Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juni 1978síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A býráðsfundinum hjá Tórshavnar Býráð hós- kveldið var eitt skifti ein stuttur steðgur. Orsekin var tann, at bíðað varð eftir nøkrum byrådslim- um, sum vóru farnir ut at fåa sær ein bita. Tad var Hedin Morten- sen, byrådslimur, sum heitti å byrådsformannin um at bidja teir byråds- limirnar, sum vóru úr sal- inum, um at koma inn. Tá vóru fimm av teimum til- samans 13 byrådslimu- num úti. Hedin Mortensen fyltist å, at teir byråds- limir, sum fara ut medan byrådsfundur er, aftanå skulu hava frågreiding um tað, sum er farið fram meðan teir hava verið úti. Petur Christiansen, bý ráðsformaður, helt hetta vera eitt skilagott upp- skot. Hann hevur javnan sítt stríð við at fáa bý- ráðslimirnar at vera í sali- num, meðan býráðsfundur er. Hann sendi skrivaran eftir teimum, sum vóru úti. Skrivarin fekk tveir bý- SOSjalurin Steðgur í býráðsfundi meðan limir vóru úti og fingu sær at eta ráðslimir inn við sær aft- ur. Býráðsformaðurin fór síðan sjálvur út eftir hin- um, men hann kom skjótt inn aftur og boðaði frá, at steðgur varð í fundinum í tveir minuttir. Hetta fekk Eliesar Arge at spyrja, hvat býráðs- limirnir gjørdu uttanfyri. — Teir eta, svaraði bý- ráðsformaðurin. Tveir minuttir seinni varð býráðsfundurin tikin upp aftur við ollum teim- um 13 limunum í salinum. Hetta var fyrsti býráðs- fundurin hjá Tórshavnar Býráð síðan 27. apríl? Framhald frá síðu 4 starv. Í minsta lagið helvtin av íbúgvunum í Tórshavn eru kvinnur, og ti er tervurin stórur á einum kvinnuligum kom- munulækna. Formuleringin og inn- savningin var ógvuliga spontan og óorganiserað, men kortini komu 977 undirskriftir á listarnar frá hósdegi til hósdag. Harafturat sendi Kvinnu- felagið vegna sínar 180 limir áheitan til býráðið um at seta ein kvinnuligan lækna í starvið. Hetta var tó als ikki nevnt á býráðs- fundinum. Síðani kom atkvødu- greiðslan til 1. innstilling- ina. Tá fekk Selvi Winther Olsen 5 atkvødur, Kristi- anna Nordendal Jensen 4, Kaj Kallsberg 3 og Jaspur Petersen 1 atkvødu. Hvussu ber nu tad til, at Kristianna nú bert fekk 4 atkvødur, tå bædi so- siala nevndin og figgjar- nevndin høvdu innstillad hana sum nr. 1 og Selva sum nr. 3? Var hatta bara eitt trix? Væntaðu teir kanska, at Kristianna ikki fór at taka av kortini, og tí kundu tryggja sær væl- vild frá Havnar konum uttan vanda? Fyri nú at fáa kvalifi- seraðan meiriluta var at- kvett umaftur. Nú vóru 7 atkveður til Selva, tær 4 til Kristionnu og 2 til Kaj Kallsberg. Also var Sølvi innstillaður sum nr. 1, og vit hildu nú Kristionnu vera nr. 2. Men nei! Vit skuldu fáa enn betri uppvísing í mannschauvinismu. Tað skuldi atkvødast umaftur um nr. 2 innstillingina, og Kaj Kallsberg fekk nú 7 og Kristianna 6 atkvødur. Atkvødugreidslan til 3. innstillingina gav endiliga Kristionnu 9, Annfinn Rubek-Nielsen 2, Jaspur Petersen 1, og ein sedil var blankur. Vit kundu konstatera, at 4 byrådslimir undir ongum umstødum vildu atkvøda fyri einum kvin- nuligum lækna, hóast kraftigar áheitanir uttani- frá og hóast allar hugsanir um kvalifikatiónir. Munnu býráðslimirnir heilt hava gloymt, at vit kvinnur hava valrætt?! Samsvarar nú hendan kommunala innstillingin við innstillingina hjá landsins ovasta heilsu- myndugleika, landslækn- anum? Um ikki, hví verð- ur so hansara meting ikki fylgd? Og hvi munnu teir mannligu kommunulækn- arnir vera so bangnir fyri at fáa ein kvinnuligan kol- lega? Munnu teir vega bangnir fyri at missa so stóran part av sjúkling- unum. Ti tað er meira enn so hugsandi, at so verður. Av ti at vit ikki eru nøgdar við viðgerðina og innstillingina hjá býráð- num í hesum málinum, hava vit sent hesa áheit- anina við ávísing til tær 977 undirskriftirnar og á- heitanina frá Kvinnufel- agnum til Ríkisumboðs- mannin og biðið hann um at ganga okkara ynskjum á meti og seta ein kvinnu- ligan kommunulækna í Havn. í Havn 8. juni 1978 Óhefti innsavningar- bólkurin Kvinnufelagið Kvinnufylkingin Minni frá einari av fyrstu kongsvitjanum. Tá vóru fyrireik- ingaramboðini ikki so stór... ADL AMG AMD EM MD LD MP MP LI MJD MADE UMF EM Avhaldsfeløgini hava ikki nógva virðing fyri Avhaldshúsinum. Hondbóltsdeildin veit onki um, hvussu stød- an er í steypakapping- ini, so endin verður helst, at vinnarnir mugu finnast við luta- kasti. Ég siggi í Arbeiðinum, at miðalskatturin hjá rikmonnunum í Havn er 14.400 kr. Sigið so, at landsstýrið ikki hev- ur virkad fyri at lætta um skattatrystid å låg- : inntøkunum. Kvinnurnar i Havn fingu ikki sitt ynski uppfylt at fåa ein kvin- nuligan lækna. So nú er bert at vóna at tær fáa ein lækna, sum dámar væl kvinnur. Fyri at lætta um hjá drotningini og fylgi hennara, eitur log- tingshúsið nú Tjære- borg á donskum. * Nú vóni eg, at klaks- víkingar hava verið so umhugsnir at bestilla so mikið til Norðoya- stevnu, at tað varir henda turkin út. CPIB COPENNAGEM — Hevur tú nú aftur punkterað bilin? — Jú, eg koyrdi á eina fløsku. — Sást tú hana ikki? — Nei, hann hevði hana í ti lummanum, sum vendi burtur frá