Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juni 1978síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 46 — 17. juni 1978 Poker Umleið 40 av verðins bestu pokerspælarum settu seg herfyri við borðini í Las Vegas fyri at spæla um heims- meistaraskapið 1978 við spælipengum, sum hava eitt virði upp á 400.000 dollars. Kappingin byrjar við. at hver spælari keypir spælipengar fyri 10.000 dollars, og so verður spælt til ein hevur vunnið allar pengarnar Kenir menn halda, at heimsmeistarin tey siðstu tvey árini Big Doyle Bronson kemur at klára seg best. Book-makarar halda, at tann 28 ára gamli yrkispokerspælarin Gary Bones Derland kemur inn á annað- plássið. Eisini eitt spæl fyri kvinnur verður, og har hava ikki minni enn 84 boðað frá lutteku. Tann besta her, verður hildin at vera hin 24 ára gamla Terry Wind- ham, sum er frá Las Vegas. Elsti luttakarin um heimsmeistaraskapið í poker er hin 71 ára gamli Johnny Moss. Hann var tann fyrsti, sum gjerdist heims- meistari í poker. Tað var í 1970. Bjargaði lívinum Mong menniskju eru av ti uppfatan. at trygdarbrillur bert eru til størv, har t.d. bryn- ing av ymsum slag fer fram, sum kann skaða eyguni. John Luton, ein enskur arbeiðsmað- ur, kann í dag takka trygdarbrillum sínum fyri, at hann enn er á lívi. Hann var í brill- unum ein dagin, tá hann stóð og arbeiddi við einum tryst-luft- seympistoli. Ein av seymunum rakti se- mentgólvið og stiklaði aftur móti John. Við eini ferð upp á 180 km/t rendi seymurin seg inn í brilluglasið og varð steðgaður, áðrenn hann rakti eygað. Við tí ferðini, sum seym- urin hevði, kundi hann havt borað seg inn í høvdid, um ikki brill- urnar høvdu steðgað honum. A myndini sæst steðan. Japanari einsamallur til Norðurpólin Hin bert 37 ára gamli Uemura, ið gjerdi roysnið at rekka fram til Norðurpólin einans við hundasleðum, púra einsamallur Ein japanskur ævintýrari, hevur rokkið Norðurpólin aftaná at hava ferðast tvørtur um isin einans við hundasleðum. Tað er hin 37 ára gamli Naomi Ue- mura, sum hevur gjørt hesa 1000 kilometra longu ferð eftir ísinum, er upp- lýst í Tokio. Ferðin hjá Uemera byrjaði 5. mars ru Ellismere Ísland í Canada. Við sær hevði japanarin eitt tól, ið sendi frá sær eitt signal hvert minutt, og hetta varð tikið upp av fylgisveininum Nimbus 6, sum fer yvir Norðpólin 108. hvert minutt. Uemura hevur ætlan um at halda leiðina fram til Grenlands fyri at royna at gerast tann fyrsti, ið fer yvir um innlandsísin til Narssarsua — henda ferð verður til samans 6000 km, um hon eydnast, og Uemura heldur, hann røkkur á mål í august. Á ferð síni ger Uemura royndir við kava, ísi og luft fyri japanska polar- stovnin. Hin 37 ára gamli japanarin er gamal fjalla- klintrari og serkunnugur við arktisk viðurskifti. Hann hevur áður klintrað á Mount Everest, Kili- manjaro og á Mont Blanc. Kennedy Amerikariski senatorurin Edward Kennedy, hevur lagt í hernað móti eina- ræðisstýrinum í Chile. Hann hevur biðið amerik- anska tingið og Jimmy Carter forseta um at steð- ga allan hernaðarligan og figgjarligan stuðul til Chi- le. Hóast amerikanska kongressin longu fyri tveimum árum síðani samtykti at steðga allari hernaðarhjálp til Chile, so fær landið framvegis slíka hjálp frá privatum felog- um og stovnum í USA, vildi Kennedy vera við. Í farnu viku var aftur 6- friðarligt í hevuðsstað- num í Chile, Santiago, har 200 studentar í mótmæl- isgongu vórðu tiknir av logregluni. Teir kravdu at Edward Kennedy kunngjert varð alment, hverja lagnu fleiri hundr- að horvin fólk hava fingið. 7 mill., ið fáa ov lítið at eta í Afrika-landi Umleið 7 miljónir fólk í Sahl-økinum í Afrika fáa ov lítið at eta, sigur aðal- stjórin í búnaðar- og mat- verustovni Sameindu Tjóða, FAO. Tað eru 8 lond í Sahl- økinum og í fleiri av hes- um londum er hungurs- neyðin eins álvarslig og undir turkinum í 1973, sigur aðalstjórin Edouard Saouma. Vanlukkurnar í Sahl kunnu lættliga ger- ast permanentar, um einki til muns verður gjort fyri at beta um vidurskiftini, leggur hann aftrat. Sauma bað tey ríku londini um figgjarliga hjålp. Hann visti å, at tey ríku londini einans hava veitt 500 mill. dollars 2,7 miljardir krónur sum hjálp seinastu fimm árini, meðan so hvert verður brúk fyri umleið 40 miljardum krónum. Sahel hevur fyri neyðini at fáa í minsta lagi 457.000 tons av matvøru í ár umframt 124.000 tons á goymslu, um álvarslig kreppa tekur seg upp. Onnur lond hava givið lyfti um at lata væl av hesi nøgd, men tað resta framvegis 180.000 tons í. segði aðalstjórin. Londini í Sahel eru Ni- ger, Ovara Volta, Schad, Senegal, Mauretania, Gambia, Malia og Cape Verde oyggjarnar. Summi av hesum eru millum tey fátækastu í heiminum. Medalinntøkan í flestu av Sahel-londunum er millum 100 og 150 dollars um ár- ið, meðan fátækramarkið í USA er mett til 4000 doll- ars árliga. Tær 7 miljónir, ið eru komnar undir hungurs- markið, eru ein fjórðingur av ellum fólkunum í Sa- hel. Hjálpiarbeiðið er forð- að av troti uppá hóskandi havnum, vegum og vána- ligum flutningsumsteð- um. Kunngerð Kommunuskrivstovan í Fuglafirði verður stongd fyri allari avgreiðslu í tíðarskeiðinum frá 14. juli til 14. au- gust. Fuglafjorður, tann 14. juni 1978 Fuglafjarðar Bygdaráð