Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mai 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 38 — 20. mai 1978 Aðalskrivarin í IUSY: Leggur størstan dentin | á solidaritetarbeiðið IUSY — Alheims Sosialdemokratiska samgongan - fevnir um 60 felog um allan heimin — Tað er einki dulsmáls, at vit í dag leggja stersta dentin á eitt alment soli- daritetsarbeiði. Og tað skal setast í samband við, at fleiri av limalondunum hava einaræði av einum ella eðrum slag. Soleiðis tekur Ove Fick til orða. Hann er aðalskrivari í IUSY, sum er ein alheims- samgonga av javnaðar- ungdómsfelogum. Politiskt trýst Ove Fick, sum er dani, greiðir frá, at hetta arbeiði fevnir partvist um inn- savning av peningi, upp- lysmg um øll viðurskifti í viðkomandi londum og politiskt trýst. — Tað politiska trýstið letur seg gera á tann hátt, at vit sosialistar hava mø- guleikar at koma í nært samband við allar tær landastjórnir við sosialist- iskum ella sosialdemo- kratiskum stýri. Arbeiðið hjá IUSY er so at fáa stjórnirnar í viðkomandi londum at steðga sam- handilin við tey lond, sum hava ódemokratiskt stýri. Stuðul til triðja heimin Ein av grundunum til, at Ove Fick varð valdur til aðalskrivara — hann varð valdur í august i fjør á eini stevnu í Stuttgart — var hansara áskoðan um, at Europa og IUSY skuldu leggja sterri dent á at stuðla tiltøkum í tí triðja heiminum. IUSY hevur síðani lagt stóran dent á hetta ar- beiðið og samgongan bjóðar sær til at hjálpa í teimum førum, hon er før fyri ti. I løtuni starvast IUSY vid útbúgving av sudur- afrikanskum flóttarfólki. Einki frælsi uttan vapnad strid per 1 Vasta Be" HER RR TE tr kú BR >> Sabizana Mngikana ílegurnar til gagna okkum ikki okkara Vit fåa einki frælsi uttan våpnadan bardaga, segði Sabizana Mngikana úr Suðurafrika, sum var ein av teimum mongu út- lendsku gestunum á árs- fundinum hjá DSU. Hann legði serliga stóran dent á tann soli- daritet, sum onnur lond visa teimum kúgaðu í londum sum t.d. Suður- afrika. Hann greiddi frá, at teir nú av ollum alvi royna at fáa SAS at gev- ast við at flúgva til Suð- urafrika. Tað verður ofta sagt, at tær iløgur, sum koma uttanifrå til okk- ra land, gagna okkum. Hetta er blóðskeivt. Tær tæna einans teimum. sum gera hesar ilegur. segði Sabizana Næstseinasta viku- skifti hevði DSU — Danmarks Sosialdemo- kratiske Ungdom — landsstevnu í Árhus. Til stevnuna vóru eisini bodnir nógvir út- lendskir gestir, hari- millum tríggir úr Fer- oyum. Teir nýttu har m.a. hevið til at práta við nakrar av útlends- ku gestunum. Umframt ein stuttan samandrátt úr reðuni, sum Anker Jergensen, forsætisráðharri, helt á stevnuni, prenta vit her eisini prát við Ove Fick, sum er adalskriv- ari i ÍUSY, Sabizana Mngikana úr Suður- afrika og Waldo Salo- mon úr Chile Ungdóms- arbeiðsloysi — Arbeiðsloysi, sum er ein tung byrða í dag, hev- ur eisini okkara stóra á- huga. Tað er tó avmarkað, hvat vit kunnu gera á hesum økinum, sigur Ove Fick. — Men vit hava m.a. frá stjórnunum kravt frá- greiðingar um, hvat tær veruliga gera við trupul- leikarnar og, um tær í heila tikið gera nakað. Vit kunnu ikki loysa tann trupulleikan, men vit kun- nu í hesum førinum eisini leggja trýst á. Í eini skrá vit hava gjert, krevja vit m.a. arbeiði sum ein sosi- alan rætt, leggur Ove Fick afturat. Eystur-Vestur samstarv Av stórum týdningi fyri framtíðina er samstarvið millum IUSY og eystur- londini — og tey komm- unistisku londini í Eystur- europa. Hetta arbeiði hev- ur serliga tikið seg fram eftir Helsingforstinging- arnar fyri nekrum fáum árum síðani. Samstarvið, sum hevur fingið eina breiða politiska undirteku, fevnir m.a. um tiltøk við luttoku av ung- fólki úr eystri og vestri. Nakrir av teimum útlendsku gestunum á DSU-landsstevnuni Betri fatan Roynt verður at koma tí volitiska markinum til lívs fyri á tann hátt at kunna skilja hvenn annan betri. Eitt samstarv, sum í framtíðini kann hava týdning fyri linnan millum eystur og vestur og, sum meguliga kann steðga hernaðarligum ósemjum í framtidini. Aðalskrivarin i IUSY sigur, at tær politisku rerslurnar eystanfyri hava eitt víttgangandi loyvi til samstarv vestureftir. Stjórnirnar í londunum stuðla samstarvi peninga- liga munandi betur enn londini vestanfyri. Stuðlað m.a. av UNESCO IUSY hevur sæti í Wien. Á skrivstovuni starvast umframt aðalskrivaran, ein varaskrivari og trý hjálparfólk. Í næstu fram- tíð er ætlanin at skipa fyri eini regiónsskrivstovu í Caracas, Venezuela. Limatalið er 60 felog úr ymiskum londum. Sam- gongan er figgjad við limagjaldi, við stuðli úr europeiska ungdóms- grunninum í Strassbourg, sum letur pening til skeið, og frá UNESCO, sum er eitt tekin um stóra al- heims viðurkenning av ar- beiðinum. Harafturat lata nakrir javnaðarflokkar IUSY stuðul. UNGDOM DER VIL! 22. KONGRES 5.-ZMAS78 Ove Fick, aðalskrivari i IUSY