mikudagur 28. juni 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Ikki-roykjari
vann sakarmål
Tann best kendi ikki-
roykjarin i Fraklandi,
Denis Valet, hevur
vunnið eitt sakarmál
móti einum fronskum
jarnbreytafelagi. Hann
hevði sett tað til svars
fyri, at tað ikki hevði
vart hann móti sigar-
roykjandi ferðafólki.
Ein dómstólur í Ly-
on gav Denis viðhald í,
at jarnbreytafelagið
ikki hevði gjert nakað
fyri at verja hann við
einari sunnari tokferð
móti einum sigarroykj-
ara í einum ikki-roykj-
aravogni Rætturin
demdi jarnbreytafelag-
ið at gjalda endurgjald
til Denis uppá góðar
1400 kr. og tað sama til
eitt ikki-roykjarafelag,
sum Denis er formaður
Tá tann sigarroykj-
andi maðurin festi sær
tók Denis í
neyðbremsuna, og
hetta fekk hann góðar
560 kr. í bót fyri.
i sigarina
Tad var ikki
jólamaðurin
Frú Dean-Moordignian
í Los Angeles varð eina
náttina vakt av rópum,
sum tóktust at koma
frá skorsteini hennara.
Hon boðsendi politi og
sløkkilid, sum
stutt eftir funnu hin 20
åra gamla Guillermo
Lopez, sum sat fastur i
skorsteininum.
Roynt varð at smyr-
ja olju í skorsteinin,
men tað eydnaðist ikki
sløkkiliånum at fáa Lo-
pez leysan. Tískil mátti
skorsteinurin rivast
niður. og hetta tók
tveir tímar. Lopez varð
síðani handtikin fyri
innbrotsroynd
Porno til børn
Tað eru mong foreldur i
Spaniu, sum eru blivin
erg av. at sonevndir
lukkuposar ikki hava
havt Disney-tekniseri-
ur í sær, men porno-
grafiskar tekniseriur.
Mong av foreldrunum
hava meldað framleið-
aran til politiið. Fram-
leiðarin verjir seg við.
at tað eisini eru vaksin,
sum keypa lukkupos-
ar. Hann má nú undir
at savna allar teir út-
sendu posarnar og
senda teir til politiið,
so hesir kunna kanna
innihaldið
65 ár og
livlangt fongsul
Ein korsikanskur dóm-
stólur hevur dømt eina
65 ára gamla kvinnu og
tveir synir hennara í
lívlangt fongsul fyri at
hava myrt eina eldri
kvinnu og stolið upp-
spardu pengar henn-
ara. Rætturin helt, at
sjálvt um tey trý eru
sálarliga brekað, so
máttu tey kortini stan-
da til svars fyri gerðir
sínar.
Polititjóvar
Allir sjey limirnir í eini
belgiskari náttarpoliti-
patrulju hava trý tey
seinastu árini knúst
rútar í gimsteinahandl-
um og stolið fyri fleiri
miljónir av gimstein-
um. Patruljan, har ein
kvinna var limur, varð
avdúkað av konuni hjá
einum politisti, sum
eisini var limur í pa-
truljuni. Øll sjey eru
fongslaði.
Hestar í buksum
Leiguvognahestar i
belgiska bynum Brug-
es skula helst ganga i
buksum, so at login um
vegdálking kann verða
fylgd. Lógin, sum
kemur í gildi 1. juli,
hevur til endamáls at
halda geturnar reinar
og fótgangaraumráði,
har leiguvognarnir
hava loyvi til at
steðga. Leiguvogna-
eigarnir hava enn ikki
sagt nakað til hesa ætl-
andi lóg.
Nei til líkarætt
Staturin Illinois í USA
hevur mótatkvett eitt
uppskot um at líka-
rættur skal vera mill-
um menn og kvinnur.
Lógin skal samtykkj-
ast í minst 38 statum,
fyri at hon skal verða
galdandi. Hon skal
vera samtykt seinast í
mars næsta ar, og enn
mangla 3 statir at sam-
tykkja. Illinois er tann
fyrsti idnadarstaturin,
sum ikki atkveður fyri.
Gómaprent
Seyðahaldarar. ið hava
persianara-aling sum
høvudsvinnuveg,
brúka at taka góma-
prent av seyðinum fyri
at kunna halda skil á
ættartalvunum hjá
hesum virðismiklu dýr-
um. Gómaprentini sig-
ast at vera líka so góð
serkenni sum fingra-
prentini hjá logregluni
sosialurin
lesarabrøv
Dumpingprisir
Tad tykist sum orrusta
longu hevur tikið seg upp
millum .Keypssamtøkuna
og SMS, og kann eg ikki
siga, at eg eri harmur um
tað, sjálvt um eg eri frið-
armaður.
Orsekin til, at eg skrivi
hesar reglur, er, at tá ið
SMS seldi Vitamargarin
1,05 kr. bíligari enn inn-
Frá 2 til 115 hk.
Á goymslu 5—, 8— 15-
og 28 hk.
Lagaligar gjaldstreytir.
Sela og service
Sjúrður Strøm
Vági, tlf. 73498
Brochurur verða sendar.
#/ KJARTAN VV
få DALSGAARD
(BR N)
-n UMBODS /:
MOYDALSVEGUR 8
TLF 15222
keypsprisin, ringdi eg til
margarinstjóran og segði
hann, at SMS fekk pakk-
an fyri sama prís sum eg,
og tað mátti SMS sjálvir
um, um teir seldu pakkan
við undirskoti ella til
dumpingpris…
Tá ið eg nú siggi i SMS
blaðnum, at teir vísa aftur
skuldsetingum móti teim-
um viðvíkjandi dumping-
Í HOYVÍK
Kafeteria
uml. 25/8
Nr. 49 — 28. juni 1978
Vit gera lesarar okkara varugar við,
at treytin fyri at fáa lesarabrøv upp-
tikin undir hesum teiginum er, at
blaðstjórnin veit, hvør hevur skrivað
brøvini.
prisum við at påstanda, at
allir prisfyrimunir hava
teir fingið við samråding-
um, kundi eg hugsa mær
at fingið at vita alment,
hver sigur ósatt, marga-
rinstjórin ella SMS.
Handilsmaður
úti á bygd
Vegna summarfri
verður verkstaðið stongt frá 3. juli til
31. juli.
Fa. Snikkaraverkstaðið
í Stoffalág
Hesi størv
skulu setast
í august 1978
1 fólk, fullan dag, til ymiskt fyrifallandi arbeiði.
1 fólk, hálvan dag, til ymiskt fyrifallandi arbeiði, (tímatalið verður
nærri avtala gjørd um).
Slaktaradeildin
N
en
Ææ
uml. í
I fólk, fullan dag, hjálparfólk hjá slaktaranum, fólk við kunnleika
til og áhuga fyri at arbeiða við selu av fiski, hevur fyrimun.
1 fólk, hálvan dag, til at pakka og leggja kjøt fram, (tímatalið
verður nærri avtala gjørd um).
Kassar og kiosk
uml. 20/8
uml. 25/8
(nærri avtala um tímatalið).
Vask og reingerð
uml. 10/8
1 fólk, fullan dag, til skiftandi arbeiði við kassarnar og í kioskini.
2 fólk, hålvan dag, til skiftandi arbeiði við kassarnar og í kioskini,
Til at halda handilin reinan sekjast 2 ella 3 fólk. Nærri avtala verð-
ur gjørd um nær reingerðin fer fram, (morgun ella kveld). Eftir åt
avtala um tímatalið er gjørd, verður løn avtalað, sum er góð. Lagt
eigur at vera til merkis, at maskina til reingerð verður nýtt.
uml. 10/8
1 fólk, hálvan dag, til at taka sær av fleiri ymiskum uppgávum,
(halda starvsfólkarúm og skrivstovur í penum standi, gera kaffi,
hjálpa í slaktaradeildini og kafeteria við reingerð). (Tímatal eftir
nærri avtalu).
I DR. JAKOBSENSGØTU
uml. 1/8
1 fólk, hålvan dag, sum hjálparfólk á skrivstovuni (uml. 30 tímar)
Útbúgving innan skrivstovuhald ein fyrimunur, men eingin treyt,
ti starvið ber í sær møguleika fyri upplæring.
Fyri oll storv eru løn og arbeiðstíðir eftir S&K sáttmálanum ella
nærri avtalu.
Nærri upplýsingar um stervini fáast við at venda sær til FK, Dr.
Jakobsensgøtu, tlf. 11320, fyristaðumannin John Eshøj.
Umsóknir skulu vera FK í hendi í seinasta lagi 8. juli 1978.
Føroya Keypssamtøka
nm Tórshavn