mikudagur 14. juni 1978síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Sjúkrahús og ellisheim í Tinganesi
— landsstýrið flutt á Vallaraheimið
Útlendskur summargestur orkymlaður
av føroyskum ferðamannahefti
Ein danskur summargest-
ur, sum i løtuni vitjar i
Føroyum, fekk i fyrstu
syftu eina heldur løgna
fatan av Havnini. Við-
komandi ferðamaður
Eyka-
aðalfundur
Havnar Jazzfelags
verður mikudagin 21.
juni 1978 kl. 20.00 í
Gamla Klubba
Skrá: Val av nýggj-
ari nevnd
Havnar Jazzfelag
brúkti ferðamannaheftið
»Færøerne Naturoplevel-
sen i Nordatlanten«, sum
Ferðamannastovan hevur
givið út av nýggjum í ár,
sum vegvisara í Havnini.
Hetta heftið, sum ann-
ars gevur útlendsku gest-
unum eitt gott, stutt og
greitt yvirlit yvir oyggjar
okkara, hevur bert ein
keðiligan feil. Á næst-
aftastu síðu í heftinum er
eitt kort av Havnini við
frágreiðing um hvar ymsir
bygningar eru í Havnini,
men hendan frágreiðing
samsvarar ikki við kortið.
Eftir frágreiðingini
liggja Landssjúkrahúsið
og Ellisheimið í Tinga-
nesi. Landsstýrið er flutt
niðan á Vallaraheimið, og
Skansin niðan á DFDS-
avgreiðsluna. Havna-
skrivstovan og Tollbúðin
halda til í Sjónleikarhús-
inum. Politisteðin er í Ebe
nezer, sum eftir frágreið-
ingini liggur niðri á Sjó-
mansheiminum.
Ikki logið at viðkom-
andi summargestur gjerd-
ist orkymlaður av hesum
korti, men við hjálp frá
fólki fekk hann tó greiðu
á, hvar teir ymsu bygn-
ingarnir í Havnini liggja,
og tað er bert at vóna, at
eisini aðrir útlendingar,
sum brúka hetta ferða-
mannaheftið sum vegvis-
ara í Havnini, gera tað
sama.
Jógvan segði, at hann
floktist inn í nakrar
leidningar í Fuglafirði.
Fyri mær ljóðaði tað
sum floktust vilini í
honum sjálvum.
*
Kjartan Mohr hevur
ofta tosað um skatta-
lætta til tey, ið bert
hava hendurnar á at
líta.
Nú umhugsa teir at
leggja stuttleikaskatt á
oll, sum arbeiða á vest-
aru bryggju. sum
sleppa at síggjar hesar
ókeypis sjónleikirnar.
*
Eg haldi, at tað er óg-
vuliga hóskandi, at
landsstýrið heldur til á
Vallaraheiminum, ti
teir terðast jú so nogv
líkavæl
Landsstýrið er ikki at
hitta hesa vikuna. Tað
tekur stødu til persillu-
spurningin.
*
Friggjakveldið skipaði
útvarpið fyri »telefon
til landbúnaðarráð-
harran.«
Vit taka her eitt brot
úr sendingini, sum var
áhugaverd út um alt
vanligt mark.
Tað er Utvarpið,
góðan dag.
— Ja, eg vildi spyrja
um...
Ja, goddag, goddag,
goddag, eg veit ikki,
hvat eg skal svara hi hi
hi. Eg kenni ikki so
nógv til hetta ha ha ha,
men..
— Takk fyri DPD,
eg rokni við, at lurtarin
hevur fingið svar uppá
spurningin
Vit hava longu tann
næsta..
Óli í Áarstovu
Kann landbúnað-
arráðharrin siga mær..
— Ja, goddag, god-
dag. goddag, hi hi ha
ha, ringt at svara uppá
ho ho ho, men vit
kunnu ha ha ha
royna...
- Útvarpið takkar
øllum fyri eitt hugna-
lugt prat..
/'
%
7
4
7
14
/'
2
v
/'
/
/'
#
ý
#
p
ZA INN SES SE SS AE: