Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juli 1978síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Nr. 51 — 8. juli 1978 Fram — B 68 0—0 (0—0): Var tað straffi, ella .../ itrottur Ein spennandi dystur i landskappingini i 2. deild var seinasta leygardag leiktur å ovara velli i Gundadali millum Fram og B 68 Væl av áskoðarum bæði av Toftum og úr Havnini hevði í góða veðrinum seinasta leygardag leitað sær niðan í Gundadal til dystin millum Fram og B68. Seinkadur Men hesir áskoðarar komu saman við leikarunum at biða i 17 min. áðrenn dysturin byrjaði, orsakað av at dómarin ongar linju- verjar hevði við sær, og strilti gekst at fáa fatur á nekrum, ið vildu átaka sær hesi týdningarmiklu sterv, men sum sagt eydn- aðist hetta tá tað vóru gingnir 17 min. útyvir á- settu byrjunartiðina. Javnt Fyrri hålvleikur av hesum dysti gjørdist sera javnur vid ålopum til bådar part- ar, men var tað B68, ið hevði tey vandamiklastu . Sjálvt um álopini vóru mong, eydnaðist tað hver- gum parti at fáa mál og gjerdist hålvleiksstødan sostatt javnleikur 0—0. Seinni hålvleikur Eisini fyrra partin av seinna hálvleiki gekk spælið javnt millum bæði liðini, men tá hálvur tími var gingin var tað eins og B68'arnir tóku sær um reiggj og vildu vinna dyst- in. Alop eftir álop skolaðu fram máti Fram-målinum, men stóð Fram-verjan sína roynd, og tað ið verj- an ikki kláraði, bjargaði Høgni. Var tað straffi, ella ...? Tá 8 min. vóru eftir av dystinum fór ein B68 framherji einsamallur gjøgnum verjuna, men var hann inni í brotsteigi- num skumpaður í ryggin, so at hann datt, og ivadist dómarin Hákun Egholm ikki, men briksladi fyri brotssparki, og varð bólt- urin lagdur á brotsspark- blettin, men so hendi tað undarliga. Eftir at hava tosað við tann eina linju- verjan, tók Hákun bóltin og legði hann aftur til mál- spark til Fram, til stóra undran bæði fyri allar leikararnar og áskoðarar- nar. Hví dómurin varð broyttur skilji eg ikki, men sigast skal at eg var eisini staddur á miðjuni og sá tí ikki hesa hending eins væl og linjuverjin, men tað líktist mest av øllum einum upplagdum brotssparki. Oført press Henda hending skelkaði ikki B68 meira enn at teir hildu á við mikla pressi- num á Fram-máli og mangan var tað at Fram'- ari bjargaði á sjálvari mál- strikuni. Eisini visti Høgni hesar min. stóra málmanskynst- þá: TOP: HÞ sl siss ur sítt og bjargaði mang- an meistarliga. Nidurstødan Um nakar vinnari skuldi verið av hesum dysti, skuldi tað avgjørt verið B68. Teir-pressaðu nógv meira og leiktu nærum alla tíðina betur enn Fram, men tað er nú einaferð so at tað lið, ið megnar at gera mál tá meguleiki býðst vinnur, men so var ikki hendan dagin og gjørdist úrslitið sostatt javnleikur 0—0 Kvinnulandslið Æ | Rannvá setir í bløðunum hesar spurningar til ÍSF: Hava tit nakrar ætlanir við kvinnulandsliði, tað veri seg eldri ella yngri — ella er tað bara manslið, tit hava nakran áhuga fyri og ætlanir við? Hertil er at svara: Ja, vit hava ætlanir við kvinnulandsliði. Tað vil tó taka alt ov nógv pláss at greiða frá hesum út í æsir, men eg kann siga, at vit, eins væl og fyri mannfólk- ini, hava roynt at fingið landsdystir í lag fyri kvinnurnar, men higartil hava vit einki positivt svar fingið frá einum tí einasta landi. Spurningurin um kvinnu- landsdystir var av okkum reistur á norðurlandafund- inum í ár, m.a. royndu vit at fáa okkara kvinnur við í tær kappingar, sum hini norðurlondini hava, men hetta varð okkum sýtt á hesum sinni. Møguleiki er at reisa spurningin aftur um 2 ár, tá núverandi av- tala um norðurlanda kvinnulandadystir = skal takast uppaftur til um- rødu. I fjør royndu vit at fåa islendska kvinnulandslið- ið at koma til Føroyar, men hetta sóu íslendingar seg ikki ferar fyri. Lat meg sláa fast, at tað als einki hevur við diskriminering at gera, at so fáir kvinnulandadystir eru komnir í lag, men av tí at tað yvirhevur eru stórir trupulleikar at fáa útlend- ingar hendavegin. Hinvegin kann so sig- ast, at vit skulu senda okkara kvinnur út at leika, og har kann eg beinanveg- in siga, at tað verður ikki í ár. Vit arbeiða intenst við spurninginum um gentu- ella unglingalandslið, sum vit leggja stóran dent á. Sum tað sær út í letuni, eru vónir um at hetta ar- beiði fer at bera ávekst longu næsta ár. Hondbóltsdeild ÍSF's Sofus Rubeksen, fm.