Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-06-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Landskappingin í dreingjadeildini: NSÍ vann stórsigur Dreingjaliðið hjá NSI vann sunnudagin stórsigur á dreingjaliðnum hjá Fram. NSI vann við fjúrtan málum móti ongum og sjáldan er at ein sær dreingjalið vinna við so stórum målmuni. Leygardagin hittust dreingjaliðini hjá B68 og KÍ til ein landskappingardyst inni í Runavík Sunnudagin hittust dreingjaliðini hjá Fram og NSÍ á ovara velli í Gunda- dali. Nógvur vindur var henda dagin, longs eftir vellinum, og kom hetta eisini at seta sín dám á spælið. Undan vindinum Í fyrra hálvleiki var tað NSI dreingirnir, ið leiktu undan vindinum, og hev- du teir nærsagt alt spælið hendan hálvleikin; tað var nærum spæl til eitt mál. Ikki vardi long tíð, áðrenn NSÍ fekk fyrsta mál sítt og soleiðis helt á allan hálvleikin. Álopini skol- aðu fram móti Fram-máli- num og vóru NSÍ dreing- irnir á odda við sjey mál- um móti ongum, tá fyrri hálvleikur endaði. Einki álop Orsakað av ti nógva vind- inum megnaðu Fram dreingirnir ikki at skapa eitt veruligt álop í fyrra hálvleiki, snegt sagt vóru teir bert framman fyri miðjuna beint eftir at teir hevdu givið bóltin upp til leik aftaná at NSÍ hevði skorað. Roknaði við vend, men... Tá byrjað varð uppá sein- na hálvleik, við, at vend fór at koma í spælið, ti nú høvdu Fram- arnir jå vindin i ryggin, men ikki varð so. Fram dreingirnir fingu størri lut i spælinum, men megnaðu tó ikki at skapa nakað ve- ruligt álopsspæl og var hetta fyri stóran part or- sakað av vælleikandi NSÍ verjuni. Sum dysturin leið, visti roknaði ein. sosialurin tað seg, at NSÍ dreingirnir leiktu eins væl ímóti vind- inum og undan og skoraðu teir eisini hendan hálv- leikin sjey mál so endaliga úrslitið gjørdist 14—0 til NSÍ. Kundu vunnið meir NSÍ dreingirnir kundu, um teir hevdu verið meira hepnir við skotroyndum teirra, vunnið enn meir. Oftani endaðu skot teirra við síðuna av málinum ella á einum Fram-beini og oftani var tað eins og vistu teir ikki, hver av teimum skuldi skjóta av- gerðandi skotið. Vunnu við fýra málum Leygardagin var ein landskappingardystur í dreingjadeildini = leiktur millum B68 og KÍ inni í Runavík. Veðrið til at spæla fótbólt var henda dagin út av lagið vánaligt. Kalt, regn og nógvur vindur longs eftir velli- num og var tað mest hetta, ið merkti dystin. Orsakað av vánaliga veðrinum varð spælið ongantíð av ti besta, men vistu klaksviksdreingirnir seg sum teir stinnaru, ser- liga í fyrra hálvleiki, og vunnu teir eisini dystin við fýra málum móti ong- um. Hetta dreingjaliðið hjá KÍ hevur víst seg at veras rættuliga sterkt, teir eru komnir í finaluna um Dómsnevndarsteypið móti HB, og liggja væl fyri at vinna bólk teirra í landskappingini. Um hesir halda fram nekur ár enn, er ikki long tíð áðrenn Klaksvíkin aft- ur hevur eitt stórlið. Nr. 49 — 28. juni 1978 Einsamallur heim Longu tvær vikur áðr- enn HM endaði, endaði HM fyri vesturtýska landsliðsleikaran Heinz Flohe. Tann skaðin, ið hann fekk í dystinum móti Italia, varð so álvarsligur at Heinz valdi at fara heim bein- anvegin. Hálendski leikarin Wim Rijsbergen, ið varð skaddur í dysti- num móti Eysturriki, fekk boðið pláss í sama flogfari sum Flohe, men valdi Rijsbergen at verða verandi í Ar- gentina til HM var endað. Vælumtóktur Quiroga — málmaður hjá Peru var sera væl- umtóktur millum á- skoðarnar til HM. Øll hava verið sera glað fyri at sæð »fantasi- bjargingar< hansara, og er bólteyga hansara tiltikið. Quiroga er eisini ein- asti HM-málmaður, ið hevur gjørt frispark á — á helvtuni hjá mót- liðnum. Hetta hendi í dystinum móti Pó- landi, har hann eins og veruligur íshockeymál- verji, fór við fram á vellin fyri at pressa pó- lendingar heilt í botn. Hetta press skaffaði ikki Peru javnleik, men Quiroga fekk ístaðin gula kortið fyri at takla Szarmach óregluliga — framman fyri miðjuna. itrottur Mål nr. 1000 hátíðarhildið av postverkinum Argentinska postverk- ið hátíðarhelt HM-mál nr. 1000, ið Rob Ren- senbrink skoraði, við at gera eitt serstempul, har á stóð: Mál 1000, Rensen- brink (Holland), Men- doza, 11. juni 1978. Longdist heim Yngsti leikarin við HM longdist heim. Tann 18 ára gamli pólski álops- leikarin Andrej Iwan longdist ikki heim eftir foreldrum sinum, men harafturimoti til konu sina, ið skal føda ein av nærmastu døgunum. Iwan varð giftur 14. januar — sama dag sum lutakastið til HM fór fram í Buenos Ai- res. Andrzej leikti tveir dystir fyri Póland til HM, nevniliga móti Tunesia og Mexico. »Feiradu« sigurin Fleiri av leikarum P6- lands — harimillum liðleiðarin Deyna — fóru aftaná sigurin á Mexico í byin at »feira« fyrstapláss tirra í bólk- inum, og komu fleiri av teimum ov seint til hús aftur, men teir blivu bert skeldaðir út ot fingu ikki leikbann, sum annars er vanligt. Einahelst er hetta orsakað av, at um so var, kundi Póland ikki stilla við fullum liði til næsta dystin, skriva Argentinsku bleðini.