Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-07-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juli 1978síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 55 — 28. juli 1978 sosialurin Tivoli á Olavsøku Styðjið ungdómin — styðjið ítróttina Ítróttarfelggini i Havn skipa fyri Tivoli á 6lavsøku í Steinagøtu (við Før- oya Banka), i N. Finsensgøtu (oman fyri Auto) og i Kommunuskúlagarð- inum. Tivoli í Steinagøtu og N. Finsensgøtu letur upp 6lavsøkuaftan, ólavsgkudag og sunnudagin kl. 15. Tivoli í kommunuskúlagarðinum letur upp ólavsgkuaftan kl. 16 og ólav- søkudag og sunnudagin kl. 15. Í Tivoli verður: 21-spæl, tombola, eydnuhjól, skjótibani, seymsláing, bóltkast, snarbingo, tipping, ballónir, pylsur, isur, øl og sodavatn. Umleið kl. 17.45 ólavsgkuaftan spælir Helsingør pigegarde í kommunu- skúlagarðinum. Olavsøkudag kl. 15 spælir GHM og sunnudagin kl. 15 spælir Havnar Hornorkestur. Almennur enskur dansur verður i kommunuskúlagarðinum øll 3 kvøld- ini. Olavsøkuaftan spælir norska orkestrid »Doodle Bugs«, Olavsøkudag »Fox« úr Vestmanna. Sunnukvøldid »Doodle Bugs«. Byrjað verður kl. 21 hvørt kvøld. Atgongumerkini eru talmerkt og samstundis lutasedil um ferdaradio. Føroyskur dansur verður í B-36 húsinum øll 3 kvøldini kl. 21. Sum eitt lið í hesum tiltaki verða lutasedlar seldir við hesum vinningum: 1. 2 ferðaseðlar við flogfari Vágar-Keypmannahavn og aftur 2. 2 ferðaseðlar við Smyrli Tórshavn-Scrabster og aftur 3. 2 ferðaseðlar við Smyrli Tórshavn-Bergen og aftur 4. 2 ferðaseðlar við England Tórshavn-Esbjerg og aftur 5. Eitt stereoanlegg (virði av 5.000 kr.). Tikið verður 8. august og lýst í bløðunum. TÓRSHAVNAR ÍTRÓTTARRÁÐ