Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juli 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin lesarabrøv Nr. 54 — 22. juli 1978 Áheitan á ISF og Utvarp Føroya Fyrst ÍSF Í januar i ár fekk ISF at vita, at Vestanstevnan 1978 fór at vera hildin í Miðvági tann 8. og 9. juli. Hetta fekk ISF at vita í so góðari tíð, fyri at kunna leggja so til rættis, at Vestanstevnan ikki kom t liggja til tverleika fyri ISF-aktivitetir, og fyri at ISF ikki skuldi leggja kappingar, sum komu at vera til tverleika fyri Vest- anstevnuna. Eg veit væl, at tað man vera sera trupult at leggja eina so fullfiggjada skrå fyri allan ítrótt i eitt heilt ár, at hon ikki skal trykkja onkustaðni. Men tað sum harmar meg og fleiri er: l. at landskappingardy st- urin MB—IF just skul- di leggjast hetta viku- skiftið, ti tað beinleiðis skerdi MB inntøkurnar við umleið 10.000 kr. . at landskappingardyst- urin HB—TB, sum fólk longu í januar mánað vistu fór at vera ein tann mest spennandi dysturin í ellum leikári- num, at hann júst skul- di leggjast á sama viku- skifti sum Vestanstevn- an. — Hetta fekk nógv fólk at setast aftur í Havn, heldur enn at fara á stevnu í Miðvági, 3. at ÍSF um sama mundi skuldi skipa fyri sterstu fimleikastevnu av sín- um slag í Føroyum. 5) Kanska kundi skráin ikki leggjast ødrvisi. — Hetta skal heldur ikki skiljast sum nøkur ábreiðsla, men VÆRBESTANDIG VANNAVSTØTENDE SOPPDREPENDE LYSEKTE FARGER MILJØVENNLIG GJØKO — 25 år i forbrukernes tjeneste TRE PATENT EN VETERAN BLANT LANGTIDSBEISER DYPT-INNTRENGENDE DRYPPFRI PÅFØRING er ætlad sum ein åheitan å ISF-leidsluna um at skipa so fyri i framtidini, at Vestanstevnan verður mett tað, hon hevur uppi- borið. Síðan útvarpið Vit vestan úr Vágum hava altið bjóðað útvarpinum vælkomnum hendavegin. Men satt at siga ynsktu vit á Vestanstevnu, at Út- varp Feroya ikki visti, at Vágoyggin var á verðins- kortinum. Miðvingar høvdu gjørt eitt megnararbeidi fyri at fåa eina so væleydnada Vestanstevnu, sum i menniskjans valdi stóð. Arbeitt varð t.d. uppá bygdarhúsið til kl. 3,30 um náttina, fyri at fáa tað liðugt. Kl. 8 morgunin eft- ir vóru fólk aftur á fótum at leggja síðstu hondina á, so alt kundi vera liðugt, áðrenn stevnugestirnir komu. Veðrinum kundu mið- vingar ikki ráða yvir, men vit hevdu spurt okkum fyri hjá veðurmonnunum á flogvellinum um veður- líkindini á Vestanstevnu. Tey vóru góð: Eitt frískt lot út eftir vánni um mið- dagin, men um trý-tíðina skuldi hann minka, og síð- ani fór at vera góðveður við sól og ongum avfalli alla stevnuna. Men hverji eru tíðindini til tey, sum liggja runt um Feroya land og nýta sólar- hitan eina letu, áðrenn tey leita á Vestanstevnu? Jú, í Miðvági eru ring stevnu- líkindi, har er meira ódn at HREPATE LANGTIDSBE!S UTVENDIG INNVENDIG BRUK t Vit gera lesarar okkara varugar vid, at treytin fyri at fåa lesarabrøv upp- tikin undir hesum teiginum er, at blaðstjórnin veit, hvør hevur skrivað brøvini. kalla. Kappróðurin fer fram kl. trý og útvarpið er við á vánni. Hvussu fer nú frá- segumaðurin at láta at? Jú, >her eru ikki bara vána líkindi, men úti- deydavedur«. Sannleikin var, at um miðdagsleitið fram til kl. umleið 15,30 var friskur vindur, men avfall var einki, og annars var av besta stevnuvedri. — Ut- varpsmaðurin legði so til merkis, at nú bar ikki til at gremja seg meir um veður. Hann mátti leggja á annan bógv. Nú sá hann hóttandi skýggj vestan- fyri, sum hverja letu fóru at leggja sína keldu hond yvir Vestanstevnuna. Tá tey hóttandi skýggini vóru burtur, var so trongt á Miðvági, at har var ikki siglandi við útvarpsbáti- num. Har vóru bæði pear- ar og boyur og bátar 0.s.fr., sum lógu í vegin. Á fótbóltsvellinum var sama skilið. Tvær hvirlur komu, meðan dysturin var spældur, men av útvarps- frágreiðingini kundi skilj- ast, at sama ódnarveðrið, sum útvarpið framman- undan hevði upplivað í Miðvági henda vælsign- aða dag, helt fram og versnaði í hverjum. Summi fólk, sum vóru í Miðvági henda væleydn- aða stevnudag, freistast at spyrja, um útvarpið og tann aktivitetur, sum ÍSF hevði skipað fyri aðra- staðni í Føroyum, høvdu nakað samband sínámill- um. Um tað var ein veru- lig ætlan hjá ávisum stovnum at halda fólki frá at fara á Vestanstevnu, men fáa tey at fara á t.d. fimleikaframsýning ístað- in. Hetta eru illavorånir tankar, og eg rokni ikki við, at hald er í teimum, men kortini fari eg at heita á Útvarp Feroya og biðja tað ansa væl eftir næstu ferð, teir varpa út frá stevnum, at teir sjálvt um lagið kanska ikki er av tí besta, royna at fera ein so greiða og eftirfarandi tidindaførslu sum megu- ligt. Til seinast skal eg bert siga, at Vestanstevnan 1978 hevði ikki uppiborið at verða soleiðis viðfarin, ti tað sum menniskjahond og evnir kunnu leggja í eina stevnu sum hesa var lagt, og Hann, sum fyri natúrkreftunum ræður, gav okkum so góðar semdir, sum eingin onnur stevna í Feroyum hevur havt higartil í ár. Hans Jergensen Minolta XD-/ Fyrsta fototól í heiminum við multi- eksponerings- automatikki fæst nú eisini í Føroyum Minolta XD-7 er heimsins fyrsta fototól við veru- ligari multi- eksponerings- skipan. Eitt fototól við bæði blendu- og afturlatingar- automatikki. Av tí stóru eyka- útgerðini kann m.a. nevnast Auto Winder D og Auto Electro- flash 200X. Kr. 3.780, — við MD Rokkor 50 mm f:1,7 ==" Tlf. 11661 . Aarvegur 6 . 3800 Tórshavn Hornorkestur-útferð til Nólsoyar Um viðrar ger Havnar Hornorkestur útferð til Nólsoyar sunnudagin 23.7. RITAN ger eykatúr av Busatanga kl. 14,00. Vanligur ferðaprísur. Í Nólsoy spælir Havnar Hornorkestur frá kl. 14,45 til uml. kl. 16,00. Ungmannafelagið ROYNDIN selir smurt breyð, kaffi, té v.m. í húsum sínum frá kl. 17,00 og til Ritan fer aftur til Havnar kl. gott 20. Møgulig avlýsing verður send í Útvarpinum í leygarkvøldssendingini. HAVNAR HORNORKESTUR