kunnu fáa hetta
borið inn í heimið, inn í
okkara egnu stovu. Mun-
ur er á, tá okkara eldra
ættarlið forvitið spurdi
tíðindi frá ferðamanni,
sum kom í bygd.
Skulu vit her á landi
ogna okkum hesi tekno-
logisku tól, sum gera tað
møguligt at fáa myndir og
ljóð innanlendis og uttan í
frá inn í hvert heim í Fer-
oyum?
Tað kostar nakað av í-
legging og rakstri, laga-
manni, men neyvan meira
enn samfelagið kann bera.
Tað veldst um, hvussu vit
prioritera.
Mær vitandi eru Fer-
oyar einasta land í Eu-
ropa, sum er uttan sjón-
varp. Her verður burtur-
sæð frá tí surrogati, sum
kassettusjónvarpið má
rópast. Hetta surrogatið
er eisini kostnaðarmikið,
við tað, at tey kombiner-
aðu tólini kosta umleið
fýra ferðir so mikið, sum
eitt vanligt sjónvarp, men
kortini eru tað reiðiliga
mong, sum hava slík kas-
settutól í dag og lata leigu
fyri bondini, sum verða
útborin.
Upp á spurningin, um
vit skulu hava sjónvarp,
vil eg persónliga uttan
himpr siga ja. Eg vil fram-
vegis standa við tað til-
mælið, ið eg sum limur av
táverandi sjónvarpsnevnd
var við til at lata úr hond-
um. Tað eru nøkur ár síð-
ani nú.
Mær vitandi hava teir
politisku myndugleikarnir
eisini tikið prinsippavgerð
um, at sjónvarp skal set-
ast á stovn í Feroyum.
Spurningurin má tí vera,
hvussu leingi vit kunnu
drála við at seta tiltakið í
verk. Persónliga vil eg
hertil svara: sum stytst.
Men ein ófrávíkilig for-
treyt má vera, at tann
tekniska útgerðin stendur
mát og at tað er nóg mikið
til av henni. at hóskandi
holi eru tek, at útbúgvið
tekniskt og umsitingarligt
starvsfólk kann fáast og
seinast, men ikki minst,
at stýringin er sína upp-
gávu vaksin.
Eg skal vidganga, at
hetta seinasta ørkymlar
meg mest. Tad fer at hvila
ein stor åbyrgd å teimum,
sum skulu velja út tað til-
far, ið sendast skal. Upp-
gávan verður torfer, tí
nógv verður at velja í.
Tað, sum vit sjálvi kunnu
framleiða, vænti eg fara at
muna lítið.
Eg vænti, at megin-
parturin av tí, sum sent
verður er útlendskt tilfar,
kanska eina mest norrønt.
Tey, sum í fyrstu syftu
skulu velja tilfarið mugu
sostatt hava steð á fast-
landinum — kanska í TV-
býnum í Keypmanna-
havn. Her verða bondini
meguliga eisini tekstaði
um neyðugt (t.d. svenskt
tilfar), danskt og norskt
eiga øll her á landi at
kunna skilja uttan tekst.
Áðrenn útvarps- og
sjónvarpseldin upprann
kundu vit so nekurlunda
sjálvi stýra okkara tervi á
medmenniskjansligari
kommunikation — vit
vóru yvirhøvur, men ikki
heilt (pressan) í teirri
steðu sjálvi at kunna taka
frammanundan.
anundan.
heimkomu.
— Uppá spurningin, um vit skulu hava sjónvarp,
vil eg persónliga uttan himpr siga ja. Eg vil fram-
vegis standa við tað tilmælið, ið eg sum limur í tá-
verandi sjonvarpsnevnd var við til at lata úr
hondum, skrivar Andrias Hejgaard m.a.
lut og ávirka. Í hesari
nýggju eldini skulu vit
seta fólk at taka avgerð
um hverjar gestir vit
skulu fáa inn í heimið.
Tað má krevjast, at hesi
hava víðan sjónarring,
hava humanistiskar kvali-
tetir og eitt sunt kritiskt
Ferðakekkar —
fremmant gjaldoyra
Tey, ið ætla sær uttanlands og skulu hava fremmant
gjaldoyra ella ferðakekkar, skulu biðja um hetta 3 dagar
Skúlabólkar o.t. mugu leggja ordra inn eina viku framm-
Annars eiga tey, sum fara uttanlands, at vissa seg um
peningaviðurskiftini í tí landi, tey ferðast í. Eisini eigur
vissa at fáast fyri, hvussu mikið kann umbýtast aftaná
1009000002 0000
Vit geva allar frágreiðingar hesum viðvíkjandi.
Skrivstovurnar kring landið greiða eisini hesa service.
ER
sinnalag bygt å fjølbroyt-
ta vitan, so at vit kunnu
uppliva og skilja umverð-
ina, umsteður og fortreyt-
ir hjá medmenniskjum
kring heimin við forstáilsi
og toleransu.
Andrias Hejgaard
00000 0000006