Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 B36 —VB 1—5 (1—1) sosialurin TTT TTL LL Nr. 43 — 6. juni 1978 itrottur Sigurin var uppiborin, men… — tad skulu tvey lid til at skapa ein g6dan dyst og hetta syndi B36 okkum seinasta sunnudag tå teir leiktu moti VB. Teir pressadu ført nærum allan dystin men VB visti seg, sum so oftani, sum tað stinnara liðið Seinasta sunnudag møtt- ust B36 og VB til fyrsta landskappingardyst teirra millum i år, og vid venj- ingardysti teirra tidliga i vår i huga hevdi tu leitad tær nidan å ovara vøll i Gundadali. Góð byrjan Leikararnir sviku íkki vónir tínar. Bæði liðini byrjaðu væl við góðum leiki, men var tað eins og B36 pressaði meir enn VB, men orsakað av hesum, trektu miðvallarleikarar- nir hjá B36 ov langt fram á vellin og kundu skjótu, vandamiklu = framherjar VB's tí oftani fara í snar- álop og í 15. min. var eitt tílíkt snarålop um at geva VB mál. VB í atsókn Mannbjern, ið leikti sera gott henda dystin, fekk bóltin úti í vinstru síðu, trekti inn moti brotsteiginum og skeyt beinanvegin, men eydnað- ist tað B36 málverjanum Bjarna at fáa hendurnar á bóltin og sláa góða skot Mannbjerns uppum málið til hornaspark. Javnleikur Bert tveir min. aftanå góðu roynd Mannbjørns, eydnaðist tað VB at fáa fyrsta mál sítt. Jóhannis Nielsen, ið var staddur beint framman- fyri mittstrikuna, fekk bóltin frá hegru og trekti hann einsamallur inn móti B36 málinum og setti trygt bóltin í netið við síðuna av Bjarna, ið var á veg út móti Jóhannisi, til 1—0. Ikki vardi henda leiðsla leingi. Bert 5 min. seinni legði Hugin, ið var trektur oman í hegra hornið, bólt- in innyvir til Kirstjan Bærentsen, ið lætt head- aði bóltin uppum Schan- dorff í málinum og undir yvirliggjaran til eina rætt- vísa hålvleiksstødu, javn- leik 1—1. Mál beinanvegin Seinni hálvleikur var bert fáar min. gamal, tá VB fekk næsta mál sítt. Eitt innkast varð kastað úr vinstru síðu innfyri B36 málið og millum vinir og figgindar eydnaðist tað Jóhannis at seta bóltin í netið til 2—1 leiðslu. Pressaðu Oført Hetta málið fekk ikki B36 at falla í fátt, nærmast tverturímóti. Teir hildu á við at pressa eins og teir hevdu gjert allan fyrra hálvleik og fleiri ferðir vóru teir tætt við at skora, men aloftast fóru skot teirra uppum ella við síðuna av málinum. Hetta B36 press førdi, sum áður sagt, við sær, at miðvallarleikarnir | vórðu ov gáloysnir og trektu fram á vellin allir í senn, og slík tilboð gevur ein ikki einum liði sum VB, uttan at teir útnytta tey. Tá 20 min. vóru leiktir av seinna hálvleiki, gav eitt av VB-snarálopunum mál og var tað hesaferð ungi evnaríki Jón Joen- sen, ið setti bóltin í netið aftaná klumpspæl framm- anfyri B36 málinum. Sami Jón vísti seg gjøgnum allan dystin at vera ein sera evnaríkur leikari, ið arbeiðir ófert um allan vellin. Hann er nærum eins góður í verju sum í álopi og kann VB fáa stóra gleði av honum. Hesaferð eydnast tað Kim at sparka bóltin burtur fyri nesini á Mannbjern VB meira spæl Aftaná hetta málið fekk VB meira spæl og var tað eins og B36 verjan sveik meir og meir. Álopini vórðu nú fleir og fleiri móti B36 málinum, men ikki fyrrenn 34 min. vóru farnir av hálvleikinum fekk VB 4. mál sítt og var tað eitt brotsspark, domt móti B36 aftaná at Danny hevði felt Jóhannis, ið var á veg einsamallur móti málinum, ið Jósvein Niel- sen trygt setti í netið. Bert tveir min. seinni fekk VB síðsta mál sitt í hesum dysti og var tað enn einaferð Jóhannis, ið setti bóltin í netið aftaná avlevering frá Mannbirni Undirhaldandi Sigurin til VB var uppi- borin, men kundi hann lætt verið minni, um B36 hevði evnað at nýtt mongu málmeguleikar- nar. Dysturin var ein tann mest undirhaldandi, ið er sæddur í Gundadali í ár við mongum álopum frá báðum liðunum og til tíðir við heilt góðum spæli. Ikki er at taka nakað frá sigurharrunum úr Vági við at siga í fyrra hálvleiki var tað B36, ið skapti dystin, og sama gjørdi seg galdandi í fyrra parti av seinna, B36 pressaði, men VB fekk málini. Hetta er sjálvsagt partvíst orsakað av, at VB leikti róligt verjuspæl við góðum av- leveringum til skjótu framherjarnar.