leygardagur 24. juni 1978síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— tær eru tó ósekar. Eingin stuðlar teim-
um, men henda kappsvinjingin á joansøku
er eitt gott fyridømi, ið eigur at verða
fylgt hereftirdags, skrivar »Ferdamadur« í
Tingakrossi um fyrstu jéansøkuna, sum
var á Tveroyri í 1925
>Men den skenneste krans
er dog din sankte Hans,
den er bunden af
sommerens
hjerter saa varme, saa
glade«.
Tað var eitt tiltak, sum
tveroyrafólk eiga tøkk fyri
og æru av: at fáa ílag eina
føroyska miðsummarfest,
eina Jóansekustevnu. Og
tíbetur eydnaðist hetta
tiltak av tí besta; veðrið
var frålikt, og tað er tað,
ið umræður.
Sum vera man var nógv
fólk komið til stevnuna:
Havnarfólk við >Tjaldri-
num«, fólk úr Vági og
sunnan av oynni við
»Royndini« og norðan av
oynni við motorbáti — íalt
eini 300—400 Jóanseku-
gestir.
Leikirnir byrjaðu við
kappsvimjing, ein hin
vakrasti fimleiki av ellum
og her serliga vakur og
áhugaverdur, tí kvinnur
luttóku eins væl og mann-
fólkini. Alla aðra staðni í
løndunum er sjóbað og
svimjing ein hin besti
summarleikur fyri kvinn-
ur, og meira kveikjandi
heilsubót er ikki til, men
her á landi er tað mest
sum tær ræðast vatn. Tó
tær eru ósekar; eingin
stuðlar teimum til, heldur
tvørtimoti; skúlarnir, ið
her skuldu gingið á odda,
og teir ið har skipa fyri,
látast ikki um vón — eini
tvey stød í Føroyum und-
antikin. Henda kapp-
svimjingin var eitt gott
fyridømi ið eigur at vera
fylgt hereftirdags.
Áhugavert var eisini at
síggja kappróðurin. Fyrst
róðu seksmannafer, síðani
áttamannafer inn eftir
fjørsinum — ein føgur
sjón! Av åttamannaføru-
num vóru Hvalbingar
skjótastir, av seksmanna-
førunum Froðbingar.
Úr Havn vóru komnir
nakrir ungir fótbóltsspæl-
arar og millum teir og
>Tveroyra bóltklub< var
leikaður dystur, ófera lív-
ligur frá báðum pertum,
har úrslitið var at TB fekk
4 mál og hinir 1.
So varð guðstænasta
hildin í Tveroyra kirkju á
føroyskum máli; presturin
Emil Joensen prædikaði.
Kirkjan var stúgvandi full
av fólki og er tað sjáldan
hildin ein meira hugnalig
guðstænasta í Tveroyra
kirkju. Tað kendist at tað
var hjartamálið, ið her
virkaði
Síðani var stevnt til
fólkafund í haganum om-
anfyri Tveroyri. R. Ras-
mussen háskúlastjóri helt
rødu um móðurmálið.
Edw. Mitens um meira
samarbeiði millum tær
ymsu virkisgreinir í Fer-
oyum, og P. M. Dam lær-
ari um kenslumálið og hitt
nátúrliga fólkalyndi.
Um kveldið var dansað
við lív og lyst og ferða-
fólkið tyktist alt vera væl
hýrt. Okkurt um 1 1/2 um
náttina sigldi »Tjaldur«
og »Royndin« avstað aft-
ur við Jóansekugestu-
num, ið fylgdir vóru oman
til skipini av tvørafélki.
Øll vóru á einum máli
Kvinnurnar ræðast vatn
um, at henda fyrsta Jó-
ansekustevnan var væl-
lukkað, og má tað vónast
at tað verður hildið fram á
hverjum ári við hesari
miðsummar fólkafest —
næsta ár suðuri í Vági.
Ferðamaður
Storsta
úrval
,
i
træverjum
Sadolins vatnavvisandi
træverja,
Prego,
B3
Sadovac
og mong onnur
POOL/ARNI
í Ovlsen
Tvøroyri
tif. 71081
Alt er klårt, i dag kl. 10.00 kemur Dannebrog
LOPENMAGIM
Nógv fyri, at eg skal
vera tann fyrsti at
mótmæla, at Komm-
unuskúlin í Havn verð-
ur partvíst málaður
reyður.
*
Spennandi verður at
vita, um hasin tjóð-
veldismaðurin í Klaks-
vík fer at duga sær at
halda uppat at rópa
hurrá fyri monarki-
num.
*
Drotningin biður meg
avsanna, at Pauli Ell-
efsen fær riddarakross-
in fyri skriving sína í
skrokkamálinum.
*
Joakim kemur í dag. —
Blaðselurnar upplýsa,
at Anders And kemur
ikki fyrrenn mánadag-
1n.
Vegna drottningarvitj-
anina verður eingin re-
novatiónskoyring í
Klaksvík sunnudagin
25. juni.
Renovatiónsnevndin
Hr
Bygdamenningarpoli-
tikkur hjå Finnboga:
Telefonin i Havn må
ikki fungera.
+
Mansfylkingin hevur
mótmælt, at tað bert
verður asfalterað fyri
drottningini. Teir
krevja, at tað eisini
verður asfalterað fyri
prinsinum.
*
Nú slapp Pauli undan
at fara í spjellið. Tað
hevði verið eitt sindur
óheppið, um drottning-
in skuldi verið noydd
at fari inn har at av-
henda riddarakrossin.
Nú vóni eg, at fólk ha-
va skilt, at tað eitur
ikki >at verða tikin av
politinum<. Men tað er
framvegis stórur vandi
hjá politistum at blíva
avtiknir, so leingi teir
sita á reyvini í hasum
blikkdósunum allan
dagin.