Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juli 1978síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Ikki gift Tveir bretskir stats- borgarar vóru herfyri útvístir úr Saudi Ara- bien, ti teir hevdu bjóð- að eini flogternu við ein skógtúr. Tá tey vóru á veg út til skógin, blivu tey steðgað av arabiskum politistum. Ein teirra spurdi bilsin, hvussu ein muhammedansk kvinna kundi gifta seg við einum kristnum manni, og tá flogtern- an svaraði, at hon ikki var gift, vórðu ell trý handtikin. Arabiska lógin sigur, at ein muhammedansk kvinna ikki má fara út við einum manni, uttan so at tey eru gift. Stutt herfyri vórðu tveir aðrir bretar al- ment pískaðir, tí teir Ó- lógliga høvdu gjørt og selt brennivín. Skrímslið Tað víðagitna Loch Ness-skrimslið í Skot- landi er nú sætt aftur fyri fyrstu ferð í ár. Tað var stuttleikafisk- arin Bill Wright, sum sá tað, hann var 30 m frá. Hann sigur, at ryggurin á skrimslin- um, sum vanliga verð- ur nevnt »Nessie«, líkt- ist einum holvdum ára- báti. Hevdið á tí er til steddar sum ein fót- bóltur, meðan halin er einar 4 m langur. Wright er nú í ferð við at gera eina frá- greiðing um meti við Nessie fyri havfreðing- um, sum royna at finna út av, um Nessie veru- liga er til, og um so er, hvussu stórt tað er. 1.000 hættir Ein kokkur í Tientshin, sum kann servera eina dunnu upp á 1.000 ymiskar hættir, er nú útnevndur til kinesisk- an meistarakokk. Chang Shang-Chih, sum eigur eina mat- stovu í Tientshin, fekk meistaraheitið eftir at hava vunnið yvir 519 eðrum matserfreðing- um. Samstundis hevur Shanghai — skraddar- in Chiang Lin fingið heitið meistari, ti at hann seymar so vælsit- andi klæði. Serliga væl klárar hann at seyma klæði til líkamliga brekað, og tílík klæði krevja ein góðan skraddara. Fingu skøkju at føda barn fyri seg Eitt heldur óvanligt »fadirsakarmål« er júst liðugt viðgjert í hægstarætti í London. Stríiðsspurningurin — eitt dreingjabarn, kann framyvir bert fáa vitj- an av pápa sínum tveir tímar um vikuna. Tað, sum ferdi seg- una fram í ljósið, var, at ein skøkja hevur føtt barnið eftir eina kunst- iga sáðyvirfering. — Skekjan var leigað av einum yngri hjúnum til at feða barnið, og so lata hjúnini fáa barnið móti 30.000 kr. Segan byrjaði í 1976, tá >A<, sum maðurin verður nevndur, setti sær fyri at fáa eitt barn við trúlovaðu síni, sum varð fráskild við tveim- um bernum. Tað vísti seg, at kvinnan ikki kundi fáa fleiri born, og so settu tey sær fyri at fáa ein »barnadonor« Kvinnan fór so til Bon Street, har skekj- ir, sum eru handtikn- koma at gjalda bet- ur teirra. Hon fekk fat- ur á einari skekju, sum lovaði at finna ein>do- nor«. Tad bleiv ein 19 åra gomul genta, sum fekk 30.000 kr. fyri at lata seg isåda vid sådkykn- um frå »A«. Hjúnini fingu eina i- búð til skøkjuna, með- an hon var við barn. Men sum frá leið, vísti tað seg, at hon sjálv vildi hava barnið. — Hjúnini royndu at fáa hana frá hesi hugsan við at geva henni fleiri gávur. Tey bjóðaðu henni kettuna hjá sær, sum var einar 10.000 kr. verd, og æ enda hús teirra, men skøkjan vil- di ikki lata seg lokka. Tá barnið var føtt, burturførdu hjúnini tað og hevdu tað í 11 dag- ar. Men við hjálp frá rættinum, fekk skekj- an barn sítt aftur. Dómarin segði, at tá barnið var komið, var skekjan hildin uppat við starvi sinum. sosialurin Nr. 55 — 28. juli 1978 EF sent fyrispurning til juntastýrið í Chile Fyri EF-londini hevur charge d'affaires Dan- markar í Chile, Ole Philip- son, vent sær til junta- stýrið í Chile við fyri- spurning um, hvat er vorðið av teimum nógvu chilenarunum, sum horvn- ir eru. Sambært danska Utt- anríkisráðnum er enda- málið við hesum fyri- spurningi, at minna chil- ensku stjórnina á tey lyfti, hon hevur givið, um at seta í verk kanningar til tess at fáa greiði á lagnuni hjá teimum nógvu horvnu Hetta lyfti gav junta- stýrið, meðan umfatandi hungursverkføll vóru bæði í Chile og eðrum londum. Men einans nakrar vikur seinri, segði chilenski inn- anríkisráðharrin = Sergio Fernandez, í eini útvarps og sjónvarpssending, seg einki kenna til slík lyfti. Hann royndi at sleppa undan at svara við at siga, at tey horvnu nú máttu haldast at vera deyð. Skyldfólk teirra horvnu vilja sjálvsagt ikki taka fyri fult frágreiðingina hjá innanrikisrådharranum — »at tey horvnu nú mugu haldast at vera deyd«, men vilja hava greitt at vita, hvat er vorðið av teimum horvnu, eftir at tey eru vorðin handtikin og burturflutt. Fleiri enn 2500 fólk eru horvin. EF-fyrispurningurin til chilenska juntastýrið sýn- ir, at bæði tiltøk chilenara og solidaritetsrerslunnar uttanlanda kunnu geva úrslit og ti eiga at halda fram. CIA ætlaði at myrða Lumumba við eitraðum tannkremi - men royndin miseydnadist Patrice Lumumba. Hann skuldi takast av døgum við eitraðum tannkremi, skrivar bretski blaðmaðurin Leo- naed Mosley í bók síni um CIA Stutt eftir at Congo hevði fingið sjálvstýri í 1960, royndi amerikanska fregn- artænastan CIA at myrða fyrsta forsætisráðharran í landinum, Patrice Lu- mumba, við at fáa hann at nýta tannkrem, sum var eitrað. Hetta skrivar bretski blaðmaðurin og rithev- undurin Leonard Mosley í bók síni um CIA, sum fyri stuttum varð almanna- kunngjerd í London. Bókin hjá Mosley eitur »Dulles«. Hetta heitið hevur hon fingið eftir All- an Dulles, sum var leiðari í CIA frá 1953 til 61. Hann var bróður John Foster Dulles, sum var uttanrík- isráðharri hjá Eisenhower undir kalda krignum. Segan um tannkremið sum moråvåpn er ikki nýggj, men í bók síni kem- ur Mosley fram við fleiri nýggjum upplýsingum um ætlanirnar hjá CIA. Eitt ynski hjá Eisenhower Rithevundurin sigur, at Eisenhower ynskti Lu- mumba tiknan av degum, ti hann metti, at hann var eitt våpn hjå russum. Hesir upplysingar hjå Mosley um at Eisenhower sjålvur var vid i ætlanu- num um at taka Lumum- ba av døgum, eru i stríð við úrslitið av eini kann- ing, sum amerikanska se- natið gjørdi í 1975. Kanningarnevndin hjá senatinum segði í niður- steðu síni, at ongi prógv eru fyri, at amerikanskir forsetar hava givið CIA heimild til at fremja dráps- royndir móti útlendskum statsleiðarum. Í bók síni vísir Mosley harafturimóti á ein fund, sum var í amerikanska tjóðar-trygdarráðnum. — Hann skrivar, at á hesum fundi kom ein av limunum i ráðnum við uppskoti um at gera eina avtalu við Lu- mumba, men hesum av- vísti Eisenhower blankt, og segði, at hann vildi hava Lumumba burtur. Sendu fólk til Congo Mosley skrivar í bók síni, at CIA sendi ein mann til Congo við serligari dráps- útgerð. Eini elektriskari tannbust, trimum tupum av tannkremi og eini fløsku av drepandi virus. Ætlanin var so at tað drepandi evnið skuldi blandast upp í tannkrem- ið, og øll útgerðin setast í baðiverilsið hjá Lumumba Mosley skrivar, at CIA hevði lagt merki til tær sera hvítu tenninar hjá Lumumba, og tí hildu teir, at hann rekti tær væl hvenn dag. Tað er ikki greitt, um tannkremið nakrantid kom i badiverilsid hjå Lumum- ba. I øllum forum doyði hann ikki av ti, ti nakrar månadar eftir hetta var hann tikin til fanga av mótsteðumonnum sínum i borgarakrignum og skotin Dulles — heilin aftanfyri CIA Mosley skrivar, at CIA- leiðarin Allen Dulles var maðurin aftanfyri fleiri hundrað kvettroyndir. — Hann brúkti stjórnirnar í ymsum londum í sínum politiska spæli. Hann gjerdi CIA til ein stovn, sum brúkti øll brots- mannakynstur í sínum ar- beiði. Fleiri leiðandi politikar- ar uttanfyri USA fingu løn frá Dulles, og tað hava teir ikki fingið fyri einki. Í 1960 útviklaði CIA eitt serligt narkotiskt evni, sum fekk fólk til at vera meira eftirgevandi og viljaleys enn onnur nar- kotisk evnir. Dulles lat eisini framleiða ymisk eitr- andi evnir, sum kundu drepa, uttan at lata nøkur spor eftir seg. il