hósdagur 11. juli 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 130 - 11. juli 2002
Nr. 130 - 11. juli 2002
33
setir seg aftur og er burtur.
Eg síggi hann ikki. Løgið.
Kanska ein huldumaður.
Men tað fer neyvan at bera
til í hesum góðveðrinum.
Teir plagdu at vera úti í
mjørka og ringum sýni.
Nei, nú er hann aftur farin
til gongu. Men hesaferð
beint tvørtur um hagan.
Gott er, eg møti honum
helst á veg omanaftur, um
eg ikki geri av at fara á
Malinstind eisini.
So eri eg á Húsafelli. Her
er eingin gestabók meira,
so eg havi ikki annað at
gera, enn at hyggja meg
um. Og tað er av sonnum
ein sjón, sum vekir fostur-
landsást í sál, sum Mikkjal
á Ryggi sigur í yrkingini
um
Wenzel
Hammers-
haimb.
Tveir kappar úr granna-
lagnum. Her liggur Steigin
beint undir, og longri burtur
tekki eg Rygg í Miðvági.
Helst eru Beitishúsini har
einastaðni inni í rúgvuni.
Hinumegin liggja Malins-
tindur og Heldarstindur.
Hetta fjallið við tí ófrætta-
kenda
navninum,
sum
minnir aftur á sinnopsgass
og mansskaða. Tað kylir í
mínum kjøti, sum Gyðja
segði á sinni.
Og eg vendi mær vestur
yvir aftur. Síggi alla oynna.
Sandavágur er næst, og inn
á Miðvág. Yvir um Leitið,
har vatnið liggur og líkist
einum firði, sum stingur
seg inn í landið. Úti í Oyr-
um er bert ein heilt kløn
strika at síggja, sum sigur
tí, sum veit tað, at har er
ikki opið.
Tindhólmur
stingur
høvdið undan, og longst
burtur liggur Mykines í
táminum.
Men oman aftur skal
farast, hóast alt. Og eg havi
gjørt av, at eg fari ikki á
Malinstind í dag. Tað má
bíða til einaferð í summar.
Taki meg spakuliga oman
norður eftir. Einar tvær
harur fara undan mær, og
onkur hendinga lógv er at
hoyra.
Gangi fram við tjørnini,
sum eg havi hoyrt skal vera
fullav kombikkum. Royni
at trampa á bakkanum fyri
at vita, um okkurt livir.
Men tað er so eiðasørt. Har
er steindeytt.
Havi ikki møtt tí døkkt-
klædda manninum enn, og
eg síggi hann heldur ikki
úti í hagnum. Hann man
vera fairn at húsum sama
veg, sum eg sá hann koma.
So oman millum likkur-
nar, sum eru farnar at savn-
ast her omanvert garðin.
Tað er ov tíðliga enn, til at
tær hava vorpið, men í tær,
so næskar tær ikki eru
kortini. Larma illa og vilja
hava meg at pakka meg
burtur. Her havi eg einki at
gera.
Og so gongur tað, sum
tað kann. Fari um garðin og
gangi eftir vegi at húsum.
Stuttur var túrurin í tíð,
men drúgvur í uppliving-
um. Tað tekur helst eina
løtu at fáa inntøkini at festa
seg og brúka tey til nakað
skilagott, hugsi eg og hyggi
at klokkuni, sum sigur, at
nú, eg eri aftur í túninum,
eru bara tríggir tímar, síðan
eg fór. Tað haldi eg sjálvur
vera skjótt gingið.
Av Krosstindi sæst víða. Í neðra er Oknadalsskor og suðuri í havi liggja oyggjarnar lið um lið.
Fyrst Koltur og Hestur, síðan Sandoy og Suðuroy sum kámast eitt sindur burtur í táminum
Mynd: Edvard Joensen
Framhald av síðu 28
Tórbjørn Jacobsen
fólkatingslimur
Danski móðirflokkurin
helt seg gera føroyska
javnaðarflokkinum
ein
beina,
tá ið teir lótu
danskar spinndoktarar
skipa valstríðið í 98.
Royndin
miseyðnaðist.
Teir raktu ikki føroysku
fólkasálina í solar plexus.
Í vár plagieraðu teir móð-
urflokkin við verri úr-
slitið, og nú bíðar føroy
ingurin
spentur
eftir,
hvussu Hendrik, Katrin,
Andrias, Jóannes, Krist-
ian, Gerhard & Vilhelm
fara at rigga í einum
svenskum hami eftir at
formaðurin í Degi og Viku
boðaði tjóðini frá, at ein
svii nú var boðsendur, at
fáa flokkin í spónalagi
aftur.
Ismurnar fingu ongantíð
fótin fyri seg í Eysturoynni.
Tesurnar, um orsøkina,
kunna vera fleiri. Ein er, at
flestu húski áttu hús, trøð,
kúgv, neyst og bát. Hendan
sjálvstøðan hevði tað við
sær, at teir ikki vóru so
lættir at syfta av fremm-
andum tonkum. Kapitalist-
arnir bóru seg kanska ikki
so býttliga at, sum aðra-
staðir, livdu sum fólk flest,
og framherjarnir í ar-
beiðararørsluni hava seig-
liga og djarvt stjórnað sín-
um feløgum til limanna
besta. Tá ið tað kravdist,
lupu teir heldur ikki av, eitt
nú tá ið Erlendur Patursson
stríddist fyri rættindunum
hjá føroyskum fiskimonn-
um, í døpru fimti-árunum.
Persónsdyrkan er eisini
ókend í oynni. Hóast hann
var ein politiskur gigantur,
eftir føroyskum mátistokki,
so fara gøtumenn neyvan
nakrantíð at umhugsa tank-
an, at telgja eina skurð-
guðamynd av Øregaard og
sveipa hana uppá eitt bróst í
skúlanum. Í apríl mánaða
98 hendi tó ein broyting. Tá
kom ein plastmynd, av
formanni javnaðarfloksins,
at standa inni á Skipanes-
krossinum. Demoniseraður.
Einar fýra til fimm mans-
hæddir.
Hvíttklæddur.
Ermarnar rullaðar upp á
vinstra armi. Slips. Og
obligatoriska pípan stútaði
sjálvandi fram úr myndini.
Modellið var danskt. Stoypt
av donskum spinndoktarum
til ein esbjergensara, ið
hevði ræði á Danmørkini,
Føroyum og eftir øllum at
døma eisini Føroya Javn-
aðarflokki.
Royndin miseyðnaðist.
Jarðbundnu eysturoying-
arnir skiltu í hvussu er ikki
eitt kvekk av hesum. Kendu
valla mannin. Hann var
heldur ikki uppstillaður í
oynni. Okkurt bendir á, at
danskir spinndoktarar hava
verið framvið aftur hesa-
ferð, men tekin eru um, at
teir finna ikki á beint. Finna
ikki innar í solar plexus á
føroysku fólkasálini, so nú
vóru góð ráð dýr, - tá ið
hetta nú ikki kundi fyri-
skipast innanvert rimarnar
á ríkisfelagsskapinum. Tað
sum danir og føroyingar
ikki megnaðu er nú lati
einum sosialdemokrati úr
svítjóð at fara í takholt við.
Um teir skilja føroysku
fólkasálina betri enn aðrir
er ilt at meta um. Hava
verið lítið um okkara vegir.
Ein var tó, ið kallaðist
Rundwall. Búði í Villums-
gøtu í Havn. Hann var
kavari. Fekst við havna-
bygging, og tað varð hildið,
at hann hevði eina rímiliga
góða tendring. Tá ið hann
kavaði herumleiðir, hevði
hann ein kendan heiða-
mann sum hjálpara. Hesin
skuldi ansa luftkompress-
aranum og røkja neyðuga
tvívegis-telefonsambandið,
av bolverki á botn. Einu
ferðina var hjálparin komin
sær í tos við onkran bygda-
mann á havnalagnum, og
varnaðist ikki beinanvegin,
at tað kimaði á máltráð-
num. Tað gekk ein góð løta.
So tók hann rørið av, og
spurdi tey legendarisku
orðini: "Hvønn tosi eg
við?" Rundwall, ið var hin
einasti sum kundi svara, og
sum var um at kvalast av
iltmanguli, setti føtur í
spenni, og kom við sjógv á
baki úr sjóvarmálanum.
Krøkti í oljudansin hjá
hjálparmanninum og hirdi
hann út av bryggjumúlan-
um. Kort prosess. Hann
skilti eftir øllum at døma
ikki hendan serføroyska
fasongin: Tað sum ikki
hendir ídag, tað fáa vit bara
á skaftið ímorgin, - ístaðin.
Tá ið Jógvan Sundstein
royndi at stýra danska
heimastýrinum í norður-
høvum, valdi danski uttan-
ríkisráðharrin, Uffe Elle-
man-Jensen,
at
halda
norðurlendskan uttanríkis-
ráðharrafund í Føroyum.
Hetta gekst í stóran mun
eftir ætlan. Tó hómaðist ein
disharmoniiur, tá ið Jógvan
spurdi um ikki føroyingar
eisini kundu luttaka á
hesum felags norðurlanda
fundi. Uffa dámdi ikki
spurningin
og
svaraði
beisktliga: Nei. Svenski
uttanríkisráðharrin Steen
Anderson, ið mundi skilja
lítið av hesum danska
malsjónskni, segði tá tey
kendu orðini: "Tá er ikki
nógv at gera. So mega tit
bara bíða haðartil tit eru
fræls tjóð við teimum rætt-
indum ið hartil hoyra."
Øðin spann í danir, og tað
hoyrdist, at maðurin fekk
álvarsliga, diplomatiska re-
primandu fyri sítt sjálv-
sagda munnlætni.
Í einu røðu, sum varð
hildin tá ið sosialdemo-
kratiski flokkurin í Skåne
hevði seksti ára føðingar-
dag, endurgav Olof Palme
kenda pólendingin, heims-
spekingin Leszek Kola-
kowski fyri at hava sagt:
"Vinstrivongurin
skilir
utopia út, - á sama hátt sum
brisið - ella búkspýttkertil-
in - skilur út insulin." Og
Palme spyr sjálvur: "Skal
hetta veruliga skiljast so-
leiðis, at politiski vinstri-
vongurin er lagnudømdur
til
politiskt
fantastarí,
dreymaslátur tilevnaði við
skrivaraborðini
ella
til
flýggjanina inn í eina
óveruliga framtíð?" "Nei,
soleiðis var hetta sjálvandi
ikki hugsað. Hevur vinstri-
vongurin eingi utopia, tá
fær hann ikki verið til.
Honum tørvar áhaldandi at
seta sær mál, sum her og
nú, í løtuni, eru órøkkandi,
men sum geva dagsins
broytingum eina meining."
Eitt politiskt og hug-
sjónarligt stórmenni var
Palme. Ov djarvur fyri
onkran. Tí slapp hann ikki
at liva. Kendastu orð hans-
ara er helst hesi: "Politikkur
- tað er at vilja nakað.
Sosialdemokratiskur poli-
tikkur, tað er at vilja broyt-
ingina, tí broytingin kann
hava við sær batar, kann
geva hugflogi og virkisorku
føði, og kann hartil lynna
undir dreymar og visiónir.
Men sjálvandi má viljin
hava eina kós og broytingin
eitt mál. Sosialistarnir eru
nóg hugstórir til at vilja
nakað, tí hugsjónin er drív-
megi viljans, og vit er nóg
djarvir at fara undir broyt-
ingar, tá ið broytingarnar
kunna
gera
utopia
til
veruleika."
"The sweedish link" hjá
Føroya Javnaðarflokki ber
brá
av
frustratión
og
ræðslu.
Kanska
eisini
ómegd. Undarligt at før-
oyskir javnaðarmenn ikki
eru teir bestu til at rannsaka
seg sjálvar, og haðani at
leggja eina leið sum ber á
mál. Kanska er danska
sambandið framvegis ov
máttmikið. Tungt er sleppa
teimum,
ið
stóðu
við
vøgguna. Hugsjónarloysi
hevur tað við sær, at tú
rekst sum tongul í brimi,
stýrdur av skiftandi rákum.
Kanska hevði skaldi meiri
rætt enn gott er tá ið hann
segði, at móðurlandið hjá
føroyskum javnaðarmonn-
um altíð er har sum peng-
arnir hjá hinum eru.
Stórsti trupulleikin er
sjálvandi tjóðskaparspurn-
ingurin. Vit sóu tað nú aftur
undir samgongusamráðing-
unum. Álíkt nevaleiki ímóti
skuggum. Tað einu løtuni
fyri øllum. Í aðru syftu
imóti øllum. Alt eftir hvør
hvalur kom upp at blása og
nær. Síðani lotaði ikki úr
hanakjafti. Tað
einasta
fjøldin veit er, at bíða verð-
ur eftir einum ókendum
spinndoktara úr svítjóð fyri
at fáa flokkin í spónalagið
aftur. Og er hann hug-
sjónarliga í ætt við Palme
og Anderson, tá ger hann
kanska skarvslopið, ið fær
flokkin inn í týðningar-
mikla stríðið fyri skipanina
av føroyska nationalstat-
inum. Ermarnar rullaðar
niður aftur og ketilsdraktin
smoygd um herðarnar. Tá
man fara at grógva um
gangandi fót hjá politiska
frælsinum í Føroyum.
Alt kann nú henda.
Spenningurin økist. Um
hann roytir teir út av
bolverkinum, og tað fer at
svíða sum svøllur ella hesin
ókendi sviin fær alt aftur á
rættkjøl, ja tað spyrst sum
livst, sum Virgállur við
Liða, so filosofiskt, plagar
at taka til.
Ímeðan vit bíða eftir svi(ð)anum?
VIÐMERKINGAR
John S. Myllhamar
trúboðari
Greinin niðanfyri varð send
blaðnum Trúboðin sum eitt
aftursvar, men varð ikki
tikin upp - varð ignorera. At
greinin, sum stóð í Sosial-
inum síðstu viku, var send
Trúboðanum, stendur onga-
staðni
Viðmerking til formannin
í Heimamissiónini
At innlegg mítt fór at fáa
sama heiðurspláss og líka
stórar stavir sum meinig-
heitin í Hoyvík fekk í Trú-
boðanum, hevði eg sjálv-
andi ikki vænta, men metti
kortini, at eg skuldi senda
tað til Trúboðan, tá ið tað
var ein viðmerking til
nakað, sum staðið hevði í
hesum blað. Men orsaka at
eg kom at taka pláss í blaði
tykkara. Væntaði kortini, at
eg kundi fáa viðmerkingina
við í næstseinasta blað tá ið
hon varð send í góðari tíð.
Men sum eg skilti, varð
avgjørt, at hon ikki mátti
koma við áðrenn Ársmøti.
Kortini eri eg vissur í, at tað
var ikki blaðstjórin, sum
foraði fyri hesum.
Grundin til at eg gjørdi
viðmerkingar til fríkirkjuna
var, at Trúboðin altíð er
skjótur at koma við rætt-
leiðingum tá ið okkurt er
áfatt við fólkakirkjuni, og
onkur prestur ikki ger blað-
stjórnini eftir vild, men
ongantíð eitt einasta orð um
sveimarí og falslæru í
øðrum samkomun og kristi-
ligum bólkum, sum er líka
skaðiligt fyri fólk okkara.
At blaðið kom við einum
objektivum tíðindastubba,
um hvat hendir í kirkjum og
samkomum kring heimin,
eins og Indre Missións
Tíðindi vanliga gera, vil ein
og hvør meta er náttúrligt,
men at fylla málgagnið hjá
Heimamissuiónini
við
talum og myndum frá vígsl-
uni í einari aðrari kirkju,
halda mong við mær vera
løgið. Her var eitt gott høvi
hjá Trúboðanum, at gera
viðmerkingar til eina læru,
sum vrakar læru og bygna
fólkakirkjunnar.
Svar fekk eg so einki
uppá, hvat høvuðsstýrið
sigur til, at aðalskrivarin,
uttan at vera biðin, ber
heilsan og góðynskir frá
Heimamissiónini til hesa
nýggju meinigheit, sum er
brotin út úr okkara kirkju
vegna tað, at vit ma. hava
eina
skeiva
læru.
Eg
persónliga hevði mett tað
bæði burtur við og óerligt
um eg bar teimum nakra
heilsan. Men eg hevði
heldur ikki væntað nakað
svar. Heldur varð hetta
snara inn á onnur ting, við
at vísa á allar tær ymisku
samkomur, sum vóru til-
staðar við heilsanum tá ið
Leguhúsið í Nesvík varð
vígt. Nú var eg sjálvur
tilstaðar tá, men minnist
ikki eina einastu samkomu
uttanfyri
fólkakirkjuna
írokna hana í Hoyvík, vera
tilstaðar har við nøkrum
heilsannum og góðynskj-
um. Men formaðurin í
Heimamissiónini er vist
meira sannorðaður enn eg,
so tað má vera eg, ið eri
gloymskur.
Nú veit eg ikki um hetta
verður
tikið
upp
í
Trúboðanum, tá ið so
torført var, at fáa mítt fyrra
innlegg við. Men okkurt
lítið horn finnist kanska, og
so skal eg í framtíðini ikki
taka pláss í blaði tykkara.
Vil ikki at tað verður sagt ósatt um meg av blaðnum Trúboðin
C
M
Y
K
33
32