leygardagur 24. juni 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48
Leygardagin
24. juni 1978
51. árgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
Pauli Ellefsen og Georg L. Samuelsen:
Vit hava ikki skuldsett
Absalon Absalonsen
fyri at hava gjørt
nakað ólógligt
Ínjuriusakarmálið endaði við semju í rættinum
Hósdagin varð semja
gjørd í Føroya Rætti mill-
um Paula Ellefsen, løg-
tingsmann, G. L. Samu-
elsen, blaðstjóra á Dim-
malætting og Absalon
Absalonsen, skipara i
Vågi, i injuriusakarmåli-
num, sum Absalon Absa-
lonsen hevði lagt móti
teimum báðum.
Í semjuni siga Pauli
Ellefsen og G. L. Samuel-
sen, at skriving teirra í
Dimmalætting um at ong-
kl. 15 hósdagin
Bergen
Scrabster
Seydisfjørdur
Esbjerg
Stavanger
Oslo
Kristiansand
Lervik
Kirkwall
Aberdeen
Edinburgh
London
Reykjavik
Akureyri
Ålborg
Århus
Odense
Keypmannahavn
in reellur eginpeningur var
til stedar í samband við
keypið av skrokki, ikki
skal skiljast sum skuld-
setingar móti Absalon
Absalonsen fyri at hava
gjørt nakað ólógligt ella
æruniðursetandi, men at
skrivingin bert skal skilj-
ast sum ein atfinning at
viðgerðini hjá landsstýri-
num og figgjarnevndini av
málinum.
Stevndir fyri
ærumeiðandi
skriving
Absalon Absalonsen hevði
stevnt Paula Ellefsen og
G. L. Samuelsen fyri æru-
meiðandi skriving í sam-
band við figgjarnevndar-
viðgerðina av umsóknini
frá partsreiðarinum Ráv-
uni, um studning til um-
byggjan og liðugtgerðan
av svenska skrokkinum.
Pauli Ellefsen varð
stevndur fyri ærumeið-
andi skriving í nekrum
greinum í Dimmalætting,
Absalon Absalonsen reinsaður fyri skuldsetingarnar i
Dimmalætting
sum saksekjarin kravdi
nekur úttalilsir í demd
deyð at vera.
G. L. Samuelsen varð
stevndur fyri ærumeið-
andi skriving í oddagrein-
um og lesarabrevum í
Dimmalætting, sum Ab-
salon Absalonsen kravdi
deyða at vera.
Rætturin fór undir en-
daligu viðgerðina av má!
inum mikudagin, og málið
endaði við at semja varð
gjerd í rættinum seinna-
partin hósdagin
Evensen
til Foroya
— skal undirskriva rammu-
avtaluna millum Noreg og
Feroyar
Mánadagin kemur norski
havrættarráðharrin Jens
Evensen til Feroya at
vitja. Hevuðsendamálið
við vitjanini hjá Evensen í
Feroyum er at undirskriva
ta rammuavtalu, sum før-
oyingar og norðmenn
gjørdu i fjør. Hendan av-
tala er ongantið endaliga
undirskrivað.
Saman við Evensen
koma eisini umboð frá
norska fiski- og uttanrík-
ismálaráðnum.
Seinnapartin mánadag-
in verða samráðingar í
Tinganesi millum lands-
stýrið og norsku sendi-
nevndina. Í hesum sam-
reðum fara partarnir at
tosa um fiskivinnuspurn-
ingar millum londini sum
heild. Rammusåttmålin
verður undirskrivaður mi-
kukveldið.
Norska sendinevndin
verður í Feroyum til hós-
dagin. Týsdagin skulu
norsku gestirnir vitja í
Eysturoy og Norður-
oyggjum, og mikudagin
verður farið til Suduroyar.
Á hesum ferðum, skulu
norðmenninir hyggja at
virkjum o.g.
Essalág aftur
gøtunavn
Tórshavnar Byråd hev-
ur samtykt, at vegurin
inn frå Hoyviksveg-
num, sum fyrr kallad-
ist Essalåg, men sum
seinastu try årini hevur
havt navnið »å Gålga«,
nu aftur skal hava
navnid Essalåg.
Tað var i mai mån-
aða i 1975, at Tórs-
havnar Býráð samtykti
at broyta navnið til »å
Gálga<, eftir at hava
fingið bræv frá ibugv-
um við vegin, sum
ynsktu, at hetta skuldi
gerast getunavnið.
Nú hevur býráðið
aftur fingið bræv frá
eðrum ibugvum við
getuna, sum vilja hava
navnið broytt aftur til
tað gamla, og í hesum
hevur býráðið gingið
teimum á meti. So
kommunumenninir
mugu aftur finna fram
navnaskeltið »Essa-
låg«.
Vesturleiki
fingið serloyvi
frá Realinum
Vesturleiki, VA 221, hjá
P/f N. Niclasen i Servági
skal nú aftur í Norð-
sjógvin sum hjálparskip
hjá ensku oljuboripallu-
num har. Vesturleiki varð
annars leigaður til sama
endamál um ársskiftið
seinasta, men tá hann
hevði verið har niðri í ein
mánað, kom Realkreditt-
stovnurin upp í leikin og
gjørdi vart við, at sam-
bært lógum hansara kann
hann einans veita lán til
fiskiskip. Realurin kundi
tí ikki góðtaka, at Vestur-
leiki varð brúktur sum
hjálpar- og farmaskip í
Norðsjónum.
Tvingsilsuppboð
og serloyvi
Vesturleiki hevur ligið,
síðani hann kom aftur úr
Norðsjónum. Tíðliga í vár
kravdi Realurin, at skipið
skuldi seljast á tvingsils-
uppboði. Hetta skuldi
vera 15. juni, men 12. juni
varð uppboðið avlýst.
Reiðarin, Niclas Niclasen,
sigur, at Realurin hevur
samtykt at geva P/f N.
Niclasen serloyvi til at
leiga Vesturleika til olju-
boringina í Norðsjónum.
Tað er Skipafelagið
Feroyar, sum skal leiga
Vesturleika, og í fyrsta
umfari verður hann triggj-
ar vikur í Norðsjónum,
har hann skal liggja
„stand by« hjá boripallu-
num.
Niclas Niclasen sigur,
at ætlanin er, at Vestur-
leiki skal leigast í eitt ár.
Manningin verður fer-
oysk, 6 mans.
Vesturleiki, sum er ein
av teimum 9 »polakku-
num«, hevur ikki verið til
fiskiskap síðani í novem-
ber í fjer.