mikudagur 21. juni 1978síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 47 — 21. juni 1978
sosialurin
Síða 11
lesarabrøv
Aftursvar og viðmerkingar
frá Telefonverksstjóranum
Í >Dagblaðnum< nr. 44,
1978, eru nakrir spurning-
ar til mín, eins og politiski
leiðarin í sama blaði við-
ger Telefonverkið.
Spurningarnir eru
tríggir. Í samband við aft-
ursvarið vil eg loyva mær
at taka teir uppaftur:
Spurningur 1. Hvussu
ber tað til, at telefonfelagi
í Havn, sum snarar eitt 6-
sifrað tal i København, 6-
rågvar annan telefonfel-
aga i Havn.
Hertil er at siga, at eitt
tekniskt brek er antin i
sjålvum telefonapparati-
num hjá ti, ið ringir, ella
inni á automatsteðini. Í
báðum førum eigur brekið
sum skjótast at verða frá-
boðað til »feilmelding« nr.
0047, so tað kann verða
rættað.
Spurningur 2. Hvussu
ber tað til, at telefonfelagi
á bygd verður órógvaður,
tá ið maður í Helsingborg
í Svøriki ringir Køben-
havn.
Um so er, at felagin í
Helsingborg hevur snarað
rætt og fær felaga á bygd í
Feroyum, so má onkur
feilur vera á automatút-
gerðini í Helsingborg ella
Kebenhavn. Hetta kann
Telefonverk Feroya Leg-
tings einki gera við.
Spurningur 3. Hvussu
ber tað til, at ein hevur
politistødina, brunatrygg-
ingina ella einhvenn ann-
an í hinum endanum, tá ið
hornið verður tikið av fyri
at ringja?
Tað er eitt tekniskt brek
á automatsteðini og eigur
at verða fráboðað sum
skjótast til nr. 0047. Tilik-
ir feilir kunnu vera tor-
førir at rætta, tí eigur
hann, ið kemur fram á
tilik brek, at siga frá,
hverji telefonnummør, ið
koma saman.
Annars er at siga um
sjálva feilrættingina, at
hverja ferð, brek verður
fráboðað, verður seðil út-
skrivaður. Á henda seðil
verður skrivað bæði, hver
rættað hevur feilin og eis-
ini, hver feilurin var. Seðl-
arnir verða goymdir fyri
at verkið betur kann koma
afturumaftur, um sami
felagi fekk feil aftur, ella
um felagin hevur okkurt
at klaga um. Ti er óg-
vuliga umráðandi, at
felagarnir fråbo8a brek
beinanvegin og beinleiðis
til »feilmelding« 0047.
Fleiri ferðir NEI
frá býráðnum
Í sama Dagblaði er eisini
annað tilfar um Telefon-
verkið. Føroya Ídnaðar-
felag hevur eitt bræv til
landsstýrið. Hesum verð-
ur landsstýrismaðurin í
telefonmálum at svara
aftur. So er tað tann polit-
iska oddagreinin. Til hana
skal eg gera nakrar fáar
viðmerkingar. Har verður
skrivað, at kostnaðurin
verður mettur at vera om-
anfyri 200 mill. kr. Hetta
er skeivt, og tað við lít.
Kostnaðurin er um 120
mill. kr. Tað er ein stór í-
lega; men verður upp-
hæddin roknað í mun til
felagatalið, so er hon ikki
sterri enn hvat tað kostar
at byggja út telefonina í
Danmark, ið verður rokn-
að at vera eitt tað bílig-
asta landið í heiminum,
hvat viðvíkir telefon-
kostnað. Tá ið ein hugsar
um, at Feroyar í suður —
norður og eystur — vestur
er næstan eins stórt og
Sjælland, har teir kunnu
pløga kaðalarnar niður í
sandmold og vit skulu um
firðir og fjøll við grýtutum
lendi, og kunnu arbeiða
næstan eins ódýrt og teir,
tá kann Telefonverkið við
sínum starvs- og arbeiðs-
fólki væl standa til svars
fyri tað, ið gjørt er. Tað
ber væl til at arbeiða við
skili á almennum stovni,
sjálvt um hann hevur
einkarrætt á sínum eki,
sum til demis Telefon-
verkið. Tað er rætt, at vit
á heimabeiti onga kapping
hava; men tað ber til at
sammeta við onnur lond
og seta setningin hareftir.
Frammanfyri meg liggja
tvey Dagblød. Tað eina er
frá 26. apríl 1975 og annað
er frá 16. juni 1978. Frá
26. apr. 1975 til 16. juni
1978 er leysasøluprisurin
hækkaður úr 1 kr. og upp í
3 kr. fyri eintakið — í
sama tíðarbili hava tele-
fontakstirnir = verið ó-
broyttir.
Í oddagreinini stendur,
at øll væntaðu vit, at ein
dagur skuldi koma, tá
eingin tregi stóðst av at
bíða eftir sambandi við
annan felaga. Hetta er eitt
ynski, ið Telefonverkið
kann taka undir við. Vit
eru ikki tiknir á bóli og
hava í samráðingum, í
skrivum og samreðum
ferð eftir ferð gjørt vart
við, hvat er neyðugt. Fyri
teir avvarðandi politisku
myndugleikarnar hava vit
lagt fram tað tekniska,
figgjarliga og juridiska
grundarlagið til stødutak-
an og avgerð, so ein nýggj
stoð kundi setast upp í
Tórshavn og fullgóð nýts-
la kundi fáast av lands-
automatiseringini, ið
skuldi fremjast sambært
løgtingsvidtøku, gjørd i
sekstiårinum. Sum dømi
um, nær vit byrjadu at
arbeiða við Havnini burt-
urav, skal eg taka brot úr
brævi, dagfest 18. febr.
1969, til Tórshavnar Kom-
kunu:
»Sostatt må Telefon-
verkið longu nú útvega
grundøki til eina nýggja
innan bíggjarsteð, um
ikki steðgur skal koma í at
gera telefonir til býarins
borgarar og virkir.«
Tað gingu meira enn
tvey ár, áðrenn vit fingu
eitt nei.
Seinni sekti Telefon-
verkið um byggiloyvi at
broyta (hækka) telefon-
húsið. Eisini tá fingu vit
nei. Tá sektu vit eisini um
eitt grundeki til goymslu
og fyrisiting uttanfyri bý-
in, so telefonhúsið kundi
nýtast til tekniska útgerð
burturav. Enn einaferð
fingu vit nei. Tað er meti-
mikið fyri stovnin og tann
einstaka at arbeiða undir
tilikum viðurskiftum; men
ongantíð eru vit steðgaðir
á, og eg vóni, at vit skjótt
koma á mál.
Óðamannaverk
at broyta
teknikk
Tá ið á stendur tykjast
fleiri at hava hug at leggja
uppi við góðum ráðum.
Eitt tað seinasta, eg havi
hoyrt, er, at eg Telefon-
verksins vegna havi keypt
eina avoldaða steð til
Havnina. Tílíkt kann við
góðari samvitsku verða
víst aftur. Nýggja steðin
til Havnina er ein nym6t-
ans stød, gjørd av somu
eindum, ið vit hesi seinnu
árini hava keypt til lands-
automatiseringina. Til
demis rokna bæði sviar og
danir við, at útgerð av
hesum slag ikki skal út-
skiftast fyrr enn um eini
40 ár. Útgerðin fekk sítt
endaliga snið síðst í
sekstiárunum og verður
nýtt í nógvum londum og
verður roknað at vera
nakað av ti mest ålitandi,
ið finst á heimsmarknad-
inum. Tað er rætt, at so-
nevndar EDV-automat-
steðir eru komnar á
marknaðin. Tær eru væl
dýrari enn tær, ið Telefon-
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
verkið hevur keypt. Tær
fylla nakað minni; men ein
tilik stø skal samvirka
við alla aðra útgerð, ið vit
hava í nýtslu. Til tess
krevst nógv eyka útgerð,
so fyrimunirnir viðvíkj-
andi plássi detta burtur.
Hesar EDV-steðirnar eru
á einum byrjanarstigi, ha-
va byrjanartrupulleikar,
og eru torferar at hava við
at gera í rakstri. Tað
krevjast serfrødingar
burturav at hava hesar
stødirnar um hendi. Enn
finnast teir ikki i Dan-
mark og enn minni hjå
okkum. Tað vildi verið
óðamannaverk og ein van-
lukka fyri telefonfelagar-
nar at broytt teknikk nú.
Tá ið nýggja steðin til
Havnina er keypt áðrenn
nýggj heli eru tek er or-
sekin, at tað ganga 2—3
ár frá ti, útgerðin er sett i
ordra, til ell útgerðin er
komin. Ti er umráðandi at
hava útgerðina teka, tá ið
avgerð er tikin viðv. hel-
inum. Uppsetingin av tól-
unum kann byrja, sjálvt
um helið ikki stendur
liðugt, ti ein partur av tól-
inum skal setast upp inni í
ti gamla telefonhúsinum
— aðrir partar á Tveroyri
og í Klaksvík og Seldar-
firði. At fáa viðurskiftini í
rætta legu vildi tikið enn
longri tíð, um vit ikki
hevdu útgerðina teka.
Í endanum á oddagrein-
ini verður skrivað, at um
ikki skjótt skil kemur á,
so má tað fáa fylgjur fyri
leiðslu stovnsins. Sum
stjóri á Telefonverkinum
eri eg fullgreiður yvir ta
skyldu og ábyrgd, ið eg
arbeiði undir, og eg meti,
at tað er rætt, at 6-
dugnaskapur eigur at fáa
fylgjur — eisini fyri fólk,
ið arbeiða fyri tað al-
menna. Men er nakar í iva
um, hví viðurskiftini eru
sum tey eru, serliga hvat
Havnini viðvíkir, so er ein
og hver — eisini Dagblað-
ið — vælkomið á Telefon-
verkið. Eingin hurð ella
líka skal vera afturlatin
og einki skal vera dult.
Við heilsu
S. Jacobsen
Viðmerking til J. V.
og tann >Umvenda<
Til J. V. og »Umvenda« í
Dimmu skal verða við-
merkt, at tær sokallaðu
porno- og abortlógirnar,
sum borgarliga stjórnin
(Vinstra, Konservativu,
Radikalu) legði fram á
Danatingi, fingu hesa
lagnu við 3. viðgerð:
Lóg um frigeving av
pornografii frá 1969:
112 atkveður fyri, úr
ellum flokkum á tingi
25 atkveður ímóti, úr
flestu flokkum á tingi
4 atkveddu ikki
38 atkveður vóru ikki í
tingsalinum
Lóg um frían abort frá
1973:
95 atkveður fyri, úr ell-
um flokkum á tingi
56 atkveður ímóti, mest
úr Vinstra, annars úr
flestu flokkum á tingi.
17 atkveddu ikki
11 atkveður vóru ikki í
tingsalinum.
Tann feroyska politiska
súpan, sum Jermund Vá-
gadal roynir at kóka av
hesum atkveðum, gevur
tað úrslit, at bert danski
Javnaðarflokkurin, sum
tá var í andsteðu, hevur
viðtikið pornológina og a-
bortlógina. MEN TAÐ
ER IKKI VERULEIKIN!
Er ein imóti hesum lóg-
um, so er úrslitið at harm-
ast. Men meira harmiligt
man tað vera, at teir, sum
segdu seg vera ímóti, ikki
fingu hesar lógir til av-
greiðslu hjá fólkinum, ið
er hægsti demokratiski
lóggevari. Um 60 ting-
limir vildu tað, so komu
lógirnar til viðgerðar eina-
ferð enn. Feroyski javnað-
artinglimurin, Jóhan Niel-
sen, royndi at fáa 60 ting-
limir at taka undir við sær
at fáa abortlógina til fól-
kaatkveðu, men tiltakið
miseydnaðist, og tað er
besta prógvið fyri, at mót-
steðan var ikki markant
frá nakrari síðu.
Tað er harmuligt, at so
varð, ikki minst, tá ein
sum sambandsmaður hev-
ur bygt sina politisku
tilveru út frá hesum.
»Men historiske kends-
gerninger kan man ikke
komme udenom.« Spyr
bara Hartling!
Viðvend
AK
OG SO KOM
SKATTURIN
Herfyri kom so skatturin
ut, og fólk flest hava bíðað
í spenningi eftir at fáa at
vita, hvussu nógv gjald-
ast skuldi í skatti — ser-
liga, tá ið ein hugsar um
tey gyltu lyftini frá polit-
ikkarunum um skatta-
lætta. Men eins og undan-
farnu ár er skattarokn-
ingin í ár ein beinleiðis
húðfletting av tí arbeið-
andi fólkinum. Skatta-
lappariið hjá politikkaru-
num tykist altið at venda
hin tyngra endan niður á
arbeiðaran. Besta demið
um hetta er avtøkan av
dupultskattingini av
partafeløgunum. Blaðið
hjá OFML, Arbeiðið, kom
herfyri út í eykaútgávu.
Her var í reinum telum
víst á, hvussu ávísir per-
sónar og åvis virki sleppa
frá at gjalda skatt. ella
sleppa at sníkja seg undan
eini rættvisari skattgjald-
an. Hesir legalu skatta-
svikararnir kunnu loyva
sær at hava eitt ovur-
honds stórt privatforbrúk
- skattafritt. Bilar verða
keyptir av virkinum — so
eigarin sleppur biligari í
tolli. Uttanlandsferðirnar
hoyra jú til virkisútreiðs!-
urnar o.s.fr., o.s.fr. Men
alt hetta er sjálvandi lóg-
ligt í einum so góðum
landi sum Feroyar, har ar-
beiðandi fólki skal sveitta
seg í hel, fyri at gullash-
barónarnir skulu liva og
láta sum teimum lystir.
Men tá ið tað kemur til at
gjalda skatt, so eru gull-
ashbarónarnir fátækir
sum kirkjutottur. Tá er
arbeiðarin ríkur, hóast
hann við eini so lágari
tímalen sum í dag neyvan
fær endarnar at rekka
saman. Hvussu man gull-
ashbarónurin kenna seg,
tá ið hann gongur oman-
eftir Aarvegnum og metir
einum hundi? Man hann
ikki kenna seg eitt sindur
illa við? Sambært skatta-
listanum gjalda summir
av gullashbarónunum ikki
eingang tann skatt, sum
latið verður fyri ein hund
Í tinginum verður ófert
tosað um at spara. Serliga
Óli Breckmann tykist at
vera ein fyrisprákari fyri
Fr