Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juli 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 54 — 22. juli 1978 itróttur Dómaraóskil orsøk til seinkan Orsakad av dómaraóskili varð dysturin millum B36 og - . B7Ii 3. deild seinkaður næstan ein hálvan tíma. Felagið, ið skuldi doma, vandi á ovara velli, og hevði ti ikki stundir at senda nakran dómara. At enda eydn- aðist at fáa ein ið ikki er vanur at doma Ein landskappingardystur í 3. deild var leiktur i Gundadali mikukvøldid. Dysturin var millum B36 og B71, og åtti hann at byrja kl. 20. Sjålvandi møttu vit i góðari tíð, men stóðu vit á vellinum i meira enn 25 min. áðrenn vit sóu nakað til dómaran. Hvat var á vási? Vit fóru at fregnast um hvat var á vási, og frættu vit, at Kári Thorsteinsson frå HB skuldi døma dyst- in, og at Kári var staddur í Danmark fyri at útbúgva seg, sostatt átti HB at syrgja fyri, at annar dóm- ari var á staðnum, men HB átti at venja hetta kveldið, og vóru fleiri av teirra dómarum til staðar, men eingin vildi dema. At enda eydnaðist tó at fáa Jóan Karl út á vellin at døma, og hetta skal hann hava tekk fyri. Jóan Karl er ikki vanur at dema. Ikki greitt enn Nú var dómarin komin á vellin, men ikki var greitt at byrja enn. Hvat nú? Nú fóru sandingar at tosa um, at Jóan Karl var ikki góð- kendur av ÍSF, og vildu tí ikki spæla við honum sum dómara. Eisini hevdu sandingar avtala, at bátur skuldi vera í Kirkjube eft- ir teimum kl. 22, og hetta hevdu teir ongan møgu- leika at náa. B71 fór tó á vellin at spæla, men var hetta undir protest. 1. hálvleikur Fyrri hálvleikur var ógvu- liga javnur og hevdu bæði liðini fleiri góðar mål- meguleikar, men eingin var ferur fyri at geva bóltinum tað seinasta sparkið inn um mållinj- una. Málið Tá umleið hálvur tími av fyrra hálvleiki var leiktur eydnaðist tað tó Olavi Ol- sen, eftir trunkaspæl at seta fótin undir bóltin so hann fór í netið. Ølavur er vanur at verja málið hjá B36, men mikukveldi leikti hann sum ytri høgri. Frå dystinum millum B36 og B71 Stuttur hålvleikur Tá 38 min. vóru spældir av fyrra hálvleiki briksladi dómarin, og fleiri spælar- ar komu rennandi av valli- num. Hvat nú? spurdu fleiri. Nú vísti tað seg, at urið, ið dómarin hevði, visti at liðini høvdu spælt i 45 min., og tí blåsti hann fyrra hålvleik av. Seinni hålvleikur Hvørgum av liðunum eydnaðist at fáa bóltin í netið í seinna hálvleiki, sjálvt um nógvir megu- leikar vóru til báðar partar Í hesum hálvleiki sást skilliga, at tað vóru sand- ingar ið vóru betur fyri enn havnamen». anding- arnir vóru nógv kvikari og nógv treystari og høvdu eftir minari metan uppi- borið javnleik, men hetta eydnaðist ikki. B36 vann dystin við einum máli móti ongum. Hvat fer at henda Spennandi verður at frætta hvat fer at henda í hesum máli, tí hetta er aðru ferð at eingin dómari metir frå HB. Síðsta viku- skiftið hendi hetta inni á Skálafjorðinum, og nú mikukveldið í Gundadali. Økonomiskt tap Sum vit fyrr hava vist å her í blaðnum, so livir eitt felag av inntøkunum tey fáa við heimadystunum, tí skuldi fótbóltsdeildin í slíkum føri sum hesum, hugt í kassabókina hjá B71 og sagt, at fyri ein dyst fáa tit 1.000 ella 1.200 kr. inn, so vit døma B36 at gjalda tykkum somu upphædd. Ein sandingur segði annars, at teir helst longu vóru farnir á »fattigkass- an«. B71 uttan dyst Vit hava fyrr sagt frå her i blaðnum, at B71 hevði vunnið ein landskapping- ardyst móti B36 á Sandi uttan dyst, tí B36 ikki metti upp. Nú er tað hent, sum sandingar eru illir Finnur, Sverri og Nemus vandu á ovara velli um, og tað er, at teir fáa skuldi spæla ein dyst í 1. bræv frá fótbóltsdeildini deild, og av hesi orsøk ikki um, at dysturin skal spæl- kundi manna lið at fara til ast, tí B36 sama dag Sands at leika. Olavsøkutilbod frå 20/7 — 30% Nidurdeilar vid og uttan vesti Tunikur Ternutar blusur v/ stutt. ermum, LANATEX T-shirts v/ stutt. ermum Troyggjur, ymisk sløg 0.a. BARNABUN!I tlf. 11785. sosialinum