Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-05-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Danmark: Nr. 41 — 31. mai 1978 sosialurin Síða 9 Borgaraligir flokkar - leita saman — Hava ikki meiriluta aftanfyri seg, men ynskja at verða eitt truligt alternativ til javnaðarstjórnina Fýra av teimum borgara- ligu flokkunum í Danmark gjørdu í seinastu viku eina roynd at samlast um ein felags politikk mótvegis donsku javnaðarstjórnini. Teir fýra flokkarnir eru: Konservativi Fólkaflokk- urin, Vinstri flokkurin, Centrums Demokratarnir og Kristiligi Fólkaflokk- urin. Henda samgongan hev- ur ongan meiriluta aftan fyri seg, og hetta sam- starv skal heldur ikki skiljast sum nakad sokall- ad skuggakabinett. Tann borgaraliga áskoðanin vigar ov lítið Grundin til hetta seinasta tiltakið er einahelst tað, at teir borgaraligu flokkarnir viga ikki nóg mikið móti javnaðarstjórnini. Ferð eftir ferð hava flokkarnir havt ymiskar á- skoðanir, tá ymiskar semjur hava verið gjerd- ar í álitum og eðrum. Ti hevur stjórnin havt víðari ræsur í mun til tað tal av fólkatingslimum, hon hevur aftan fyri seg, sæð frá einum borgaraligum sjónarmiði. Við eðrum orðum hava teir borgara- ligu flokkarnir havt ringt við at semjast um ein fel- agspolitikk bæði saman við stjórnini og ímóti henni. Ein hjálparleys andstøda Ja, ofta hevur andstødan stadid so spjadd, at for- maðurin i javnaðarbólki- num á Fólkatingi, Jens Risgárd Knudsen, ferð eftir ferð hevur sagt, at andstæðan er fullkomiliga hjálparleys. Og tað hevur hann havt góða grund til. Hverja ferð, tað hevur staðið á, hevur trongdin til >sítt egna besta< verið størri enn samanhaldið. Tríggir írestaðu Allir teir borgaraligu flokkarnir eru tó ikki við. Og av ymiskum orsøkum. Framburðsflokkurin verð- ur enn ikki tikin fyri fult av ellum. Harafturat stendur hann rættiliga spjaddur. Ein bólkur i flokkinum heldur fast uppá tann mótmælispoli- tikkin, sum Glistrup í síni tið legði upp til, men ein annar bólkur er sinnaður til stærri samarbeidi við hinar flokkarnar og vil sleppa nekrum av mót- mælissermálunum. Rættarsamgonguflokk- urin er ikki vid vegna sina anti-EF stødu, og tann sermerkta jardarpolitikk- in, sum øll hansara læra er bygd å. Og teir radikalu eru av góðum grundum ikki við. Móti »blokkpolitikki« Teir eru ímóti, at Fólka- tingið er býtt upp í tveir stríðandi bólkar. Undan- tak var tó VKR-stjórnin, frá 1968 — 71, sum júst var leidd av fyrrverandi radi- kala formanninum, Hilm- ar Baunsgaard. — Okkara leiklutur er at mótarbeiða, at fólka- tingið, verður býtt upp í tveir eins stórar bólkar. Harnæst eru vit ein av- bjóðing til tey sosialt-libe- ralu, sum eru hugað fyri sosialum ábótum, men sum ikki kunnu taka undir við Javnaðarflokkinum, sigur tann radikali fram- segumaðurin, Niels Hel- veg Petersen, í eini við- merking. ikki nakað veruligt úrslit Fundurin, sum varð hildin í seinastu viku, eftir fleiri áheitanum frá hverjum eðrum, gav ikki nakað veruligt úrslit. Tó er tann borgaraligi bólkurin samdur um at kanna meguleikarnar fyri eini valsamgongu til EF- parlamentið, at tosa sam- an áðrenn álit verða skriv- að, at hittast hver hjá eðrum einaferð um mán- aðin fyri í heila tikið at kunna virka sum ein saml- að andsteða. Og tað vil aftur siga tað sama sum at vera til reiðar at mynda stjórn, tá hevið býðst. Men Risgárd Knudsen heldur framvegis borgara- ligu andsteðuna vera utt- an størri álit: — Er tíðin ikki búgvin til, at teir ymsu andsteðu- flokkarnir halda uppat at hugsa um stjórnarskifti og vegna núverandi stødu síggja tað neyðuga í ein- um samarbeiði undir leið- slu javnaðarfloksins? Gomul ætlan verður ongantíð veruleiki Hetta er ikki fyrstu ferð, at teir borgaraligu flokk- arnir royna at fáa eitt neyvari samstarv í lag. Fyrrverandi formaðurin í Vinstra flokkinum í fim- tiárunum, Erik Eriksen, var so heitur talsmaður fyri at lata Vinstra og teir Konservativu renna sam- an í ein flokk, at hann setti formansstarv sítt í veð, men hann tapti. Tann konservativi leið- arin, hin altið brosandi Poul Schliiter, sum hevur fingið flokkin upp úr eini armóðssteðu, hevur so- muleiðis fingist við tank- an áður, men noyðist at viðganga, at tankin ikki hevur undirtøku i løtuni. Eydnaðist i 1968 Poul Hartling legði i seks- tiårunum til brots fyri at fåa eina samgongu i lag millum Vinstra, Konser- vativa Fólkaflokkin og Radikala Vinstra. Tað eydnaðist eisini at skipa stjórn, tá >tað reyða kabi- nettid« fall i 1968. Í royndu hesir Í 1975 flokkar eisini at skipa stjórn, eftir at minniluta- stjórnin hjá Hartling var fallin. Men ein meiriluti var ímóti henni. Og endin varð, at Anker Jergensen skipaði stjórn við stuðli frá flokkunum til vinstru fyri Javnaðarflokkin. Ikki meiriluta og ongan felagspolitikk Meiriluta í Fólkatinginum hava flokkarnir ikki. Teir hava bert 53 limir og Javnaðarflokkurin hevur 65. Leggja vit Framburðs- flokkin við sínum 26 ting- limum afturat, er talið 79. Hetta er heldur ikki nakar meiriluti. Javnadarflokk- urin hevur saman við SF, Kommunistunum, VS og annaðhvert teimum Radi- kalu ella Rættarsam- gonguflokkinum ein lítlan meiriluta. Og tað var júst í samarbeiði millum hesar fimm flokkarnar, at ein i- budarloysn varð funnin i sidstu viku. Talan er um eina fyribilsloysn, sum skal galda til tann um- fevnandi broytingin í skattalógini væntandi kemur í gildi um eini tvey ár. Tað, at stjórnin er vorð- in samd við flokkarnar til vinstru, hóast hon heldur vildið havt eitt samstarv tvertur um miðjuna, hev- ur argað borgaraligu flokkarnar almikið. So- mikið, at Poul Schliiter sunnudagin segði í Ber- lingske Tidende, at skat- tareformurin hjá Jens Kampmann átti at leggj- ast á skjalasavn. Fremja ikki samarbeiðið — hóttir við vali Í eini viðmerking til orð Schløters um borgaraligu savningina sigur Anker Jergensen: — Eg eri bangin fyri, at samarbeiðið millum teir fýra flokkarnar fer at darva samarbeiðinum tvertur um miðjuna í donskum politikki. Tá Poul Schlúter sigur, at uppskot til ein skattare- form skal á skjalasavn, visir hann frá sær allan vilja til samarbeiði. Anker Jergensen fór enntá so vitt og segði, at vildu Vinstra og teir Kon- servativu ikki tingast við stjórnina um uppskot til ein langtíðar skatta- og í- búðarpolitikk, var út- skrivingin av fólkatings- vali einasta loysnin. Bal í den borgerlige - Nu træder vi ham vel ikke over tæerne, nár han ikke fár foden inden for? Danska javnaðarblaðið AKTUELT hevði m.a. hesa viðmerking til borgaraligu samgonguna