leygardagur 3. juni 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR
pi
Nr. 42 — 3. juni 1978
sosialurin
Síða 7
itrottur
Eydnan og Thordur bjargadu HB
Dysturin IF-HB |.
deild, id eftir kappingar-
skipanini skuldi spælast i
morgin, varð, orsakað av
Norðoyarstevnuni spæld-
ur mikukveldið. Veðrið
var av ti besta at spæla
fótbólt í.
Bæði liðini byrjaðu við
vekrum spæli. Bólturin
var fyri tað mesta spældur
eftir jarð frá verjuni fram í
álopið. HB hevði tó tað
vakrara spælið, men eisini
hesaferð gjørdu teir nakað
nógv av at spæla saman
tvertur um vellin á miðj-
uni. Hetta sær vakurt út,
men av hesum fingu teir
ov lítið burtur úr.
Málini
Tað eydnaðist eisini ÍF í
hesum dystinum at scora
tað fyrsta málið, og var
hetta í 11. min. av fyrra
hálvleiki. ÍF fekk horna-
spark í vinstru síðu. Bólt-
urin kom hegt inn fyri
málið, men alt ov langur.
Hann endaði heilt úti í
høgru síðu og varð herfrå
spældur inn á miðjuna
nakað uttarliga í brots-
teiginum til Jan Nielsen,
ið uttan trupulleika setti
bóltin í netið tætt fram við
vinstra målstolpa. HB
verjan stóð pura still øll
sum hon var.
Fuglfirðingar vóru bert
á odda í 10 min., tí HB
fekk eitt innkast i høgru
sidu stutt frå hornaflagg-
inum. Manne blakar bólt-
in høgt inn fyri og datt
bólturin niður hjá Kára, ið
setti bóltin í netið við
búkinum.
Bólturin á veg út aftur. 1—0 til ÍF
Framhald frá síðu 6
3. Sveríki
4. Spania
HM í Onglandi
1. Ongland
HM 1954 í Schweiz 2. Vesturtýskland
1. Vesturtýskland
2. Ungarn
3. Eysturriki
4. Uruguay
Finala: Vesturtýskland-
Ungarn 3—2.
HM 1958 i Svøriki
1. Brasilia
2. Svøriki
3. Frakland
4. Vesturtyskland
Finala: Brasilia—Sveríki
5—2.
HM 1962 i Chile
1. Brasilia
2. Czekoslovakia
3. Chile
4. Jugoslavia
Finala: Brasilia — Czeko-
slovakia 3—1.
3. Portugål
4. Sovjet
Finala: Ongland-Vestur-
tyskland 4—2 eftir um-
dyst.
HM 1970 i Mexico
1. Brasilia
2. Italia
3. Vesturtyskland
4. Uruguay
Finala: Brasilia — Italia
4—1.
HM 1974 i
Vesturtysklandi
1. Vesturtyskland
2. Holland
3. Péland
4. Brasilia
Finala: Vesturtyskland —
Holland 2—1.
HB yvirvåg
Hesar seinastu minuttir-
nar, frå ti HB hevði javn-
að út til fyrri hålvleikur
var av átti HB, men teir
fingu alt ov lítið burtur úr
teirra yvirvág, sum vit
fyrr hava sagt: Tað sær
vakurt út at rulla bóltin
tvertur um vellin, men tað
eru málini, ið telja, og
hesin spælihátturin gevur
ikki nógv mál.
Seinni hálvleikur
Seinni hálvleikur byrjaði
sum fyrri endaði. HB
hevði spælið. Tað var
eingin vilji í ÍF-arunum,
teir lótu HB-ararnar fáa
bóltin hverja einastu ferð,
men so við eitt vendi. ÍF
fekk meira og meira spæl,
og tann síðsta hálva tíman
pressaðu teir HB næstan
av vellinum.
Einki mál
Einki mál kom í seinna
hálvleiki, so endaliga
steðan gjørdist javnleikur
1—1, og er tað min áskoð-
an, at HR bert kundi
fegnast um, at teir fingu
annað stigið vid sær til
hús so nógvar upplagdar
målmøguleikar hevði ÍF í
seinna hálvleiki. Ja, ein
tók rættuliga synd í teim-
um.
Ikki at siga nakað ringt
um nakran av HB spæl-
arunum, men teir skulu
takka Thorduri fyri stigið
teir fingu, tí hann hevði
ein óvanliga góðan dag,
og bjargaði tí, ið verjan
ikki var for fyri at steðga.
Tað ein legði merki til
var, at HB fekk sítt mál
eftir eitt innkast, ið varð
blakað heilt inn fyri málið.
HB hevði fleiri onnur slík
innkast, og letur hetta seg
gera serliga í Fuglafirði,
men ÍF hevði ongan leik-
ara, ið dugdi at blaka eitt
langt innkast. Hetta haldi
eg er undarligt.
Dómarin
Dómarin var úr Klaksvík,
og kom hann eftir mínari
meining ikki væl frá dyst-
inum. Hann demdi ong-
antíð fyri t.d. skump í
ryggin, sum hendi næstan
hverjaferð ÍF nærkaðist
HB „málinum. Eisini
stemplingar lat hann
ganga fríar. Tá tveir spæl-
arar kappaðust um bóltin,
og annar kom upp við
beininum, og hin fór niður
í skotið við hevdinum,
demdi hann hverjaferð fri-
spark móti ti spælara, ið
kom upp við beininum.
Eisini briksladi hann alt
ov lítið, men veitraði bert
spælið at halda fram, og
var tað um reppi, at HB
ikki fekk mál eftir eina
slíka veitring.
Samanumtikið
Samanumtikið kann sig-
ast, at HB oftast vísti tað
vakrara spælið, men tað
vóru fuglfirðingar, ið høv-
du teir flestu málmegu-
leikarnar, og er tað mín
meining, at bert svørt 6-
eydna gjørdi, at ikki bæði
stigini vórðu verandi í
Fuglafirði síðsta miku-
kveld.
36 manningar rógva
á Norðoyastevnu
Fyrsti róðurin í Føroyameistarakapping-
ini 1978 verður í dag kl. 15 á Norðoya-
stevnuni. Tilsamans 36 bátsmanningar
luttaka við 26 bátum.
Nummurini vórðu drigin á fútaskriv-
stovuni 16. mai.
4-mannafør
gentur
. Tjaldrið
. Teistin
. Báran
. Hulda
Dúgvan
Royndin Fríða
Sílið
. Broddur
. Svanur
10 RN a
Ææ
10. Falkur
11. Firvaldur
I2. Fípan Fagra.
Tjaldrið, Teistin og
Falkur hava sent avboð.
6-mannafør
1. Hósvíkingur
2. Hvessingur
3. Nordistovudånjal
4. Kollfirdingur
10-mannafør
1. Sunnbingur
2. Klaksvikingur
3. Eysturoyingur
4. Suduroyingur
5. tes
6. Vågbingår
7. Havnabåturin
8. Tivil.
Sunnbingur, Klaksvik-
ingur og Skålabåturin ha.
va sent avboð.
4-mannafør
dreingir
. Hulda
. Firvaldur
. Havfrúgvin
. Broddur
. Falkur
6. Junkarin
. Teistin
de 03 NO —
» gt
8. Tjaldrid
9. Fipan Fagra
10. Svanur
11. Dúgvan
12. Royndin Frida
13. Silid
14. Båran
Falkur, og Teistin hava
sent avboð.
8-mannafør
1. Havrenningur
2. Ørvur
3. Oyndri
4. Kvivikingur
5. Gøtu Tróndur
6. Miðvingur
7. Vikarbåturin
Kvivikingur hevur sent
avboð