mikudagur 21. juni 1978síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bygdarhúsið í Miðvági:
Bjartskygni og sjálvboðin hjálp
Byggingin gingið væl í summar — niðara hæddin klár til Vestanstevnuna
Arbeiðið við at byggja
bygdahús í Miðvági gong-
ur væl, frættist vestan-
eftir. Seinasta stoypingin
av dekkinum omaná nið- fyri uml. 4 mánaðum síð-
aru hæddini var friggja- ani. Einir tríggir, fýra
kveldið. mans hava arbeitt fast við
Farið varð undir dekkið at stilla upp og so hevur
Fríggjakveldið fingu teir dekkið liðugt
bygdarfólkið stríðst við at
fylla í. Øll stoypingin er
gjøgnumførd við sjålv-
bodneri arbeidskraft,
einamest leygardagar.
Bygdarhúsið verður 30X
30 metrar til staddar. Ein
partur verður í tveimum
hæddum, uml. 20X30
metrar. Húsið er stoypt
upp soleiðis, at eisini
verður pláss fyri svimji-
hyli. Tað er tó ikki avgjørt
enn. um hylurin verður
gjørdur liðugur, ella um
gólv verður lagt á, so
rúmið kann nýtast til okk-
urt annað.
Opið á
Vestanstevnu
Nú verður dentur lagdur á
at fáa niðaru hæddina so
frægt klára, at hon kann
nýtast á Vestanstevnuni,
sum í ár verður í Miðvági.
Eftir stevnuna verður so
Nú havnarfólk fara at
fáa læknar av bæði
kall- og kvennkyni, fari
eg at krevja av ríkis-
umboðsmanninum, at
hann setur nakrar
sjúkrahjálparar, sum
eru hverkikyn.
*
Tórshavnar Skipa-
smiðja hevur sett sær
sum mál at fáa allar
teir vekru reyðu bygn-
ingarnar, teir eiga, nið-
urrivnar innan døg-
tingsvalið.
*
Jógvan Sundstein
Arge.
*
Hevdi Dagblaðið nú
bara hildið áfram og
fingið allar, sum stóðu
á >Top 17<-listanum
hjá >Arbeiðinum< at
upplýst, hvussu nógv,
teir gjalda í skatti.
farið undir at stoypa ov-
aru hæddina. Hetta er
eisini eitt stórarbeiði, siga
miðvingar, og kemur at
krevja bæði pening og tíð.
Figgingin er ikki rættiliga
í lagi enn, men roknað
verður við, at hon verður
klár um stutta tíð. Lands-
stýrið hevur játtað
600.000 kr. í studningi, tá
húsið er liðugt. Nógvur
peningur er eisini inn-
savnaður við ymiskum til-
tøkum, so sum eydnu-
hjóli, loppumarknað o.ø.
Bygdarhúsið í Miðvági
kemur at kosta uml. 2
mill. kr. og hetta kann
ikki vera annað enn eitt
tungt tak fyri eina bygd
við góðum 900 íbúgvum.
Men miðvingar eru
bjartskygdir og teir ivast
ikki í, at tað kemur at
eydnast at fáa húsið lið-
ugt, um arbeiðsmegin
verður eins góð og hon
Í ávísum handli á
Tveroyri heilsa við-
skiftafólkini stjóranum
við orðunum >Godmor-
gen skat« og um
kveldið >Farvel skat>.
*
Eftir at lastbilurin hjá
Strandferðsluni fór út-
av á Lorvíksvegnum
brúka 9 av 10 lorvik-
ingum LUX.
*
Eg haldi, at tað er
skeivt av hasum fram-
haldsseguskrivaranum
í Dimmalætting at
skriva seg Adolf V.
Mær kunnugt er tað
bara ein kendur polit-
ikari, sum hevur itið
Adolf, og um vit nú
kalla hann Adolf I.
Hitler, so kunnu vit
kalla henda Adolf II
Hansen
hevur verið higartil. Teir
vænta, at bygdarhúsið
kemur at gerast ein fyri-
mynd fyri bygging av ti-
líkum húsum, vellum o.0.,
sum bygdarfólkið sjálvt
eigur.
3 milliónir
sovjetisk
ferðafólk
Talið á sovjetborgar-
um, sum fara á uttan-
landsferð, er i stødug-
um vøkstri — u.l. 10%
um árið. Talið væntast
í ár at koma upp um 3
milliónir. Í fjør ferðað-
ust sovjetisk ferðafólk
til 135 lond, og fyri
fyrstu ferð gingu leiðir-
nar til Írlands, Íslands,
Kreta og Madeira.
Óli í Áarstovu
Niðri í Vágsbotni stríð-
ast menn við sveitta-
brot at mála bygning-
in, har 14. September
heldur til, myrkareyð-
an. — Um hetta er or-
sakað av drotningar-
vitjanini ella valinum í
heyst, havi eg ikki
fingið uppspurt.